Maðkur herjar føroyskar teldur

Í gjár og fyrradagin blivu nógvar føroyskar fyritøkur raktar av telduvirusi, einum sonevndum »maðki«. Tá hesin maðkur er komin inn á telduna sendir hann innkomin teldubrøv víðari til tilvildarligar e-postadressur í adressulistanum, og síðan slettar hann alt á telduni

 

Á Formula.fo hava tey havt úr at gera seinastu dagarnar. Fyritøkur hava ringt og biðið um hjálp, tí knappliga er e-postforrit teirra farið undir at senda teldubrøv út til adressur á adressulistanum. Og hjá onkrum er alt, sum fyrr var á telduni, slettað. Orsøkin er eitt serliga skaðiligt telduvirus, sum hevur breitt seg millum føroyskar teldubrúkarar seinastu dagarnar.


Serligur maðkur

Tað er ikki óvanligt at telduvirus breiða seg við at senda seg sjálvan út til aðrar teldur sum e-post. Hetta slag av virus verður vanliga nevnt »worm« ella ein »maðkur«. Men tað serliga við hesum maðkinum, sum hevur herjað føroyskar teldur seinastu dagarnar, er, at hann ikki bara sendir seg sjálvan víðari - hann sendir eisini ymisk teldubrøv, sum liggja á telduni, víðari til tey, sum standa á adressulistanum í e-postforritinum.

So hevur tú eitt teldubræv við einari bakiuppskrift liggjandi á telduni, sum so verður rakt av hesum maðkinum, verður bakiuppskriftin send víðari til onkran av teimum, sum tú hevur standandi á tínum adressulista.


Virkisloynidómar sendir út

Tá talan er um bakiuppskriftir er skaðin ikki so álvarsligur. Men søgan er ein heilt onnur, tá teldubrøv við loyniligum virkisupplýsingum hjá einari fyritøku verða send út til aðrar fyritøkur. Og tað er júst tað, sum onkur føroysk fyritøka hevur verið úti fyri seinastu dagarnar, verður sagt av Formula.fo.

Formula.fo er ein av landsins størstu umsitarunum av telduskipanum. Har hava starvsfólkini sæð nógv ymisk telduvirus, men hetta, sum nú herjar, hoyrir til tey álvarsligu, tí avleiðingarnar kunnu vera rættiliga skaðiligar fyri tær raktu fyritøkurnar.


Loysir seg at verja

Telduvirus er ein afturvendandi trupulleiki, men til ber at verja seg ímóti hesum, við at nýta anti-virus forrit. Forritini verða allatíðina uppdaterað við upplýsingum um nýggjastu virusini, og tí veita tey rættiliga góða trygd mótvegis virusálopum. Men tað kostar pening at nýta tey, og tí velja summar fyritøkur at liva fyriuttan hesa virusverju.

Men hetta kann lætt gerast ein dýr søga, tí telduvirus gerast alsamt fleiri og gera meira álvarsligan skaða.


Ikki Code Red

Av Formula.fo verður sagt, at fyrstu ferð tey gjørdust varug við tann herjandi »maðkin« var um miðjan juli mánað. Men hann hevur ligið í dvala, og fyri trimum døgum síðan fór hann rættiliga at breiða seg millum føroyskar teldur.

Maðkurin, sum herjar her á landi í løtuni, hevur tað heldur kryptiska heitið w32.sircam.worm@mm. Talan er soleiðis ikki um »Code Red-maðkin«, sum BBC og aðrir miðlar ávaraðu teldubrúkarar um allan heim ímóti fyri trimum døgum síðan. Hesin maðkurin hevur ikki gjørt so um seg, sum stúrt varð fyri, tí fyritøkur vóru ávaraðar frammanundan.