hevði Máni frá Kílhrauni sína síðstu kappríðing í trav, Máni er 20 ára gamal og hevur verið í Føroyum síðani hann var 6 ár. Hesi 14 árini hann hevur verið í Føroyum, hevur hann verið føroyameistari heili [...] ferðir. Hansara besta tíð á 250 m í startboks er 24,4 sek og á 500 m í startboks er 45,1 sek. Eigarin Knút Lützen og onnur hava fylgt við og spurt seg fyri, men er ikki komin fram á nakað annað ross, ið [...] nú tað ikki er so vanligt at kappast einans í trav – men eingin yvi er millum rossafólk at Máni er eitt av skjótastu rossum, tá tað kemur til trav. Tí kann Máni helst kallast skjótasti travari í heiminum
heimavølli við Stórá í Trongisvági fyrr í dag. Tað var tó ikki í fyrra hálvleiki, at TB var sannførandi. B68 var á odda 1-0 í steðginum, og TB fekk lítið at rigga í fyrra hálvleiki. Í steðginum fingu TB [...] gott út nú bert 15 stig eru eftir at spæla um. TB-venjarin slær tó fast, at enn er tilveran í effodeildini ikki tryggjað, og málið er framvegis at fáa minst 26 stig. [...] TB-leikararnir tó ein uppsang, og teir fingu rætta uppá fleiri ting, og frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki vóru TB-arnir klárir, og innan ein minutt hevði heimaliðið vent 0-1 til 2-1, og legði seinni
um, at hon hevði ikki fingið í boðið at gerast borgarstjóri saman við Tjóðveldinum og Framsókn. - Eg segði, at tað hevði verið áhugavert og meira enn tað, sum var tá. Eg hevði tó ikki tosað við hvørki [...] 00 mundið í dag og eg segði eisini tað vóru aðrir meira áhugaverdir møguleikar enn tann táverandi, sigur Annika Olsen. Tað er fallið mongum fyri bróstið, at Annika Olsen rósti Heðini Mortensen í sjónvarpinum
eitt innbrot í Mimir, har hesin ungi maðurin royndi at átaka sær skyldina fyri innbrotið fyri ein vinmann. Í málinum móti vinmanninum endurtók ungi maðurin í rættinum, at tað var hann og ikki vinmaðurin [...] maður varð í gjár dømdur 10 mánaðir fongsulsrevsing fyri innbrotstjóvarí, herverk, falska frágreiðing og órætta frágreiðing. Hann er dømdur fyri fýra ymisk innbrot, millum annað í svimjihøllina í Gundadali [...] funnin sekur í herverkinum, hann framdi í svimjihøllini. Umframt hetta er hann dømdur fyri at hava givið løgregluni órætta frágreiðing og fyri at hava givið rættinum falska frágreiðing. Hetta var í samband
kann gerast í so mikið. Sunnudagin var minniskonsert í Gøtu kirkju fyri Páll Jacobsen, sála, pápa songkvinnuna Eivør Pálsdóttur. Hálvan tíma fyri, at konsertin skuldi byrja, kom ein maður í kirkjuna. Maðurin [...] loyvi til at fara til eina almenna konsert, men tað hildu hini ikki í hesum førinum. Heitt varð á mannin um at fara, men at vildi hann ikki, og tí varð ringt til politiið. Løtu eftir kom ein politibilur [...] sum í fleiri ár hevur elt Eivør Pálsdóttur. Hon kennir seg alt annað enn trygga við mannin, sum hevur politihald, at hann skal halda seg frá henni. Biðin um at fara Sunnudagin sat hann stillur í kirkjuni
leggur afturat, at í sama tíðarskeiði minkaði talið á borgarligum vígslum úr 20.172 í 17.538. Karsten Nissen, sum er biskupur í Viborg, sigur við blaðið, at kirkjan hevur ikki dugað nóg væl at leggja dent [...] gar frá pørum, sum vilja hava ein prest at víga tey, men ikki í kirkjuni. Men tað kunnu prestarnir bara gera í heilt serligum førum, eitt nú í sambandi við álvarssama sjúku. Hinvegin eru fleiri kommunur [...] Í fjør vóru 10.956 pør vígd í teimum donsku kirkjunum, og tað var næstan helvtina færri enn tíggju ár frammanundan. Í 2000 vóru 18.172 pør vígd innan kirkjugátt. Tað skrivar Kristeligt Dagblad og leggur
frumframførslu er, at Monika Stauss í 1997 spældi eitt verk eftir Leif Hansen, og tað vildi hon fegin hava við nú hon og Birgitte skul hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við Summartónar. Monika [...] Monika Stauss fann tó ikki nótarnar aftur og setti seg tí í samband við Leif Hansen, men hann fan heldur ikki sínar nótar. Hann gjørdi so tað, at hann skrivaði verkið av nýggjum eftir minninum við nøkrum [...] Mánakvøldið verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg fara at framføra Tær báðar fara at spæla verk eftir Black, Weber, Balazs, Olsen og so verður
Tað er ikki bara tað almenna, sum hevur áhuga í at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Tað kemur fram í álitinum, sum Fíggjarnevndin hevur borið í Løgtingið saman við uppskotinum, sum er til aðru viðgerð [...] viðgerð í dag. Hóast fíggjarnevndin er samd um at lata tað almenna byggja havrannsóknarskipið fyri 200 milliónir krónur yvir fýra ár, vísa Jørgen Niclasen og Bill Justinussen á í viðmerkingunum, at komið er [...] Hetta eigur tó ikki at seinka ætlanina, siga teir. Lagt verður upp til ein samlaðan prís á 200 mió. kr., sum skulu rindast yvir fýra ár ? harav 25 mió. krónur, sum longu vórðu játtaðar í februar. Nýggja
Leygarkvøldið fáa vit høvið at fáa eitt tónlistarligt upplivilsi í Hvalba, sum ikki fæst á hvørjum ári. Klokkan 22 leygarkvøldið bjóðar Bóltfelagið Royn til tónlistarligan toppfund við kafé og har tríggir [...] Johannesen, Sámal Ravnsfjall og Una Debes, sum fara at spæla á kafé í Roynhøllini leygarkvøldið. Hanus Johansen hevur sungið og spælt seg inn í føroysku fólkasálina við sínum tulkingum av suðuroyarskaldinum [...] Poul F og øðrum, hann hevur avrikað og tað hevur Sámal Ravnsfjall ikki minni við medistaranum í Karry og túsund og einari nátt og einum hópi av øðrum sangum. Uni Debess er nógv tann yngsti av teimum,
Regattan við seglskipum, sum í gjár legði frá landi og fyrr í dag fór av Klaksvíkini, er nú suðurfyri Rituvík. Skiparin á Westward Ho, Andras Winther, sigur við Portalin, at skipafylgið verður á Mjóvanesi [...] Runavíkar. - Men eg havi frætt, at tað vera fleiri fólk við í morgin, tá vit fara av Runavík til Havnar og víðari til Suðuroyar. Tíðarætlanin heldur ikki heilt, tí sluppirnar eru næstan ein tíma fyri tíðina. [...] hava undanvind, so tað gongur skjótt, hóast vit sigla við seglum, sigur Andras Winther. Hann heldur ikki, at áhugin fyri regattuni hevur verið serliga stórur; bert nøkur fá fólk keyptu sær atgongumerki til