Kendi sangarin, tónleikarin og sangskrivarin, Chris Rea, er deyður.
Hetta vita útlendskir miðlar at siga fyri løtu síðani.
Hann var m.a. kendur fyri jólasangin Driving Home for Christmas.
Sangurin hevur ligið millum heimsins fremstu jólasangir, síðani hann kom út í 1986.
Søgan aftanfyri sangin er, at Chris Rea royndi at koma sær fram sum tónleikari í London, men at umboðsmaðurin slapp sær avstað, og plátufelagið vildi ikki gjalda tokferðaseðil. Rea ringdi til konu sína, ið setti seg í teirra lítla Austin Mini, og koyrdi teir 350 kilometrarnar frá Middlesbrough til upptøkuhølini á Abbet Road.
So fór at kava, og Rea sá, at aðrir bilførarar eisini høvdu trupulleikar av hesum. Hann byrjaði at syngja Driving home for Christmas, og tá gøtuljósini lýstu inn í bilin, skrivaði hann jólasangin niður.
Hann var tó bangin fyri, at sangurin skuldi gera enda á yrkisleiðini sum seriøsur tónleikari, tí hann hevði ongantíð havt ætlanir um at skriva jólatónleik ella eitt heimshitt innan hesa tónleikagrein.
Millum aðrar kendar sangir hjá Chris Rea eru t.d. On the Beach og Road to Hell.
Fyri áleið 20 árum síðani fekk Rea krabbasjúku, og hevur hann stríðst við hesa sjúku øll árini. Fyri nøkrum árum síðani fall hann um á palli.
Chris Rea gjørdist 74 ár.










