Alt er púra opið

Tað verður roknað við, at munurin ikki fer at verða so stórur, sum hann var í Klaksvík, og at har, sum tað var tætt í Klaksvík, verður møguleiki fyri nýggjum vinnarum

KAPPRÓÐUR

Undanfarnu sumrini hevur tað ofta verið soleiðis, at somu manningar hava vunnið aftur og aftur. Tað kann væl vera, at vinnararnir fara at verða teir somu á Skálafjørðinum, sum vunnu á norðoyarstevnu. Men fleiri, sum fylgja væl við í kappróðri, halda, at talan verður um heilt øðrvísi kapping í dag, enn tað var fyri fjúrtan døgum síðani.
Fleiri veruleikar gera, at tað er sannlíkt við heilt øðrum kappingum hesa ferð. Fyri tað fyrst verður tað soleiðis hesa ferð, at bestu bátarnir fara at liggja í miðjuni. Á norðoyarstevnu varð í lutakasti gjørt av, hvussu raðfylgjan skuldi vera. Fyri tað næsta má roknast við, at róðrarlíkindini verða betri, enn tey vóru í Klaksvík (síðani leygardagin fyri fjúrtan døgum síðani hevur verið av fínasta veðri kring landið), og so er tað ein veruleiki, at 10?mannaførini hesa ferð skulu rógva tvey túsund metrar og ikki fimtan hundrað, sum tey róðu í Klaksvík.

5?mannafør dreingir
Á norðoyarstevnuni vann Fípan Fagra fyri fyrstu ferð í nógv ár. At klaksvíksdreingir vunnu hevur sjálvandi havt við sær, at áhugin fyri at venja og fyrireika seg er vorðin uppaftur størri, enn hann var (um tað ber til!).
Men Fípudreingirnir eru fyrireikaðir uppá, at mótstøðan verður stór. Ikki minst verður roknað við, at FM vinnararnir tvey tey seinastu árini, Tjaldrið, kann gera um seg í heimasjógvi. Tjaldrið hevði vánaligan start í Klaksvík. Teir søgdu seg missa nøkur tøk, tí tað gekst teimum so illa at koma leysir av fasta startinum. Tí lógu teir aftarlaga eftir fyrsta spurtin, men teir stríddu seg kortini fram á næstfyrsta plássið, og tað kundi bent á, at teir fara at bjóða Fípuni Føgru av hesa ferð.

6?mannafør kvinnur
Nýggi Jarnbardur vann í stórum stíli á norðoyarstevnu. Tær vunnu FM í 1999 og í 2000. Í fjør vórðu tær steðgaðar av nýggja Páll Fanga, sum vant burturúr øllum hinum.
Páll Fanga kvinnurnar vóru ikki nøgdar við sítt avrik á norðoyarstevnu. Tær søgdu seg kenna tað, sum um tær róðu í siropi, og síðani tá hevur talan verið um sjálvrannsakan.
Tað hevur undanfarnu árini vísti seg, at tær manningarnar, sum nakrar fáar vikur undan norðoyarstevnuni hava verið á Scilly oyggjunum, hava havt ilt við at finna rætta stevið. Venjingin við serliga Scilly bátinum, ferðingini og so nógv annað hava gjørt, at tað hevur tikið sína tíð at finna áralagið og alt annað aftur umborð á føroyska kappróðrarbátinum. Tað hava tær umborð á Páll Fanga havt fjúrtan dagar til síðani norðoyarstevnuna, og so fæst at síggja, um tær og aðrar manningar verða førar fyri at bjóða Jarnbardi av hesa ferð.
Á triðja plássinum í Klaksvík var Riddarin úr Miðvági. Tær vóru væl við í kappingini um næstfremsta plássið, og tí má eisini roknast við teimum hesa ferð.
Sølmundur var ikki við í Klaksvík, men nú er hann mannaður aftur.

