? ilt at meta um hundaslag

? Eg veit ikki um nakran av bannaðu hundunum, sum er komin til landið, men tað kann vera trupult at taka dagar ímillum, um ikki ættartalva ella pappír, sum vísa upprunan, fylgja við hundinum, sigur Ingibjørg Egholm á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Tá hundar verða innfluttir til Føroya, eru tað tollararnir, ið handfara hundin. Teir hyggja at pappírunum, ið skulu fylgja við hundinum, og senda avrit av øllum skjølunum til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Eru skjølini ikki í lagi, seta teir seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
? Vit síggja ikki hundin, men bert pappírini, ið fylgja við. Tey verða gjølla kannað, og um alt er í lagi, sleppur hundurin inn í landið. Er alt ikki í lagi, verður tað kannað nærri, og vit avgera so, í samráð við eigaran, hvat skal henda við hundinum, sigur Ingibjørg Egholm, djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Kann vera torført
Ingibjørg sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur ikki at síggja eina ættartalvu fyri hundin. Men tey krevja eina serliga heilsuváttan, ið greiðir frá upprunanum á hundinum, og hvat slag hann er.
? Er eingin ættartalva við hundinum, og tað bert stendur »blandingur«, so er tað ikki til at vita hvat slag av hundi talan er um. Tað kann jú vera talan um eitt sonevnt »gatukryds«. Vit síggja jú ikki hundin, bert pappírini. Og hóast vit høvdu ein djóralækna, sum kannaði hundarnar, so hevði tað hóast alt verið ilt at tikið dagar ímillum, tí nógv av hundasløgunum líkjast so nógv, greiðir hon frá. ? Tað kann verða ringt at staðfesta, um talan er um ólógliga blanding ella ikki, sigur hon.
Ingibjørg Egholm sigur, at júst hetta, við at fólk siga bannaðar hundar vera blandhundar, uttan nøkur skjøl, er ein stórur trupulleiki í londunum uttanum okkum.
Spurd, um hetta er ein trupulleiki her á landi eisini, sigur Ingibjørg, at tað hevur hon ikki hildið higartil.
? Eg veit, sum sagt, ikki um nakran av ólógligu hundunum, sum er komin inn í landið. Men um onkur er komin inn, hóast alt, so er tað ein trupulleiki, ja. Tí tað kann vera torført at staðfesta hvat slag ein hundur er, um hann ikki hevur nøkur pappír, slær Ingibjørg fast.

Fólk kunnu boða frá
Men hóast fólk hava fingið ein slíkan vandamiklan, bannaðan hund inn í landið, skulu tey ikki halda, at tey eru sloppin.
? Í lógini stendur, at tað ikki er loyvt at innflyta og hava nøkur ávís hundasløg. T.v.s., at hóast hundurin er komin inn í landið, kunnu vit fara eftir honum aftur, um vit fáa frænir av, at hann er ólógligur, greiðir Ingibjørg frá.
Ingibjørg sigur, at tað er komið fyri, at hundar eru slopnir inn í fyrsta umfari, men at tey so seinni hava funnið okkurt ivasamt, og tí hava tikið kanningina uppaftur.
? Um fólk halda seg vita um onkran ólógligan hund, eru tey sostatt vælkomin at seta seg í samband við okkum, so kunnu vit kanna tað nærri, sigur Ingibjørg Egholm at enda.
Seinastu trý árini hevur talið av hundum, sum verða innfluttir til Føroya, verið støðugt. Broytingin er, sambært Ingibjørg Egholm, at tað nú eru fleiri ymiskir hundar, sum verða innfluttir.