- Hetta skal vera forkunnugt og tað skal vera gott.
Tað sigur Jóhannes Jensen, stjóri í samtakinum, sum eigur og rekur Hotel Føroyar, Etika, Áarstovu, umframt aðrar matstovur.
Tey hava enn einaferð brotið upp úr nýggjum, nú tey í kvøld lata upp nýggju fiskamatstovuna, Barbaru, upp í søguligum fleiri hundrað ára gomlum húsum, Baianstovu, í Gongini í Havn.
Hetta er ein fiskamatstova, ella eitt fiskahús, tey nevna tað, har endamálið er at geva gestunum fyrstafloks mat fyri ein sámuligan penga.
- Tað skal vera ein matstova fyri allar pengapungar, og tað er ikki neyðugt at pynta seg fyri at støkka inn á gólvið. Av tí sama eru heldur ikki dúkar á borðinum, men alt er borðreitt á borðinum.
- Hetta er ikki ein matstova, sum ger seg upp, sigur hann.
Hóast tað er ein fiskamatstova, hava tey eisini ein kjøtrætt á matarskránni upp á beráð.
Men annars er tað spillfeskur føroyskur fiskur, sum stendur á matarskránni, men hann er tilvirkaður við íblástri úr Spania.
- Hetta eru føroyskar fiskavørur á sponskum, sigur Jóhannes Jensen.
Av tí, at talan er um spillfeskan fisk, veldst mataskráin eitt sindur um, hvat hevur verið at fingið av fiski.
Men á matarskránni eru fiskarættir, sum ikki er so vanligur at borðreiða við, eitt nú serligir rættir úr saltfiski, lippum, øðum, kræklingum, skøtu, havtasku, umframt frikadellur.
Og til at tryggja, at tað, sum verður sett á borðið er fyrsta floks, hava tey fingið Jákup Sumberg, sum hevur verið kokkur á tveystjørnaðu Michelinmatstovuni, Matsalen, hjá Mathias Dahlgren í Stockholm, at koma heim at kokkast í Barbaru.
Eitt serstakt við hesi matstovuni er, at maturin verður ikki máldur upp til hvønn sær, men alt verður sett á borðið á føtum, sum eru felags fyri borðið.
Trýst HER fyri at síggja fleiri myndir úr nýggju fiskamatstovuni Barbaru
Tað ber til at bíleggja ta heilt stóru matarskránna við 12 rættum, men tað eru eisini matarskráir við færri rættum.
Men vil man heldur seta matarskránna saman sjálvur, ber til at bíleggja fleiri smærri rættir til eitt heildarmáltíð.
Jóhannes Jensen dylir ikki fyri, at hann er eisini serliga stoltur av úrvalinum av víni, Barbara hevur at bjóða afturvið matinum.
- Vit hava lagt nógva orku, og brúkt langa tíð um at finna gott vín afturvið matinum, sigur Jóhannes Jensen.
Hann ivast ikki í, at útlendsk ferðafólk fara at taka væl ímóti nýggju matstovuni, men hann er serstakliga spentur upp á, hvussu undirtøkan verður ímillum føroyingar, og um teir taka so væl undir við hesum, at eini fiskamatstovu er lív lagað í Føroyum.
|