síðst í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku, at tey kunnu fara undir at lata jólahjálp. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaðu vit, at tað gekk strilti at savna pening inn. Tað skerst ikki burtur, at Í Menniskjum [...] vóna, at hetta er ein ábending um, at tað nú eru nógv færri barnafamiljur, sum eru so fátækar, at tær ikki hava ráð til at halda jól. – Er hetta orsøkin, er tað gleðiligt, sigur hann. Hann sigur, at umleið [...] hann sigur, at hesar seinastu dagarnar eru gongdin vend, og at tað sær betri út nú. – Tað sær út til, at tað aftur er farið at ganga betur at savna pening inn, sigur hann. Hann nevnir, at í gjár var eitt
ætlanirnar í samgonguskjalinum, og ikki minni, at tað ber boð um, at hetta týdningarmikla øki, sum námsfrøðiliga økið er, fer at fylla meira og fáa hægri politiska raðfesting í framtíðini. At enda skal [...] vit síggja fram til at verða tikin við í hetta arbeiði. Vit fegnast eisini um, at nýggja landsstýrið heldur fram við ætlanunum at útbúgva fleiri námsfrøðingar og samstundis fer undir at skipa merit-útbúgvingar [...] vingar, sum aftur eigur at geva fleiri av okkara limum møguleikan at útbúgva seg. At vit fáa eitt brekumboð er eisini kærkomið, soleiðis at borgarin verður stuðlaður í at fáa eina so góða tænastu sum gjørligt
Hann bleiv við at spyrja, um vit ikki kendust frá fyrr av. Eg segði so, at hetta var fyrstu ferð, at eg vitjaði í Føroyum, so vit høvdu neyvan sæð hvønn annan fyrr. Hesum vildi hann tó ikki trúgva, og eg [...] unum eru við í kappingini. Sjálvur er Anton keddur av, at hann ikki var við í teim útvaldu, sum sluppu at royna seg enn einaferð. - Men eg var opninbart ikki góður nokk, so tað gerst ikki við, sigur hann [...] Robinson-oynna, so er eingin ivi í huganum hjá Antoni: Hetta er ikki seinastu ferð, at hann vitjar her á klettunum. - Eg eri bara keddur av, at eg nústani havi tikið meg saman við at vitja Føroyar. Men tað má
iva nógv rætt í tí. Best var sjálvandi, at ein lat vera við at grenja yvirhøvur, at ein bara fann seg í øllum. Men tað havi eg valt ikki at gera, m.a. tí eg haldi tað vera rættiligt inntriv í skrivifrælsið [...] sipa teir til, at eg nú so ofta havi endurtikið, at teir á Sosialinum útihýsa ella súlta í mun til politiskan lit, at hetta nú kann fara at verða sannleiki millum manna. Ikki rokni eg við, at annar hvør [...] leiðslan sýtti fyri at seta røðuna í blaðið. Grundgevingin var tann, at Sosialurin ikki setti røður í. Hvussu nógvar røður hava ikki staðið í Sosialinum síðan 1998, og ikki bara tær hjá ávísum tjóðveldismanni
besta skoytara. Teir verða báðir dømdir ikki at sleppa at kappast longur og eru úr ítrottagreinini í trý ár. Ein dag finnur Jimmi fram til, at hann kann kappast – ikki einsamallur, men sum par. Venjarin hjá [...] hjá honum sær beinenvegin ein møguleika, at Chazz og Jimmi skulu skoyta saman sum eitt mannligt par, tað fyrsta av sínum slag í heiminum. Hetta hóvar ikki verandi heimsmeistarunum, systkjunum Stranz og [...] sum við byrjan hata hvønn annan so illa, at teir oyðileggja alt fyri seg sjálvar. Teir vinna báðir við olympiaduna, men fara til hendurs og missa tí rættin at kappast til alla tíð. Blades og Glory minti
