Privatir aktørar áhugaðir í havrannsóknarskipinum

Tað er ikki bara tað almenna, sum hevur áhuga í at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Tað kemur fram í álitinum, sum Fíggjarnevndin hevur borið í Løgtingið saman við uppskotinum, sum er til aðru viðgerð í dag.

Hóast fíggjarnevndin er samd um at lata tað almenna byggja havrannsóknarskipið fyri 200 milliónir krónur yvir fýra ár, vísa Jørgen Niclasen og Bill Justinussen á í viðmerkingunum, at komið er fram, at privatir aktørar eru áhugaðir at byggja, fíggja og reka havrannsóknarskipið í leigusáttmála við Havstovuna.

Báðir tinglimirnir halda tí, at landsstýrið eigur at kanna fyrimunir og vansar við hesum møguleika at lata privat standa fyri skipinum, áðrenn endaligur sáttmáli verður gjørdur. Hetta eigur tó ikki at seinka ætlanina, siga teir.

Lagt verður upp til ein samlaðan prís á 200 mió. kr., sum skulu rindast yvir fýra ár ? harav 25 mió. krónur, sum longu vórðu játtaðar í februar.

Nýggja havrannsóknarskipið skal avloysa Magnus Heinason, sum er vorðin 33 ára gamal og er í allar mátar ótíðarhóskandi.