TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjarin hjá TB, Sigfríð Skaale Clementsen aftaná Sigfríður hevði sæð sínar menn vunnið ein sannførandi 4-1 sigur á B68 á heimavølli við Stórá í Trongisvági fyrr í dag.
Tað var tó ikki í fyrra hálvleiki, at TB var sannførandi. B68 var á odda 1-0 í steðginum, og TB fekk lítið at rigga í fyrra hálvleiki. Í steðginum fingu TB-leikararnir tó ein uppsang, og teir fingu rætta uppá fleiri ting, og frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki vóru TB-arnir klárir, og innan ein minutt hevði heimaliðið vent 0-1 til 2-1, og legði seinni omaná sigurin.
TB hevur nú 23 stig, og teir eru 11 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tað sær gott út nú bert 15 stig eru eftir at spæla um. TB-venjarin slær tó fast, at enn er tilveran í effodeildini ikki tryggjað, og málið er framvegis at fáa minst 26 stig.