Tað verður tórførari og tórførari at smugla rúsevni til Føroyar og akkurát nú hevur tollvaldið fingið eitt sera hent amboð afturat í stríðnum ímóti smuglingini Fyri nøkrum fáum døgum síðani fekk tollvaldið eitt nýtt amboð í stríðnum ímóti rúsevnasmuglingini til Føroyar.
Og tað er eitt ógvuliga hent amboð, sum hevur staðið á ynskilistanum hjá teimum leingi, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.
Í hesum sambandi hevur tollvaldið nú fingið elektroniska atgongd til allar ferðafólkalistarnar hjá Atlantsflogi og hjá Norrønu,
- Hetta er eitt amboð, sum tollvaldið í okkara grannalondum hava og sum er neyðugt fyri at hava eitt neyvt eftirlit við smuglarum, sigur Kjartan Dam Joensen.
At tollvaldið nú kann fara beinleiðis á telduna og síggja ferðafólkalistarnar hjá Atlantsflogi og Norrønu, merkir, at nú ber tað til at hava neyvt eftirlit við, hvør ferðast til og úr Føroyum.
Hetta merkir eisini, at tollvaldið kann fylgja við, um tað er nakar, sum ferðast merkiliga ofta.
- Yvirhøvur verður eftirlitið nógv lættari, tá ið vit alla tíðina síggja, hvør ferðast til og úr Føroyum, sigur Kjartan Dam Joensen.