Skattgjaldarin og brúkarin hava eitt strævið lív. Einaferð áttu teir ein almennan stovn, Telefonverkið, ið teir rindaði fyri við tænastugjøldum og yvir skattin. Tað var meðan Vinnumálastýrið enn var ein viðfáningur. Liberali tíðarandin og einsporað hægri útbúgving førdi við sær, at vit fingu eina ørgrynnu av ungfólki av lærdum háskúlum, ið bert síggja samfelagið sum eina forrætning. Hesi, ið óivað øll lesa í somu lærubókum og við somu brillum, eru farin í holt við at fyrireika liberalisering og privatisering av almennum tænastustovnum. Tey eru so heppin, at í landsins stýri ræður nýliberalismunar borgarligi andi, so nú gongur alt upp í eina hægri eind.
Telefonverkið lá fyrst fyri
Telefonverkið var tann fyrsti stovnurin, ið skuldi umskipast til alment partafelag og síðan privatiserast. Kapping og útlendskur kapitalur var loysunarorðið, og brúkarin bleiv útnevndur til vinnara.
Lítil og ongin útlendskur kapitalur og kapping kom kortini. Fyrst kom ein pinkulingur, TeleF, á vøllin og síðan enn ein aftrat, Kall nevndur. Partaeigari í Kall er Framtaksgrunnurin, har skattgjaldarin eigur hvørt oyra. TeleF og Kall megnaðu ikki kappingina, og eru nú lagdir saman. Í tí samanlagda felagnum verður Framtaksgrunnurin óivað størsti partaeigarin. Tvs, hvør er so tann vágafúsi? Tað er aftur skattgjaldarin.
Fyri at gera tað heila meiri tragikomiskt, so hava vit tveir aðrar almennar stovnar, Fjarskiftiseftirlitið og Kappingarráðið, ið m.a. hevur eftirlit við um kappingin virkar. Harumframt finst eisini ein kærunevnd.
Skattgjaldarin fíggjar liberalistiska sjónleikin
Brúkarin og skattgjaldarin eru statistar í hesum fantastiska sjónleiki, har 5 meir ella minni almennir stovnar spæla liberalismu, ella hava eftirlit við spælinum. Handritið til leikin verður dagført eftir tørvi. Høvuðsleikarin Telefonverkið, ið saman við Vinnumálastyrinum upprunaliga skrivaðu leikin, vaks seg stórt og sterkt, áðrenn hinir komu á vøllin. Tá hesir smáðu so komu á vøllin høvdu teir ongan kjans. Men fyri at halda leikinum koyrandi, er skattgjaldarin nú aftur komin á vøllin við pengum og kappingarneytarnir vena seg uppá skift.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, sigst varða av øllum hesum stóvnum, óansað hvørjum hann, ið kappingana heilaga navni, keypir frá. Hansara egnu eftirlitsstovnar siga, at ávísir almennir pengar eru meiri kappingarskapandi enn aðrir, alt meðan hann kappast við seg sjálvan. Sum nakað nýtt mátti landsstýrismaðurin velja kærunevnd, tí ein kappingarneyti hevur kært eina avgerð hjá eftirlitsstovni.
Fjølmiðlarnir eru kvirrir ? eftir stendur brúkarin
Fjøðlmiðlarnir eru kvirrir og glaðir, tí teir fáa eina ørgrynnu av inntøkum av lýsingum, ið eru við til at halda sjónleikinum koyrandi.
Eftir stendur skattgjaldurin og brúkarin, ið skal eitast at hava gjørt kvetti við bíligum og góðum tænastum. Eg meini tað.
Samgongan syngur sítt seinasta ørindi og skjótt verður møguleiki hjá veljaranum at geva hesum fuppliberalistum durafjóringin. Javnaðarflokkurin ætlar sær í øllum førum at taka skortarnar av samgonguni og leiktjøldini niður, fyrst á fólkatingsvalinum og síðan á løgtingsvalinum.









