Talan var um næstu finaluna á rað hjá Havnarbátinum. Skuldi vónin um FM-heitið haldast á lívi, so var kravið ein sigur á vestanstevnu, eins og tað var tað á Fjarðastevnu.
Sigurin kom til høldar, og so verður tað ikki fyrr enn eftir seinasta takið á ólavsøkuróðrinum, at spenningurin verður útloystur.
- Hetta er perfekt. At FM-heitið stendur og fellur við ólavsøkuróðrinum er mest sum tað ultimativa, tá tú rør. Og ikki minst tá tað er við Havnarbátinum. Hóast allir bátar sjálvandi hava sína søgu, so er tað nakað serligt við Havnarbátinum. Nakað sum tú hevur vitað, síðani tú vart smádrongur, og kanska als ikki hevði tann stóra áhugan fyri kappróðri.
Soleiðis sigur 37 ára gamli Heini Hátún, sum er formaður umborð á Havnarbátinum, sum beint nú tykist vera besta boðið upp á nýggjan føroyameistara í 10-mannafarsróðrinum.
Fyrsta finalan
Tú hevur róð í fleiri ár. Men hevur tú nakran tíð áður staðið í líknandi støðu undan ólavsøkuni?
- Nei. Tá eg róði við Klaksvíkingi í 2006 varð spenningurin stórur undan ólavsøkuni. Árið var eitt sindur kontroversielt eftir handan startin hjá Eysturoyingin á eystanstevnu. Tí var gullið vunnið undan ólavsøkuni, men moralskt varð hetta roknað sum ein finala. Men tað kann kortini ikki sammetast við hetta.
- Sjálvandi vilja summi halda, at tað var betri, um FM-gullið longu var heima, so vit ikki høvdu hetta trýstið á ólavsøku. Men tað hevði so ikki verið eins spennandi. Har verður talan um øgiliga gleði ella øgiligt vónbrot, og soleiðis eigur tað at vera undan eini finalu, sigur Heini Hátún.
Smærri broytingar munaðu
Verandi støðan var annars nóg so fjar fyri góðum trimum vikum síðani. Men hvat er tað, sum hevur gjørt, at Havnarbáturin – enntá sannførandi – hevur bast orminum teir báðar seinastu róðrarnar?
- Tað eru fleiri lutir. Í fyrsta lagi høvdu skaðar og sjúkur merkt, at vit ikki høvdu akkurát ta manning, sum vit skuldu hava, og tann parturin kom ikki í rættlag fyrr enn eftir eystanstevnu. Hartil gjørdu vit tá eisini nakrar smærri rokeringar, so vit kundu býta vekt og styrki betur runt á bátinum.
- Og so haldi eg eisini, at vit hava duga væl at róð okkara egna róður. Vit hava funnið tað tempo, sum hóskar best til okkum, og tekniskt eru vit sera væl nøgdir við teir báðar seinastu róðrarnar. So mugu vit bara vóna, at tað sama er galdandi eftir ólavsøkuróðurin.
- Vit vita í øllum førum, at vit kunnu klára tað. So er spurningurin bara, um vit raka dagin, tí meira enn nakað, so er tað júst tað, sum krevst, sigur Heini Hátún.
Mynd: Havnarbáturin
Tveir sigrar á rað vóru kravið til Havnarbátin. Tað málið er rokkið, og nú kann árið gerast heilt perfekt, um drekastevnið eisini fer fyrst um málið á ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang