Tær báðar fara at spæla verk eftir Black, Weber, Balazs, Olsen og so verður ein eitt sindur óvanlig frumframførsla eftir Leif Hansen.
Søgan handan hesa frumframførslu er, at Monika Stauss í 1997 spældi eitt verk eftir Leif Hansen, og tað vildi hon fegin hava við nú hon og Birgitte skul hava konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við Summartónar.
Monika Stauss fann tó ikki nótarnar aftur og setti seg tí í samband við Leif Hansen, men hann fan heldur ikki sínar nótar. Hann gjørdi so tað, at hann skrivaði verkið av nýggjum eftir minninum við nøkrum broytingum.
Talan verður tí um eitt nýtt – gamalt – verk og tí eisini talan um eina frumframførslu.
Monika Stauss Joensen spælir violin, meðan Birgitte Schnakenburg spælir klaver. Konsdertin verður mánakvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og byrjar klokkan 20.