Jógvan Jacobsen
????????????????
Erling Simonsen biður um aftursvar og her er tað.
Hvat verður øðrvísi við sjálvstýri spyr Erling Simonsen. Hann førir m.a. fram, at hann ger sum hann vil og at makthavararnir gera tað sama.
Í løtuni hava landsins politikkarar, makthavararnir, tveir harrar, Føroya fólk og donsku stjórnina. Tveir harrar, sum hava mótstríðandi áhugamál. Gera føroyingar ikki sum danska stjórnin vil, kann tað fáa avleiðingar fyri danska studningin til Føroya. Tað ber ikki til at tæna tveimum harrum.
Harvið er núverandi skipan, heimastýrisskipanin, korrupt. Føroyingar kenna seg kroystar at stuðla donskum áhugamálum og harvið at misrøkja føroysk. Henda korrupta heimastýrisskipanin hevur m.a. við sær, at korruptión verður góðtikin í føroyska samfelagnum. Og hetta fær ræðuligan fylgjur fyri samfelagið og vanliga føroyingin. Tak t.d. studningsbúskapin í 80-árunum. Korruptión av fúlasta slag og vanligi føroyingurin var taparin.
Erling Simonsen skilur kanska nú, at føroysku makthavararnir ikki eru so frælsir, sum hann førir fram. Føroyskir makthavarar eru beinleiðis bundnir niður av donskum pengum og áhugamálum. Á dett frælsi.
Tá vit fáa sjálvstýri er eingin blokkur longur. Eingir danskir pengar at binda føroyskar politikkarar niður við og eingin grund hjá føroyingum at góðtaka korruptión longur. Eitt munandi frælsari samfelag eftir mínum tykki.
Men við fullum sjálvstýri kemur eisini rætturin hjá føroyingum at taka lut í t.d. altjóða kappingum.
Sum borgarar í sjálvstøðugum fullveldisríki sleppa føroyingar, á sama hátt sum borgarar í øðrum fullveldisríkjum, at taka lut í t.d. Olympisku leikunum. Føroyingar sleppa at umboða sína egnu tjóð á jøvnum føti við umboð fyri aðrar tjóðir. Einki er at ivast í, at hetta hevði verið føroyskum ítróttarlívi til stórt gagn.
Sum borgarar í Føroyska fullveldisríkinum hava føroyingar fullan rætt til at taka lut í t.d. Eurovision Song Contest. At umboða sína egnu tjóð og kappast á jøvnum føti við umboð fyri aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Eg ivist ikki eina løtu í, at føroyingar hava stóran møguleika at vinna hesa stóru tónleikakappingina. Hetta hevði gagnað føroyskum tónleikalívi nógv.
Rætturin at taka lut í hesum og øðrum kappingum er sjálvsagdur eftir at føroyingar hava loyst og skipað egið fullveldisríki. Og føroysk umboðan í so stórum altjóða kappingum hevði gagnað føroyskum vinnilívi nógv. Men tað sleppa vit illa í dag. Sum er kunnu føroyingar, um teir sleppa ígjøgnum nálareygað, sleppa at umboða eina fremmanda tjóð. Men nálareygað er lítið. Núverandi skipan virkar ikki mennandi, men heldur darvandi fyri føroyingar, sum vilja sleppa at menna seg t.d. innanfyri ótrótt og tónleik.
Samanumtikið hevði fult sjálvstýri gagnað føroyskum vinnulívi, ótróttarlívi og tónleikalívi nógv. Núverandi skipan virkar darvandi og afturhaldandi.
Men um Erling Simonsen heldur vil selja seg og sínar landsmenn fyri tveir pakkar av grønum keks um dagin stykkið, og liva í einum korruptum samfelagi við fólkaræðisligum undirskoti, sum harafturat virkar darvandi fyri ítróttarfólk og tónleikarar, so hann um tað. Eg vil ikki.
Eg vil liva í einum frælsum Føroyum. Og tað kunnu vit øll, um vit vilja. Tað snýr seg bara um viljan.
Við frælsiskvøðu,
p.s. Orðini "Sjálvstýri er frælsi" er ikki mín egna meining, men mín tulking av orðum Jóannesar Eidesgaardar. Eftir mínum tykki eru sjálvstýri og frælsi hvørt sítt hugtak við hvør sínari merking. Hugtøkini hanga tó tætt saman.