Sverri skal aftur í eldin

Føroyski rógvarin heldur seinnapartin fram við royndini at kvalifisera seg í OL kappingina í rógving í Brasil

Í gjár gekk tað upp á stás, tá ið Sverri Nielsen úr Miðvági royndi seg í innleiðandi kappingini í rógving, sum í hesum døgum er í Luzern í Sveis. Málið er at kvalifisera seg at taka lut í OL kappingini, sum verður í Brasil í august.

 

Sverri vann sín riðil sera sannførandi, men fyrsta partin av teininum sá tað ikki so væl út. Tá ið tað restaðu 500 metrar av 2000 metra teininum var Sverri á triðja plássi. Bara tveir teir bestu kvalifiseraðu seg í hálvfinaluna. Endaspurturin var framúr hjá Sverra, sum vann so ruddiliga.

-Eg nýtti ov nógva orku á fyrstu túsund metrunum, segði Sverri Nielsen við heimasíðuna hjá danska róðrarsambandinum. Kortini megnaði hann at vinna í tíðini 6.53.65. Ungarn og Russland vóru ávikavíst 3.59 og 8.83 sekund seinni á mál.

 

Seinnapartin - klokkan 15.21 - fer Sverri at kappast í hálvfinaluni. Tað vera seks luttakarar í hansara riðli, og tríggir teir fremstu halda fram í finaluni, sum verður í morgin.

 

Í dag fer Sverri Nielsen at kappast ímóti Bulgaria, Sveis, Slovakia, Finnlandi og Týsklandi.