teir elstu dreingirnir vórðu hart nívdir av at hava mist eina góða mammu. Men lívið skuldi livast víðari, og Jógvansa størsta ynski var, at dreingirnir komu at hava tað gott, nú mamman var farin. Elsti sonurin [...] Kittina at búgva, ið búðu inni hjá foreldrunum hjá Jógvan Andreasi, Petru og Jóan Paula í Toftum. Miðlingasonurin Arthur kom at búgva á Støðini saman við pápanum, og yngsti sonurin Signar kom at búgva hjá [...] sínum abba- og ommubørnum, ið eru fimm í tali. Vit, sum kenna Jørleif, fara at ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og vóna, at hann fær mong góð ár afturat. Skyldfólk og vinfólk
tey umleið fýrati fólkini, sum vóru møtt upp. Uppleggini skuldu geva íblástur til at fáa lív í fólkaupplýsingina til tess at eggja eina virkna luttøku í demokratiinum. Fyrst talaði Johan Steen Johansen, cand [...] kreppuárini, og er tað sera óheppið, tá hugsað verður um, at krøvini til hægri útbúgvingar herðast í hvørjum. Harumframt var eisini sett fram ynski um at fáa fleiri almennir fyrilestrar á hægri støði, sum eitt [...] ingina í Norðurlondum. Sagt verður, at ein virkin medborgaraskapur, fjølbroytni, upplýsing og samrøða eru grundleggjandi hugtøk í einum vælvirkandi fólkaræði. Og at DEMOS er í sjálvum sær ein eggjan til
meskarnar, uttan at Karstin í málinum hjá fuglfirðingum hevði nakran sum helst møguleika at bjarga. Eitt sera, sera vakurt mál. Sandoyingar áttu eisini at fáa ein gyltan møguleika til at økja um leiðsluna [...] var ikki av bestu líkindum til at spæla fótbólt heima á Sandi mánadagin, og vindurin var nógvur. Sandoyingar høvdu vindin ímóti í fyrra hálvleiki, men tað tóktist tó ikki at nerva spælið nakað serligt. ÍF [...] seinna hálvleiki vóru gestirnir úr Fuglafirði við yvirlutan. ÍF trýsti óført fyri at javna, men tað gekk ógvuliga striltið at raka málið. Ein tann størsta møguleikan hjá ÍF hevði Høgni Zachariassen, tá ið
vikur út í eitt. MjúS verður fyrsta høvið at hoyra norsku álvagentuna á konsert í Føroyum. Saman við bólki sínum fer hon óivað at sannføra áhoyrararnar um, at rúm er fyri enn eini norskari stjørnu á føroysku [...] heimasíðu síni kunngerð MjúS í dag, at norska songkvinnan Marit Larsen og danski bólkurin hjá teimum báðum brøðrunum Jens Jón og Arngrími Jakobsen úr Skálavík fara at spæla á festivalinum. Útisetarokkur [...] duoina M2M , sum skjótt ferðaðist um allan heim. Men eftir nøkur ár var ikki meira at heinta fyri hana har. Hon fór heim at skriva tónleik. Og nú hon hevur givið fyrstu fløguna út, bjóða norðmenn henni vælkomnari
klassa við 565 litrum. Serliga tað at bilurin er breiðari er eitt tað fyrsta ein leggur til merkis. Kabinan er væl innrættað, og forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøðuna. [...] støði, og elektromekaniska servostýringin saman við framkomna undirvogninum ger sítt til, at bilurin er ein uppliving at koyra. Hondbremsan er avloyst av eini elektroniskari parkeringsbremsu, sum verður aktiverað [...] Passat eina trygdarskipan, sum ger at tá tað sirmar ella regnar, og viskararnir eru aktivir, flyta bremsuklossarnir seg við jøvnum millumbili inn móti bremsuskivuni, fyri at reinsa tað vatnið burtur, ið kann
