Ignorera veruleikan nóg ofta...

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður


Í vikuni eftir ólavsøku valdi Sosialurin at nýta ein av sínum leiðarum, fult og heilt, upp á mín persón. Og tað var sjálvsagt ikki við tí góða fyri eyga. Teir góvu ilt av sær, tí eg, enn einaferð, hevði lagt teir undir at vera tendensiøsir. Nú veit eg, at teir á Sosialinum, nógv meira enn aðrir og fyri alt í verðini, vilja hava predikatið objektivir fest á bringuna. Trupulleiki teirra er bert, at eigararnir, allir sum ein, ikki bara eru fongdir við sosialdemokratisku basill­uni, teir hava allir hervi­ligu javnaðarsóttina í út­broti. Hesi sótt bítur eingin heiligvágur á, og eitt av eyðkennunum er ovur­viðkvæmi í mun til flestu tjóðveldisfólk. Og eru vit nøkur tjóðveldisfólk, sum merkja hetta soleiðis, at greinar vit senda blaðnum, mest sum hvørja ferð verða súltaðar til tað óaktuella, onkrar koma enntá ikki í blaðið yvirhøvur. Tað varð hetta eg sipaði til í ein­ari stuttari viðmerking á tingi undir viðgerðini av løg­mans­røðuni. Og tí áður nevndi leiðari í Sosialin­um.

Hví grenja
Nú kann ein siga, at eg og onnur tjóðveldisfólk eru grenjut, at vit eru kedd og troytt av at vera á andstøðu, at vit eru frustrerað og annað, sum verri er. Og tað er uttan iva nógv rætt í tí. Best var sjálvandi, at ein lat vera við at grenja yvirhøvur, at ein bara fann seg í øllum. Men tað havi eg valt ikki at gera, m.a. tí eg haldi tað vera rættiligt inntriv í skrivifrælsið, tá landsins størsta tíðindablað er rættiliga tendensiøst. Hetta hóast eg fullvæl kenni avleiðingina av, at ein ger seg til óvin við teir, sum ráða fyri. Í hesum føri við teir, sum avgera um tú verður endurgivin ella ei. Haldi ikki, vit eiga at tiga slíkt burtur. Ein fær sjálvandi meira burtur úr persónliga, um ein velur at tiga og smílast

Eg lúgvi ikki
Varð í leiðaranum í Sosial­inum lagdur undir at lúgva um, hvussu Sosialurin ar­beiðir og hevur arbeitt. Yvirskriftin á leiðaranum er: Sig eina lygn nóg ofta... Og sipa teir til, at eg nú so ofta havi endurtikið, at teir á Sosialinum útihýsa ella súlta í mun til politiskan lit, at hetta nú kann fara at verða sannleiki millum manna. Ikki rokni eg við, at annar hvør føroyingur missir álitið á blaðnum, ber eg sigi ella skrivi eitthvørt. Álitið á Sosialinum stendur ella fellur eina og aleina av teirra egna avriki. Skal ikki fara í smálutir um hvussu illa eg eri viðfarin av Sosial­inum, skal bara siga so mikið, at inntil ein bleiv tingmaður var als einki at finnast at. Heldur hinvegin. Í langa tíð sendi eg bert greinar til Sosialin. Men aftan á 1998 fekk pípan eitt annað ljóð. Fyrstu ferð eg legði til merkis, at blaðið nýtti skiljirist var, tá ein blaðmaður ringdi fleiri ferð­ir til mín um at fáa eina 1. mai røðu senda. Hetta tí røðan var so deiliga sosial­istisk. Seinni segði sami blaðmaður, at leiðslan sýtti fyri at seta røðuna í blaðið. Grundgevingin var tann, at Sosialurin ikki setti røður í. Hvussu nógvar røður hava ikki staðið í Sosialinum síðan 1998, og ikki bara tær hjá ávísum tjóðveldismanni. Men hetta við røðuni var bara ein fráboðan um tað, sum skuldi koma.

