um leikin, sum eftir hvat skilst, fær ein óvanligan enda. Leikurin er skrivaður út frá gomlum søgum, sum gamal gandakallur Johan Kaaven skrivaði. Hann búði í Finnmørkini og doyði í 1918. Í Sjónleikarhúsinum [...] bløðrubruna. Hendingarnar í leikinum fara fram í eitt samdøgur, meðan gandakallurin vitjar í heiminum hjá teimum gomlu. Gandakallurin sigur hjúnunum nakrar sannleikar, sum ikki allir fella í eins góða jørð hjá [...] hon var limur í einum sjónleikarbólki, mannað av leikarum úr ymsum londum. Í dag býr Eyð Matras í Havn, her hon arbeiðir við sjónleiki. Eisini undirvísir hon í drama á Studentaskúlanum í Hoydølum. Um
ymisk teldubrøv, sum liggja á telduni, víðari til tey, sum standa á adressulistanum í e-postforritinum. So hevur tú eitt teldubræv við einari bakiuppskrift liggjandi á telduni, sum so verður rakt av hesum [...] at senda seg sjálvan út til aðrar teldur sum e-post. Hetta slag av virus verður vanliga nevnt »worm« ella ein »maðkur«. Men tað serliga við hesum maðkinum, sum hevur herjað føroyskar teldur seinastu dagarnar [...] hjá einari fyritøku verða send út til aðrar fyritøkur. Og tað er júst tað, sum onkur føroysk fyritøka hevur verið úti fyri seinastu dagarnar, verður sagt av Formula.fo. Formula.fo er ein av landsins størstu
skipast í skúladeplinum í Suðuryoy. Men tað vóru so fá sum søktu, at tey, sum høvdu søkt, fingu boð um, at útbúgvingin verður av ongum, tí tað vóru so fáir umsøkjarar. Tað hevur ljóðað, at tað vóru færri [...] Tað er enn ikki heilt greitt um tað verður veruleiki, at ein búskaparbreyt verður skipað í Skúladeplinum í Suðuroy. Annars ber tað nú til at ganga á FHS í Suðuroy, men nú var eisini ætlanin at framhal [...] ein avgerð verður tikin nú, beint eftir páskir. Sjálv heldur hon, at tað tað hevði verið gagnligt at fingið eina búskaparbreyt í Suðuroy, hóast næmingagrundarlagið kanska er lítið. – Suðuroy er í eini serstøðu
Í gjár gekk tað upp á stás, tá ið Sverri Nielsen úr Miðvági royndi seg í innleiðandi kappingini í rógving, sum í hesum døgum er í Luzern í Sveis. Málið er at kvalifisera seg at taka lut í OL kappingini [...] kappingini, sum verður í Brasil í august. Sverri vann sín riðil sera sannførandi, men fyrsta partin av teininum sá tað ikki so væl út. Tá ið tað restaðu 500 metrar av 2000 metra teininum var Sverri á triðja plássi [...] riðli, og tríggir teir fremstu halda fram í finaluni, sum verður í morgin. Í dag fer Sverri Nielsen at kappast ímóti Bulgaria, Sveis, Slovakia, Finnlandi og Týsklandi.
