Verkfallið rakar meint kring alt landið

Ruskið hópast upp. Barnaansingin steðgar. Mjólkin gongur undan. Fiskavirkingin steðgar. Alivinnan kann fáa trupulleikar at fóðra. Eitt verkfall kann fáa ógvusligar avleiðingar hesaferð og merkist hjá øllum kring alt landið

Meðan eygnalokini hingu meira og meira á Hotel Føroyum, har sáttmálasamráðingarnar leikaðu í, líktist alt meira einum verkfalli. Og so varð. Klokkan 13 hósdagin fóru partarnir hvør til sítt, og so varð verkfall.
Eitt verkfall, sum hesaferð rakar allar Føroyar. Áður hevur Føroya Arbeiðarafelag staðið einsamalt, og tí er Havnin sloppin mest sum snikkaleys. Nú standa øll arbeiðarafeløgini saman: Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, Klakvsvíkar arbeiðskvinnufelag, Havnar arbeiðsmannafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag.
Tað merkir, at tey kunnu leggja alt landið mest sum lamið. Avleiðingarnar røkka út í hvønn krók í samfelagnum.

Rusk hópast upp
Ein trupulleiki, sum fólk beinanvegin merkja á egnum kroppi, er ruskinnsavningin og -brenningin. Bæði Kommunala brennistøðin í Havn og IRF lata aftur í somu løtu, sum verkfall er.
? Vit hava fyrireikað okkum soleiðis, at vit eru ajour. Men alt steðgar í somu løtu verkfall er. Ruskið verður ikki savnað ella brent. Hesaferð rakar verkfallið hart, og vit kunnu rokna við, at tað tekur dupulta tíð at koma uppundan aftur. Verður verkfall í eina viku, tekur tað fjúrtan dagar hjá okkum at brenna. Samstundis krevjast eyka fólk at savna húsarhaldsruskið innaftur, tá verkfallið er av, sigur Jógvan Júst Justinussen, stjóri fyri IRF.

Ansing steðgar
Barnafamiljurnar merkja eisini skjótt, at verkfall er, og tað krevst vælvild frá arbeiðsplássum ella góðar ommur og abbar, um tað skal hanga saman.
Á øllum ansingarstovnum kring landið eru tað limir í arbeiðarafeløgunum, sum vaska, og tað verður hildið at vera óforsvarligt at hava opið, tá vaskingin steðgar.
? Eftir trimum døgum steingir barnagarðurin, og eftir fýra døgum steingir vøggustovan. Foreldrini taka tað tungt. Tey eru ikki óð við okkum, men tey eru í dýrastu neyð, tí tey ikki fáa børnini ansað. Vit noyðast til arbeiðis kortini, og vit fáa avgreitt ymiskt, sum vanliga ikki er tíð til, sigur Fríðgerð Sundskarð, leiðari á Lítlaskógi í Havn.

Væntaðu verkfall
Framleiðsluvinnan verður rakt alt fyri eitt. Fiskavirkini í øllum landinum steðga maskinunum og snara lykilin í somu løtu, verkfallið verður lýst. Fiskavirkini eru longu givin at keypa fisk, tí tey roknaðu við verkfalli.
Tað hevur eisini víst seg, at alivinnan verður hart rakt, tá tey tímaløntu fara heim, tí tað gongur út yvir fóðringina. Hana hava stjórar tikið sær av í neyðstøðu, men trupulleikin er eisini, at fóðrið ikki verður koyrt fram. Hinvegin ljóðar, at alivirki hava lagt fóður inn undir seg og klára seg eina tíð.

Kanska vørutrot
Alt eftir, hvussu leingi verkfallið verður, so kann hugsast, at gerandisvørur fara at ganga undan.
Ein trupulleiki, sum plagar at raka barnafamiljurnar, er mjólkin. Útkoyringin av mjólk heldur uppat, og goymslurnar hjá handlunum eru skjótt tómar, tí mjólk spillist.
Koyring av vøru frá heilssølum stegðar eisini, og tí hava handlar longu lagt inn undir seg.