13. apríl í 2000, yvir einum ári síðani, varð peningastuldur framdur í P/A Restorff í Sigmundargøtu í Havn. Tjóvurin kom eitt kvøldi inn við onkrum, fólk halda vera eina skammbyrsu, og hótti hann síðani kassadamuna. 10.000 krónur vórðu stolnar hetta kvøldið, og meiri sást ikki til viðkomandi.
Nú er so meir enn eitt ár liðið síðani júst umtalaðu hending, men framvegis er løgreglan í Havn ikki komin nærri einum úrsliti. Georg Otthamar á kriminaldeildini á løgreglustøðini í Havn sigur, at hóast arbeitt verður við málinum eftir umstøðunum, er ikki komið fram til nakað ítøkiligt, sum hevur fingið løgregluna víðari í málinum. Tjóvurin við teimum 10.000 krónunum er sostatt sloppin væl frá stuldrinum í eitt gott ár, og einki bendir á, at verandi støða broytist í bræði.
Størsti stuldur hjá Gunleivi
Kanska hevur onkur fingið blóð á tonna, ella á ein ella annan hátt er farin at hugsa størri av hesi hending, tí 27. mars í ár varð aftur stuldur framdur í Havn í Bakarínum hjá Gunleivi við Landavegin, og hesaferð hvarv ein nógv størri upphædd.
Ikki minni enn 120.000 krónur vórðu hesaferð stolnar úr pengaskápinum hjá Gunleivi, og er hetta sambært kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn óvanliga stórur stuldur í Føroyum.
Sostatt stóð løgreglan knappliga við tveimum málum um peningastuldur, eitt á 10.000 krónur hjá P/A Restorff, meðan næsti stuldur var langt omanfyri horvnu upphæddina hjá P/A Restorff, nevniliga á120.000 krónur hjá Gunleivi.
Um gerningsmenninir hava verið ymiskir, gjørdi seinni tjóvurin fyrra stuldurin veruliga til skammar, tí 10.000 krónur er ikki júst tað sama sum 120.000 krónur.
Løgreglan stendur á berum
Kriminaldeildin á løgreglustøðini í Havn heldur ikki, at samband er millum hendingarnar. Men afturat hesum sigur løgreglan seg ikki vita meiri, enn hon hevur gjørt, tá byrjað varð at arbeiða við hesum báðum málum. Royndir vórðu tiknar beint eftir hendingina hjá Gunleivi og sendar niður til Danmarkar, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki ført við sær nakra niðurstøðu.
Tað er greitt, at stuldurin hjá Gunleivi varð framdur millum kl. 23 um kvøldið og kl. 7 um morgunin 27. mars, men tað er avmarkað, hvussu langt ein kemur bert við hesi vitan.
Slopnir væl higartil
Sostatt kann sigast, at gerningsmenninir higartil eru slopnir væl frá stuldrunum, tí enn er einki meiri hent viðvíkjandi málunum. Eitt bankarán varð framt á heili 500.000 kr í 80´unum, men tá fekk løgreglan fatur á bæði gerningsmanni og peningi. Um løgreglan megnar at endurtaka hetta, fer bert tíðin at vísa.
Í hvussu so er ganga tjóvar í løtuni kring Havnina ella aðrastaðni í Føroyum við lummunum fullum av stolnum peningi, og tykjast teir hava gjøgnumført arbeiði sítt til fulnar. Í øllum førum stendur løgreglan enn á berum.