Taka nú støðu til nýggja útbúgving í Suðuroy

Tey, sum søktu, fingu boð um, at ætlanin varð slept, men nú verður málið umhugsað av nýggjum

 

Tað er enn ikki heilt greitt um tað verður veruleiki, at ein búskaparbreyt verður skipað í Skúladeplinum í Suðuroy.

 

Annars ber tað nú til at ganga á FHS í Suðuroy, men nú var eisini ætlanin at framhaldsútbúgvingin skuldi eisini skipast í skúladeplinum í Suðuryoy.

 

Men tað vóru so fá sum søktu, at tey, sum høvdu søkt, fingu boð um, at útbúgvingin verður av ongum, tí tað vóru so fáir umsøkjarar.

 

Tað hevur ljóðað, at tað vóru færri enn 10 umsøkjarar og at tað var ov lítið grundarlag til at skipa eina útbúgving.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur kortini, at enn er endalig støða ikki tikin til spurningin og hon sigur, at ein avgerð verður tikin nú, beint eftir páskir.

 

Sjálv heldur hon, at tað tað hevði verið gagnligt at fingið eina búskaparbreyt í Suðuroy, hóast næmingagrundarlagið kanska er lítið.

 

– Suðuroy er í eini serstøðu og kann ikki metast eftir sama leisti sum restin av landinum, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at spurningurin verður eisini kannaður um tað ber til at skipa eina búskaparbreyt í Suðuroy við fjarðundirvísing, har næmingarnir fáa undirvísing á internetinum, saman við einum flokki norðanfjørðs, í hvussu so er í summum lærugreinum.

 

– Nú á døgum eru teknisku møguleikarnir góðir og tað eiga vit eisini at gagnnýta, sigur Rigmor Dam.