Tómgongd í stórsigri

StÍF-VÍF 9-23 (3-14):

Kvinnurnar úr Vestmanna vunnu ein tryggan sigur á strandingum, uttan at meistararnir nakran tíð høvdu fyri neyðini at spíla seg út

 

Hondbótltur ? kvinnur


VÍF var risa favorittur, tá tær mikukvøldið vitjaðu inni á Skála. Meistararnir úr Vestmanna hava ikki roynt at tapt síðani aprí mánað í fjør, og longu eftir fáum minuttum stóð eisini greitt, at tað ikki skuldi vera hesaferð, at nakar fór at koppa teimum.


Ferðin fór niður

VÍF legði nevnliga bragdliga fyri, og tó at bæði Ioana Rápa og Nicoleta Radu byrjaðu á beinkinum, so varð full ferð sett á málskjótingina alt fyri eitt. Eftir sjey minuttum var støðan 6-1 til gestirnar, og so var alt líka sum avgjørt. Tá var Nicoleta so eisini komin á vøllin, men Ioana varð sitandi á beinkinum alla tíðina, og hetta sigur kanska ikki so lítið.

Hesa løtuna sá veruliga út til, at tær gulu ætlaðu sær mest sum at gera av við StÍF, og sum so helt gongdin eisini fram restina av hesum hálvleikinum. Tað stóð tó greitt, tá liðini fóru til hálvleiks, at ferðin hjá VÍF var niðurgangandi, og hóast tær neyvan ætlaðu tað, so fór ferðin longur niður í seinna.

Sigurin kom tó ongan tíð í vanda. Til tess var munurin millum liðini alt ov stórur, men tað er tó undrunarvert, at VÍF mest sum í hvørjum dysti sleppur undan at skula savna seg um dystin í samfullar 60 minuttir. Og í øllum førum kann hetta gerast ein vansi, tá tær um stutta tíð skulu royna seg í europeiskum høpi, tí sleppa tær ikki at royna seg undir trýsti her heima, so kann tað gerast sera torført, tá ferð verður sett á allan dystin á tamb móti útlendskum mótstøðuliði.


Fleiri skaðar

Hetta við mótstøðuni fær helst venjararnar hjá liðnum at hugsa sítt, men hóast trygga sigurin mikukvøldið, so gav hesin dysturin teimum eisini annað at hugsa um.

Fyrst og fremst av teirri orsøk, at Nicolina Eyðbjørnsdóttir noyddist út við skaða. Vanliga er hon ein stinnur liður í verjuni eins og í týdningarmikla kontraspælinum, men eftir at hon fyrst noyddist út við eymum ryggi, og síðani keikti sær tummilin, verður hon kanska noydd at hava ein steðg í nakrar dagar. Tað hevur Jórun Ludvig eisini í løtuni, so hóast hópurin er breiður, so skulu vestmannagenturnar helst ikki fáa fleiri skaðar, nú tað stundar til europeisku dystirnar, og í heimligu kappingini stendur helst torførasti dysturin í grundspælinum fyri framman, tá VÍF um góða viku skal til Klaksvíkar á vitjan.


Dysturin í tølum

StÍF-VÍF 9-23 (3-14):

Málskjúttar:

StÍF: Poula D. Olsen 3, Ileana Manolescu 3(1), Anna Maria Berthelsen 1, Alina Olaru 1, Anna B. Danielsen 1

VÍF: Jacklin Durhuus 7(1), Sóley Mikkelsen 6(1), Fríða Marjunardóttir 6(1), Nicoleta Radu 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 1, Randi Kúrberg 1

Brotskøst: StÍF 6, VÍF 3

Útvísingar: StÍF 3, VÍF 3

Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Høvdu millum lítið og einki at taka støðu til.