filmar inn, og teir tríggir, sum blivu nr. 1,2 og 3, vóru avgjørt í betra endanum. Uttan at fornerma nakran, halda vit, at tað var rímuliga stórt útsving í dygdini á filmunum, greiða Jákup og Jan frá. Teir hava [...] tá freistin at melda til var farin, høvdu vit lyfti um 13 filmar. Tá alt kom til alt, fingu vit 10 og tað vóru vit rættiliga vælnøgdir við, siga teir báðir vertirnir í Agurk. Teir valdu at seta 3 reglur [...] í eitt. Og tað vísir seg, at tá dreingir gera filmar, so snúgva teir seg ræðuliga ofta um morð og vápn og jagstranir. Og tað vildu vit ikki hava, siga Jan og Jákup. Av tí, at filmarnir ikki kundu vera
endamáls at tæna donsku stjórnini og gjørdi tað heldur ikki, men minkaði studningurin av hesum, nei, hann vaks, teir tóku 5,6 milliardir heim til Føroya hetta tíðarskeið, so eg haldi ikki, at hatta argumentið [...] kanska er tann uppgávan heldur torfør og eg trygvi eisini, at tann ítróttarliga uppgávan er rættiliga torfør! Men eg eri samdur við tær í, at vit eiga góð ítróttarfólk á nógvum økjum, men um vit eru nóg [...] so reint fakliga kundu vit verið væl umboðað, men kommersielt, tað ivist eg í! At enda skrivar tú um grønar keks og at eg vil selja meg og mínar landsmenn fyri hesar. Hetta reglubrot skilji eg ikki rættiliga
sær, at vit fingu eina ørgrynnu av ungfólki av lærdum háskúlum, ið bert síggja samfelagið sum eina forrætning. Hesi, ið óivað øll lesa í somu lærubókum og við somu brillum, eru farin í holt við at fyrireika [...] eina ørgrynnu av inntøkum av lýsingum, ið eru við til at halda sjónleikinum koyrandi. Eftir stendur skattgjaldurin og brúkarin, ið skal eitast at hava gjørt kvetti við bíligum og góðum tænastum. Eg meini [...] seinasta ørindi og skjótt verður møguleiki hjá veljaranum at geva hesum fuppliberalistum durafjóringin. Javnaðarflokkurin ætlar sær í øllum førum at taka skortarnar av samgonguni og leiktjøldini niður, fyrst
vestmenningum tilboðið uppá nýggja brandbilin, kom hann til Vestmanna, fyri at kunna seg um umstøðurnar har. Hann fann útav at har vóru nógvar brekkur og krókuttir vegir, so bilurin skuldi hava stóran motor [...] við 295 hestakreftum, 2000 litur vatntanga og 65 litur skúmtanga. Við tað at eldur breiður seg skjótt, er tað sera umráðandi at bilurin er kvikur, og kann koma skjótt á staðið. Brandbilurin hevur slangur [...] monteraði í setrini, og klár at smoyggja seg í, elektroniska stýring av motorum og pumpum, 4 hjólsdrift við sperru, 6 gear, hægri og lægri og eyka sleipigear. Spæl framman at sleipa við, klippiútgerð til
eitt gott ár, og einki bendir á, at verandi støða broytist í bræði. Størsti stuldur hjá Gunleivi Kanska hevur onkur fingið blóð á tonna, ella á ein ella annan hátt er farin at hugsa størri av hesi hending [...] løgreglustøðini í Havn heldur ikki, at samband er millum hendingarnar. Men afturat hesum sigur løgreglan seg ikki vita meiri, enn hon hevur gjørt, tá byrjað varð at arbeiða við hesum báðum málum. Royndir [...] hjá Gunleivi og sendar niður til Danmarkar, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki ført við sær nakra niðurstøðu. Tað er greitt, at stuldurin hjá Gunleivi varð framdur millum kl. 23 um kvøldið og kl. 7