Nógv færri hava søkt um jólahjálp í ár

Í hjálparfelagsskapinum Í Menniskjum Góður Tokki, eru tey eitt sindur ovfarin av støðuni

Talið á teimum, sum hava søkt um jólahjálp frá felagsskapinum, Í Menniskjum Góður Tokki, er nógv lægri í ár, enn tað hevur verið hini árini.

Hini árini hevur talið á umsóknum ligið um 400 umsóknir, ella gott tað, og okkurt árið hevur talið á umsóknum eisini verið omanfyri 500.

Freistin at søkja um jólahjálp í ár var úti á miðdegi leygardagin, og Djóni Eidesgaard, samskipari, sigur, at í ár hava tey fingið 261 umsóknir.

Hann sigur, at hetta kemur eitt sindur óvart á tey, men tey vóna, at hetta er ein ábending um, at  tað nú eru nógv færri barnafamiljur, sum eru so fátækar, at tær ikki hava ráð til at halda jól.

 

– Er hetta orsøkin, er tað gleðiligt, sigur hann.

Hann sigur, at umleið tveir triðingar av umsóknunum eru frá støkum uppihaldarum og umleið ein triðingur er frá pørum við børnum.

 

Jólahjálpin frá Í Menniskjum Góður Tokki er markað til húski við børnum upp til 18 ár, og Djóni Eidesgaard sigur, at nú fara tey at viðgera umsóknirnar.

 

Men av tí at tað eru so fáar umsóknir, væntar hann, at tað verður kanska longu síðst í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku, at tey kunnu fara undir at lata jólahjálp.

 

Fyri nøkrum døgum síðani skrivaðu vit, at tað gekk strilti at savna pening inn. Tað skerst ikki burtur, at Í Menniskjum Góður Tokki hevur fingið vánaligu umrøðu í seinastuni, og Djóni Eidesgaard sigur, at ábendingar vóru um, at tað hevur ávirkað hugin hjá fólki at stuðla.

 

 

Les eisini: Gongur strilti at savna pening inn til jólahjálp til fátæk

 

Men hann sigur, at hesar seinastu dagarnar eru gongdin vend, og at tað sær betri út nú.

– Tað sær út til, at tað aftur er farið at ganga betur at savna pening inn, sigur hann.

Hann nevnir, at í gjár var eitt stuðulstiltak í Kvívíkar kirkju, og tað gav 7500 krónur, og at ætlanin er at skipa fyri onkrum stuðulstiltaki afturat.

 

Les eisini: Politikarar eiga at raðfesta børnini hægri