Mugu samstarva fyri at bjarga Deyðahavinum

Deyðahavið er minkað so nógv, at okkurt má gerast, men málið hevur eisini sera stóran politiskan týdning.

Ísraelsmenn, palestinar og jordanar eru samdir um at gera okkurt fyri at bjarga Deyðahavinum. Okkurt má gerast, tí tey seinastu 50 árini er vatnstøðan fallin heilar 27 metrar, og vatnið minkar framvegis.

-Bara tað, at vit kunnu tosa um hetta, er eitt gott politiskt tekin, tí tað gevur vónir um samstarv ímillum londini, sigur ísraelski ráðharrin Benyamin Ben Eliezer, sum júst hevur tingast við sínar palestinsku og jordansku starvsbrøður um málið.

Fyribils hava teir eitt uppskot um at grava ein 180 kilometrar langan tunnil frá Reyðahavinum til Deyðahavið og at leiða vatn tann vegin. Arbeiðið verður mett at kosta næstan 20 milliardir krónur, og Heimsbankin hevur lovað at fíggja meginpartin.

Men enn eru fleiri ósvaraðir spurningar. Summi halda, at tunnilin kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tey sjáldsomu koralrivini í Reyðahavinum, og at vatnleiðingin eisini kann fáa aðrar umhvørvisligar avleiðingar.

Deyðahavið, sum er 417 metrar undir havinum, er á markinum ímillum Jordan og Vestara Áarbakka, sum er undir ísraelskum hervaldi, og tann politiski spenningurin hevur higartil forðað øllum ætlanum um at bjarga vatninum, sum er saltari enn nakað annað vatn í heiminum.

-Vit umhugsa málið, og nú skulu allir partar kanna tey umhvørvisligu og búskaparligu árinini, sigur palestinski ráðharrin Ghassan al-Katib við sjónvarpið Al-Jazeera.