Ein 26 ára gamal maður varð í gjár dømdur 10 mánaðir fongsulsrevsing fyri innbrotstjóvarí, herverk, falska frágreiðing og órætta frágreiðing.
Hann er dømdur fyri fýra ymisk innbrot, millum annað í svimjihøllina í Gundadali og Blákrossbúðina 6. oktobur. Hann er eisini funnin sekur í herverkinum, hann framdi í svimjihøllini.
Umframt hetta er hann dømdur fyri at hava givið løgregluni órætta frágreiðing og fyri at hava givið rættinum falska frágreiðing. Hetta var í samband við eitt innbrot í Mimir, har hesin ungi maðurin royndi at átaka sær skyldina fyri innbrotið fyri ein vinmann.
Í málinum móti vinmanninum endurtók ungi maðurin í rættinum, at tað var hann og ikki vinmaðurin, sum hevði framt innbrotið. Tá so vinmaðurin varð dømdur, varð maðurin beinanvegin ákærdur fyri at hava givið eina falska frágreiðing.
Ein ung kvinna var herfyri funnin sek í at hava framt innbrotini í svimjihøllina og Blákrossbúðina saman við manninum. Hon hevur ikki fingið nakran dóm ásettan enn, tí bíða verður eftir eini fráðgreðing um heilsustøðu hennara.