5?mannafør gentur
Sílið vann so sannførandi sigur á norðoyarstevnu, sum tað neyvan er sætt áður. Tær vóru tjúgu sekund fyrri á mál enn næstu bátarnir. Genturnar umborð á Fípuni Føgru vóru meistarar í fjør, tá tær vunnu allar róðrarnar uttan á ólavsøku. Tær vóru næstfremst í síðsta róðrinum.
Munurin verður kanska ikki so stórur hesa ferð, sum hann var fyri tveimum vikum síðani, men út frá úrslitunum seinast kann ikki roknast við øðrum, enn at tær umborð í Sílinum eru størstu favorittarnir av øllum, sum fara at rógva á Skálafjørðinum.

6?mannafør menn
Í fjør vóru tað kvinnurnar í Klaksvík, sum vunnu nógv við Fípuni Føgru og Páll Fanga. Á norðoyarstevnu vóru tað menninir, sum vunnu. Smyril úr Vági var næsti kappingarneytin hjá monnunum umborð á Pálli Fanga, og Gongurólvur var væl við.
Síðsta sunnudag róðu nakrir bátar kapp á Strondum. Tá var mest spennandi kappingin millum 6?mannaførini. Páll Fangi luttók ikki. Í staðin vóru tað FM vinnararnir í Stráluni, sum vunnu. Á norðoyarstevnu vóru teir ikki millum teir fremstu. Strálan var leingi meiri enn eina bátslongd frammanfyri Gongurólv, men í endaspurtinum vóru havnarmenninir teir raskaru, og á málinum var munurin bara rongin.

8?mannafør
Nýggi Argjabáturin vant burturúr øllum hinum. Nýggi Kvívíkingurin royndi at bjóða av. Men teir vóru ikki nog drúgvir.
Í fjør var Nevið Reyða FM vinnari. Klaksvíksbáturin luttók ikki á norðoyarstevnu. Hann verður við í dag. Tað eru róðrarfólk í Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum hava mannað bátin. Manningin er fyri tað mesta teir, sum í 1998 og í 1999 vóru við til at manna Eysturoyingin, sum tá var nýggjur og vann allar róðrarnar.
Nevið Reyða er tilmeldað fyri róðrarfelagið í Klaksvík, so tað verður ein Klaksvíks sangur, sum verður at hoyra, um Nevið vinnur. Men sannlíkið man ikki vera so stórt fyri, at Nevið Reyða fer at vinna á Skálafjørðinum. Teir hava bara verið seks ferðir í bátinum, síðani hann fór úr Klaksvík og út á Glyvrar.

10?mannafør
Eysturoyingurin kom so at siga afturíaftur í Klaksvík. Eftir sigrarnar í 1998 og í 1999 gekk tað illa hjá FM manningini í 2000. Í fjør varð báturin mannaður av nýggjum, og nú tykjast teir vera væl fyri.
Næstu avbjóðararnir hjá Eysturoyinginum í Klaksvík vóru Havnarbáturin og Klaksvíkingurin. Altso vóru bátarnir úr trimum teimum størstu kommununum í landinum fremstir.
Á Strondum luttóku bara tvey 10?mannafør. Eysturoyingurin var eins nógv frammanfyri Nólsoyingin, sum hann var í Klaksvík. Ikki minst tá 10?mannaførini kappaðust á norðoyarstevnu varð tosað um, at umstøðurnar kanska spældu eitt puss. Ta ferðina var Eysturoyingurin vestastur, og Havnarbáturin var eystastur. Tí var tað eitt sindur torført at taka bestikk av støðuni. Tað verður hópin lættari hesa ferð. Eysturoyingurin fer at hava Havnarbátin í øðrum borðinum og Klaksvíkingin í hinum borðinum, og so skal Vestmenningurin ikki gloymast. Hann var fremstur, tá tað vikuskiftið undan norðoyarstevnu varð kappast á Skála, og eingin roknar við, at hann eina ferð afturat fer at fáa eitt so vánaligt úrslit, sum hann hevði í Klaksvík.