Óaktuellar politiskar greinar
Blaðgreinar eru týdningar­mikil partur av virkseminum hjá einum politikara. Tí er tað eisini av týdningi, at greinarnar eru so aktuellar, sum til ber. Tað er við politiskum greinum, sum við datomerktu matvørunum á handilshillunum. Er farið um dagin, sum stendur á pakkanum, so er kundin ikki áhugaður. Lesarin tím­ir heldur ikki at lesa óaktuellar greinar. Og teir á Sosialinum kunnu siga, tað teir vilja, men mínar royndir hava so at siga hvørja ferð verið tær, at sendir tú Sosialinum grein, so verður hon súltað til tað óaktuella. Eg gavst at senda Sosialinum greinar fyri nøkrum árum síðan, og var ávís hending, ið var orsøk til tað. Sjálvur hevði eg sent blaðnum grein, sum eg fegin vildi kom í sum skjótast. Tilvildarliga fekk eg vitan um, at tvey ikki-tjóðveldisfólk sendu blaðnum grein sama dag. Tey komu bæði í sama kvøld, meðan mín grein var hong upp at ræsa. Um­beringin var tann sama: Vit hava so nógv tilfar, tit koma øll í eina bíðirøð. Nei, tað eri ikki eg sum sigi ein lygn. Hvørki eina ella fleiri ferðir.

Dimmalætting
Seinastu árini havi eg tí bert sent Dimmalætting og Oyggjatíðindum greinar mín­ar. Og eru tær altíð slop­nar við fyrsta farti. Haldi Dimmalætting í so máta hevur livað fult og heilt upp til navnið tíðindablað, og tað haldi eg, at teir eisini hava gjørt í so nógvar aðrar mátar.
Viðmerkingin, sum fekk øði í Sosialin, var upp­runaliga til Dimmuna. Vit tosaðu um fíggingina av út­byggingini av flogvøll­in­um í Vágunum, og vísti eg til grein, eg hevði sent Dimmu, men sum ikki var komin í blaðið tá. Spyrji so, um Dimma nú eisini var farin at sýta tjóðveldisfólki rúmd, eins og Sosialurin hevði gjørt í nógv ár. Greinin er ikki komin í Dimmu enn, so spurningurin er, um Ingi eisini er blivin fornermaður. Er tað so, ja, so standi eg við nøsini í postkassanum.

Persónligt
Umrøddi leiðarin í Sosial­inum er ikki bara eitt hjarta­suff, hann er ein beinleiðis roynd at nið­urgera meg persónliga. Leiðaraskrivarin roynir at fáa málaða eina mynd av einum illum tingmanni, sum hevur mist tamarhaldið á sær sjálvum og tí, hann sigur. Ikki ókent fyribrygdi á Sosialinum, tað at fara eftir persóninum. Tó kann eg ugga bæði skribent og lesarar við, at har var hvørki illsinni ella mist tamarhald á nakran hátt uppi í leikinum, orðini vórðu søgd sum ein eykasetningur og einki meira. Sjálvur kundi eg havt hongt bæði ein og tveir av ánarunum á Sosialinum, eisini tann, sum eg veit hevur skrivað, út persónliga. Men hvat skal eg gera tað til, hvørjum endamáli tænir tað. Men tað er soleiðis, at stendur tú teg ikki á fakliga støðinum, so er bara at fara yvir á tað persónliga. Leiðarin snýr seg nevniliga bara um eitt, og tað er at spilla mín persón út. Sami skribentur royndi seinasta ár at senda mær eina torpedo undir síð­una seinasta ár, men mis­eydnaðist roynd hansara full­komiliga. Aggi býr hon­um fram vegis í brósti, og tí roynir hann aftur. Hesu ferð sum dulnevndur.
Ignorerar tú veruleikan nóg ofta, so sær tú hann ikki sjálvur.

Dult lesarabræv
Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir á Sosialinum brúka leiðara upp á mín persón, og heldur ikki fyrstu ferð, at tað er við tí útspillandi orðinum. Eg havi mangan funnist at Sosialinum, men eg havi sett mítt kristnað navn undir, hvørjaferð. Teir á Sosialinum eru tí­verri ikki so frægir, teir skriva dultnevnt, nevniliga sum leið­ari, ið ein og hvør kann hava skrivað. Men kanska er hetta huldu­manna­virk­semið, sum teir annars hava tikið fjarðstøðu frá, allíkavæl teirra vørumerki.
Triðseinasta brot í famøsa leiðaranum byrjar soleiðis: Øll eru sjálvsagt væl komin at senda viðmerkingar og les­arabrøv til Sosialin  eisini Finnur Helmsdal og øll onnur tingfólk. Tí sendi eg greinina til Sosialin, og eg rokni við, at hon kemur í í fyrsta farti. Tað plaga aftursvar altíð at gera.

p.s.: til stuttleika sendi eg eisini Sosialinum greinina, sum ikki er komin í Dimmu enn.
fh