Arbeiðssteðgurin hjá SEV: Vil hava at lønin skal standa í stað

Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, hann miðjar eftir at ongar lønarhækkingar verða á almenna arbeiðsmarknaðinum hesuferð og heldur ikki hjá SEV

Sáttmálasamráðingar

? Vit hava ikki ráð til lata tær almennu lønirnar hækka.
Tað sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Nú samráðingar eru ímillum SEV og maskinmeistarafelagið, sigur kommunulógin, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal góðkenna úrslitið av samráðingunum.
Sunnukvøldið kunngjørdi Bárður Nielsen at hann kundi ikki góðtaka semjuna, sum SEV og Maskinmeistarafelagið høvdu samráðst seg fram til
Í ùtvarpinum segði hann, at verður hesin sáttmálin brúktur sum fyrimynd í samráðinguum á almenna arbeiðsmarknaðinum seinni í ár, hevøi tað kostað landskassanum 60-70 milliónir eyka í lønarútreiðslum um árið og tað hevur landið ikki ráð til.

Verður brúktur sum fordømi
Hann ásannar, at hóast tað her er talan um ein sáttmála ímillum tann kommunala felagsskapin, SEV og maskinmeistarafelagið, er tað so í praksis, at hann fer at verða brúktur sum grundarlag fyri samráðingunum ímillum fíggjarmálaráðið og øll feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst.
? Veruleikin er, at sum støðan í samfelagnum er í løtuni, hava vit ikki ráð til nakrar lønarhækkingar.
Tí hevur hann ikki dult fyri at hann miðjar eftir eini null-loysn í teimum sáttmálum, sum verða gjørdir.
? Tað veit samráðingarleiðslan hjá SEV sjálvandi av og tað hevur hon kanska tikið til eftirtektar.
Sostatt vil landsstýrismaðurin helst, at tann nýggi SEV sáttmálin, sum verða gjørdir, ikki skal hava lønarhækkingar við sær, tí sáttmálin fer at vera brúktur sum grundarlag fyri samráðingunum í heyst.
? Tað er óheppið, men tað vísir seg í veruleikanum, at sáttmálarnir verða meiri og meiri samantvinnaðir, soleiðis at úrslitið av eini samráðing eisini verður úrslitið av øðrum sáttmálum og tí vil hann helst ikki at SEV-sáttmálin førir nakra lønarhækking við sær, ella í øllum førum so avmarkaða útreiðsluøking sum gjørligt.

Lønarhækkingar føra til sparingar
Landsstýrismaðurin í fíggjamálum sigur, at tá ið hann varð uppringdur í nátt, fekk hann at at vita, at tað var 1%, sum skilti SEV og maskinmeistarafelagið.
? Hvørt prosent í lønarhækking kostar tí almenna næstan 20 milliónir, so tað er skilligt, at tað hevur stóran týdning fyri samráðingarnar í heyst, hvussu sáttmálin ímillum SEV og maskinmeistarafelagið verður.
? Vit hava hall á fíggjarlógini í ár og tað er greitt, at vit koma eisini at hava hall á fíggjarlógini næsta ár. Men tað er eisini greitt, at hallið kann ikki vera størri enn í ár.
Bárður Nielsen vísir á, at í hesum døgum verður verður so nógv spart hjá tí almenna, at døgverðin hjá gomlum og veikum hevur verið í vanda og talan hevur verið um at skerja umsorganina og undir slíkum umstøðum er ikki pláss fyri lønarhækkingum.
? Ein og hvør lønarhækking í heyst kemur tí at føra til annað av teimum: Antin má sparast á øðrum økjum, ella má sparast í lønarútreiðslum og tað merkir so færri starvsfólk og eina verri tænastu til borgaran. Vit hava ikki ráð til at hava størri hall á fíggjarlógini og tí skulu útreiðslurnar til lønir á komandi fíggjarlóg, ikki vera størri enn tær eru í ár.
Annars heldur Bárður Nielsen, at tað er heilt ósømiligt fyri allar partar, at orkuveitingin í samfelagnum verður rakt av verkfalli.
? Men soleiðis eru spælireglarnar og tað fáa vit onki gjørt við.
Landsstýrismaðurin veit onki um, hvussu sannlíkindini eru fyri, at politiski myndugleikin fer at leggja uppí, tí tað er als ikki umrøtt.