Handtikin í kirkjuni

Politiið tók í gjár ein útlending, sum er í so hugtikin av Eivør Pálsdóttur

Kend fólk hava sínar fjepparar, men tað kann gerast í so mikið.
Sunnudagin var minniskonsert í Gøtu kirkju fyri Páll Jacobsen, sála, pápa songkvinnuna Eivør Pálsdóttur.
Hálvan tíma fyri, at konsertin skuldi byrja, kom ein maður í kirkjuna. Maðurin var ein útlendingur, sum í fleiri ár hevur elt Eivør Pálsdóttur.
Hon kennir seg alt annað enn trygga við mannin, sum hevur politihald, at hann skal halda seg frá henni.

Biðin um at fara
Sunnudagin sat hann stillur í kirkjuni, men tey, sum eru um Eivør Pálsdóttir hildu tað vera at spilla løtuna fyri hana, at maðurin varð har.
Hann helt seg hava loyvi til at fara til eina almenna konsert, men tað hildu hini ikki í hesum førinum.
Heitt varð á mannin um at fara, men at vildi hann ikki, og tí varð ringt til politiið.
Løtu eftir kom ein politibilur við blunkandi ljósum flúgvandi úr Klaksvík, og maðurin varð handtikin.
Eivør Pálsdóttir hevur annars seinasta árið fingið frið fyri fjepparanum.