Tað verður tórførari og tórførari at smugla rúsevni til Føroyar og akkurát nú hevur tollvaldið fingið eitt sera hent amboð afturat í stríðnum ímóti smuglingini Fyri nøkrum fáum døgum síðani fekk tollvaldið [...] nýtt amboð í stríðnum ímóti rúsevnasmuglingini til Føroyar. Og tað er eitt ógvuliga hent amboð, sum hevur staðið á ynskilistanum hjá teimum leingi, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari. Í hesum sambandi [...] at nú ber tað til at hava neyvt eftirlit við, hvør ferðast til og úr Føroyum. Hetta merkir eisini, at tollvaldið kann fylgja við, um tað er nakar, sum ferðast merkiliga ofta. - Yvirhøvur verður eftirlitið
brúka masku í ávísum førum – Tað er eitt sindur óunniligt, men tað eru treytirnar, vit hava at liva og virka undir í hesum døgum, sigur hann. Hann sigur, at hetta merkir eisini, at tey, sum koma til Føroya [...] Føroya í hesum døgum, eiga ikki fara til fólk, sum eru soleiðis fyri, at tey ikki tola at fáa koronu, fyrr enn nakrir dagar eru farnir. – Tað er bara ein vika síðani á ólavsøku, so tað verður ikki fyrr enn [...] onnur. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá landsstýrinum í koronu, nú tað er staðfest, at tveir føroyingar eru smittaðir við korona. Harumframt er eisini staðfest, at ein dani, sum hevur verið í Føroyum
og at tað varð felt niður í samgonguskjalið. - Tað vildi flokkarnir ikki, sigur floksformaðurin. Men hann heldur samstundis, at tað, sum fór fram í gjárkvøldið, vísti, at hann fekk rætt, men tað vísir [...] Tað, sum hendi í Løgtinginum í gjárkvøldið, vísti bara, at vit høvdu rætt - og at vit gjørdu rætt. Tað staðfestir Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri, turrisliga. Tá ið klokkan var farin av midnátt [...] midnátt í gjárkvøldið, samtykti Løgtingið uppskotið um at loyva samkyndum at giftast í Føroyum. Uppskotið skal kortini viðgerast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt, og tað verður fríggjamorgunin
nú tey í kvøld lata upp nýggju fiskamatstovuna, Barbaru, upp í søguligum fleiri hundrað ára gomlum húsum, Baianstovu, í Gongini í Havn. Hetta er ein fiskamatstova, ella eitt fiskahús, tey nevna tað, har [...] - Hetta skal vera forkunnugt og tað skal vera gott. Tað sigur Jóhannes Jensen, stjóri í samtakinum, sum eigur og rekur Hotel Føroyar, Etika, Áarstovu, umframt aðrar matstovur. Tey hava enn einaferð brotið [...] ikki ein matstova, sum ger seg upp, sigur hann. Hóast tað er ein fiskamatstova, hava tey eisini ein kjøtrætt á matarskránni upp á beráð. Men annars er tað spillfeskur føroyskur fiskur, sum stendur á matarskránni
Tað man vera eitt gamalt hugskot og ynski í bygdini at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban, og í 2023 varð standmyndin eftir Hans Paula Olsen avdúkað. Nú Runavíkar kommuna í hesum [...] um so sum longdarlopi, spjótkasti, togtogan og árataki, ber eisini til at síggja eldsmiðin og aðrar handverkarar arbeiða. Sunnudagin verður júst saman tiltak sum leygardag, men harumframt verður ein serstøk [...] hesum døgum skipar fyri mentanarviku, og eitt víkingatiltak skuldi samskipast, var tað tí eyðsæð at Funningur skuldi verða karmurin um hetta serstaka barnatiltak um víkingar. Umframt at royna seg í ymiskum
er, og tað krevst vælvild frá arbeiðsplássum ella góðar ommur og abbar, um tað skal hanga saman. Á øllum ansingarstovnum kring landið eru tað limir í arbeiðarafeløgunum, sum vaska, og tað verður hildið [...] Havnar arbeiðskvinnufelag. Tað merkir, at tey kunnu leggja alt landið mest sum lamið. Avleiðingarnar røkka út í hvønn krók í samfelagnum. Rusk hópast upp Ein trupulleiki, sum fólk beinanvegin merkja á egnum [...] Kommunala brennistøðin í Havn og IRF lata aftur í somu løtu, sum verkfall er. ? Vit hava fyrireikað okkum soleiðis, at vit eru ajour. Men alt steðgar í somu løtu verkfall er. Ruskið verður ikki savnað ella brent