Tað finnast filmar um fótbólt, um basketball, golf, ja, um stórt sæð hvørja ítrottagrein uttan kanska dart og konufólkacurling. Nú er so komin ein, ið snýr seg um mannligar listaskoyturennarar og skoytuumhvørvið.
Blades of Glory er ein heldur lákomiskur – amerikanarar vildu sagt ”cheesy”- filmur um tveir menn, sum við byrjan hata hvønn annan so illa, at teir oyðileggja alt fyri seg sjálvar. Teir vinna báðir við olympiaduna, men fara til hendurs og missa tí rættin at kappast til alla tíð.
Blades og Glory minti meg eina løtu um bowlingfilmin Kingpin frá 1996, og um eitt slag av ”spoof” filmi, ið heldur sær á gaman við at vísa okkum svakligar skoytuprinsessur og menn.
Ladykiller og hin óseki
Teir eru sera ymiskir. Chazz Michael Michaels er ein reinur ladykiller, Tom Jones rokkstjørna á ísinum. Hin er Jimmi MacElroy, er ein lítil, klænur og kensluborin listarmaður. Hann hevur vant síðani hann var fýra ár, tá milliarderurin Darren MacElroy tók hann til sín og gjørdi hann til heimsins besta skoytara.
Teir verða báðir dømdir ikki at sleppa at kappast longur og eru úr ítrottagreinini í trý ár. Ein dag finnur Jimmi fram til, at hann kann kappast – ikki einsamallur, men sum par. Venjarin hjá honum sær beinenvegin ein møguleika, at Chazz og Jimmi skulu skoyta saman sum eitt mannligt par, tað fyrsta av sínum slag í heiminum. Hetta hóvar ikki verandi heimsmeistarunum, systkjunum Stranz og Fairchild Van Waldenberg, ið øll elska, men sum snýta illa.
Tað er okkurt ótrúliga homoerotiskt og 80’ara glamourkent við hesum filminum, men tá alt kemur til alt, so er hann bert ein av hesum kærleikskomediunum, sum vit síggja framleiddar á dós.
Filmurin er løgin. Av og á eru flottar skoytusenur og góður tónleikur, men sum heild er hann ov margháttligur, tó er tað undirhaldandi at síggja hetta umhvørvið eina løtu.
3 stjørnu av 6
Blades og Glory
Leikandi:
Chazz Michael Michaels Will Ferrell
Jimmy MacElroy Jon Heder
Stranz Van Waldenberg Will Arnett
Fairchild Van Waldenberg Amy Poehler
Katie Van Waldenberg Jenna Fischer
Leikstjóri Will Speck. Frumframførdur í Havnar Bio 11. mai.