moralskt varð hetta roknað sum ein finala. Men tað kann kortini ikki sammetast við hetta. - Sjálvandi vilja summi halda, at tað var betri, um FM-gullið longu var heima, so vit ikki høvdu hetta trýstið á ólavsøku [...] u. Sigurin kom til høldar, og so verður tað ikki fyrr enn eftir seinasta takið á ólavsøkuróðrinum, at spenningurin verður útloystur. - Hetta er perfekt. At FM-heitið stendur og fellur við ólavsøkuróðrinum [...] sum hevur gjørt, at Havnarbáturin – enntá sannførandi – hevur bast orminum teir báðar seinastu róðrarnar? - Tað eru fleiri lutir. Í fyrsta lagi høvdu skaðar og sjúkur merkt, at vit ikki høvdu akkurát ta
onkur noyðist at sita uttanfyri móti sínum vilja. Í øðrum lagi er ítróturin ein týðandi liður í kropsligu menningini hjá børnum, og í triða lagi eru vit somikið fáment, at vit ikki hava ráð til at missa talentir [...] um møguleikan hjá børnum og ungum at íðka ítrótt. Petur Elias leggur tó dent á, at hetta einans eru hansara egnu tankar, tí málið er ikki formliga viðgjørt hjá ÍSF. - Í fyrsta lagi er ítrótturin ein tann [...] íðkandi, har tað ikki hevur borið til at krevja limagjald, men hetta hevur samstundis verið nakað, sum feløgini sjálvi hava tikið hond um. Smáu lokalu forholdini hava jú verið so, at fólkini í nevndini helst
Bjørtfríð greiðir frá, at tá tú kemur inn í rúmið, so sært tú ikki, at tað er eitt bumbuskýli, tí tað sær ikki øðrvísi út enn øll onnur rúm í húsinum. Tað er bara gjørt soleiðis, at í fall, at okkurt skuldi hent [...] tað møguligt at fara inn hagar. Eisini í runt í býnum eru bumbuskýli at fara í. Men Bjørtfríð er optimistisk. Hon trýr, at kríggið fer at fáa ein enda, sum alt annað, og at Ísrael fer at gerast friðarligt [...] Bjørtfríð seg ikki vera í parti við nøkrum í krígnum. ? Eg dugi væl at síggja, at báðir partar hava stórar trupulleikar, men hesir trupulleikar eru ikki nýggir. Tú kanst fara fleiri 1000 ár aftur í tíðina, og
Meistararnir úr Vestmanna hava ikki roynt at tapt síðani aprí mánað í fjør, og longu eftir fáum minuttum stóð eisini greitt, at tað ikki skuldi vera hesaferð, at nakar fór at koppa teimum. Ferðin fór niður [...] undrunarvert, at VÍF mest sum í hvørjum dysti sleppur undan at skula savna seg um dystin í samfullar 60 minuttir. Og í øllum førum kann hetta gerast ein vansi, tá tær um stutta tíð skulu royna seg í europeiskum [...] stinnur liður í verjuni eins og í týdningarmikla kontraspælinum, men eftir at hon fyrst noyddist út við eymum ryggi, og síðani keikti sær tummilin, verður hon kanska noydd at hava ein steðg í nakrar dagar
um hetta, tá øll fýra, sum vóru í ABBA bólkinum, fyri fyrstu ferð í 22 ár vístu saman alment. Hetta var í samband við eina filmútgávu av ABBA musicalinum, ?Mamma Mia?, í Rival biografinum í Stockholm. Men [...] hava vit í heldur styttri tíðarbil sæð Led Zeppelin, Pink Floyd og Spice Girls ? og so kann ein eisini spyrja seg sjálvan: Hví skulu vit so ikki eisini sleppa at hoyra ABBA aftur? Fólk komu at hugsa um [...] Men hetta var, eftir øllum at døma, tað tættasta vit fara at síggja ABBA endurstovnað, siga Bjørn og Benny við The Sunday Telegraph.