Í fjør vóru 10.956 pør vígd í teimum donsku kirkjunum, og tað var næstan helvtina færri enn tíggju ár frammanundan. Í 2000 vóru 18.172 pør vígd innan kirkjugátt. Tað skrivar Kristeligt Dagblad og leggur afturat, at í sama tíðarskeiði minkaði talið á borgarligum vígslum úr 20.172 í 17.538.
Karsten Nissen, sum er biskupur í Viborg, sigur við blaðið, at kirkjan hevur ikki dugað nóg væl at leggja dent á, at eitt kirkjubrúdleyp kann vera líka bíligt sum ein borgarlig vígsla.
Karsten Nissen sigur, at biskuparnir fáa støðugt fleiri fyrispurningar frá pørum, sum vilja hava ein prest at víga tey, men ikki í kirkjuni. Men tað kunnu prestarnir bara gera í heilt serligum førum, eitt nú í sambandi við álvarssama sjúku. Hinvegin eru fleiri kommunur farnar at lýsa við, at fólk kunnu verða vígd á serligum støðum, sum tær siga, og tað hevur uttan iva sína ávirkan, sigur biskupurin í Viborg við Kristeligt Dagblad.