Uppgávan kundi verið almenn

ÍSF-forsetin dámar væl, at rúm eisini verður fyri teimum, ið ikki hava tey stóru ráðini at íðka ítrótt. Men hann heldur, at uppgávan kundi verið almenn

 

- Sjálvandi skulu øll børn í landinum hava møguleikan at íðka ítrótt. Og tað má undir ongum umstøðum vera so, at nøkur sita uttanfyri av fíggjarávum.

 

Soleiðis sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, nú tosið um fátækamarkið eisini snýr seg um møguleikan hjá børnum og ungum at íðka ítrótt.

 

Petur Elias leggur tó dent á, at hetta einans eru hansara egnu tankar, tí málið er ikki formliga viðgjørt hjá ÍSF.

 

- Í fyrsta lagi er ítrótturin ein tann sterkasti sosiali faktorurin millum ung, og tí er tað ótrúliga óheppið, um onkur noyðist at sita uttanfyri móti sínum vilja. Í øðrum lagi er ítróturin ein týðandi liður í kropsligu menningini hjá børnum, og í triða lagi eru vit somikið fáment, at vit ikki hava ráð til at missa talentir, sigur Petur Elias.

 

- Tað hava gjøgnum tíðirnar verið dømir um íðkandi, har tað ikki hevur borið til at krevja limagjald, men hetta hevur samstundis verið nakað, sum feløgini sjálvi hava tikið hond um. Smáu lokalu forholdini hava jú verið so, at fólkini í nevndini helst vistu, um onkur ikki hevði ráðini, og so varð kanska ikki meira gjørt við eina møguliga eftirstøðu. Men hesin parturin verður sjálvandi truplari, tá talan er um størri feløg á størru plássunum. Og er hetta tætta sambandið ikki til staðar, so fært tú helst eisini støður, har foreldur nokta børnunum at fara, tí tey møguliga kenna seg eyðmýkt, um tey mugu siga avvarðandi felag frá, at tey ikki kunnu gjalda.

 

- Tað er í nógvum førum kostnaðarmikið at reka eitt ítróttafelag, og fyri hesi er limagjaldi eisini ein partur av tilverugrundarlagnum, og tí ynskja tey sjálvandi heldur ikki, at ov nógvir limir eru, sum ikki gjalda. Fleiri feløg hava eisini sum grundleggjandi treyt, at goldið limagjald er ein fortreyt.

 

Herfyri boðaðu B36 og Í menniskjum góður tokki frá samstarvi, har B36 eftir ávísing frá hjálparfelagsskapinum fráskrivar sær limagjaldið til einstakar limir. Nú hevur hjálparfelagsskapurin víðkað sítt tilboð, so tey kunnu hjálpa til við at gjalda limagjald hjá børnum.

 

Petur Elias heldur avgjørt, at slíkt átak er fløvandi, men hann sigur kortini, at eftir hansara tykki kundi talan heldur verið um uppgávu, sum varð handfarin av myndugleikunum.

 

- Tá talan er um sosial-mál av hesum slag, so gongur tú ofta á eini knívsegg. Í hesum førinum mást tú umvegis ein privatan felagsskap greiða frá, at fíggjarstøðan ikki røkkur til fótbóltin, fimleikin ella okkurt triða ítriv, og tað í sjálvum sær kann vera ein forðan. Spurningurin er eisini, um ein slíkur felagsskapur hevur orku ella møguleikar at viðgera øll mál á nøktandi hátt, og um ein slík umsiting ikki skjótt kann ovbyrða felagsskapin.

 

- Sjálvur haldi eg, at mál av hesum slag høvdu ligið betur og tryggari hjá myndugleikunum. Vit hava longu eina skipan við fríplássum til barnaansing, og tað vildi verið upplagt, um somu fólk vóru við til at gera av, hvør kundi fáa frípláss til frítíðarítriv. Hetta eru almennir myndugleikar, har starvsfólkini eru útbúgvin innan sosial-økið, og tey hava atgongd til allar neyðugar upplýsingar. Tað vildi eisini inniborið eina varda persónsupplýsing, tí her hava almennu myndugleikarnir strong krøv. Ítróttafeløgini nýta mest sum øll Askur-skipanina hjá ÍSF til limagjaldið og skrásetan av limum, og her sæst altso ikki, um tað er gjaldskortið hjá Petur Elias Petersen ella um tað er Tórshavnar Kommuna, sum hevur goldið limagjaldið.

 

- Nú kenni eg ikki so nógv til, um og hvussu líknandi skipanir eru aðrastaðni. Men í Íslandi ber til at hava eitt slag av klippikorti, so børn í eini kommunu kunnu nýta upp til ávíst mark í limagjaldi, og ein líkandi skipan kundi verið ein møguleiki.

 

- Ein annar møguleiki kundi verið at gjørt leiðreglur til ítróttafeløgini um atgongd til teirra, ið ikki hava ráð ella møguleika at gjalda limagjald.

 

- Undir øllum umstøðum haldi eg heilt avgjørt, at ítrótturin er ein rættur, sum øll børn og ung skulu hava møguleikan til, og eg haldi heilt avgjørt, at hetta er eitt ítøkiligt mál, sum almennu myndugleikarnir áttu at tikið ábyrgd av, sigur ÍSF-forsetin at enda.