Brandbilurin í Vestmanna er uppbygdur í Íslandi

Tá sløkkiliðið í Vestmanna skuldi hava nýggjan brandbil, fingu teir ymisk tilboð, eitt nú settu teir seg í samband við Sigurjón Magnússon, ið hevur fyritøkuna MT bílar í Ólafsfirði í Íslandi. Hann hevur latið vestmenningum ein sera væl útgjørdan Ford F550 brandbil

 

Tá sløkkiliðið í Vestmanna skuldi hava nýggjan brandbil, fingu teir ymisk tilboð, eitt nú settu teir seg í samband við Sigurjón Magnússon, ið hevur fyritøkuna MT bílar í Ólafsfirði í Íslandi. Hann hevur latið vestmenningum ein sera væl útgjørdan Ford F550 brandbil




BILAR

Magnus Gunnarsson


Áðrenn Sigurjón Magnússon, stjóri á MT Bílum í Ólafsfirði, gav vestmenningum tilboðið uppá nýggja brandbilin, kom hann til Vestmanna, fyri at kunna seg um umstøðurnar har. Hann fann útav at har vóru nógvar brekkur og krókuttir vegir, so bilurin skuldi hava stóran motor, vera kvikur, og stóran vatntanga. Eisini tók hann mát av brandstøðini sum bilurin skuldi standa í. Tá partarnir høvdu tosað saman og hann visti hvat sløkkiliðsmennirnir í Vestmenna ynsktu, fingu teir eitt gott tilboð uppá tann rætta bilin.

Stóran motor og kvikur

Bilurin, sum kom í fjør, er ein sera væl útgjørdur Ford F550 MT 2000, við 295 hestakreftum, 2000 litur vatntanga og 65 litur skúmtanga. Við tað at eldur breiður seg skjótt, er tað sera umráðandi at bilurin er kvikur, og kann koma skjótt á staðið. Brandbilurin hevur slangur til hátrýst og lágtrýst, 4 roykkavarasett, harav 2 eru monteraði í setrini, og klár at smoyggja seg í, elektroniska stýring av motorum og pumpum, 4 hjólsdrift við sperru, 6 gear, hægri og lægri og eyka sleipigear. Spæl framman at sleipa við, klippiútgerð til skaddar bilar, har saksurin klárar at klippa ella spreiða 38 tons. Klippútgerðin vigar einans 17 kg.

Allir sløkkiliðsmenn

Á fyritøkuni hjá Sigurjón Magnùsson í Ólavsfirði arbeiða 7 mans. Umframt at Sigurjón sjálvur er sløkkiliðsmaður, eins og pápin, eru allir sum arbeiða hjá honum eisini sløkkiliðsmenn. Tá fyritøkan einans ger bilarnar eftir ynski frá kundunum, og ongin bilur er líka, er tað ein stórur fyrimunur at teir sum byggja bilarnar upp, vita hvussu bilarnir verða gjørdir so arbeiðsligir sum gjørligt. Umframt brandbilar gera teir eisini aðrar bjargingar og arbeiðsbilar.

Samstarva við íslendingar

Sløkkiliðsmenn í Vestmanna og á Ólafsfirði hava gott samstarv. Herfyri vóru 13 sløkkiliðsmenn í Vestmanna á skeið í Ólafsfirði. Í Íslandi er mobilur brandskúli, har 2 instruktørar koyra runt í tveimum trailarum til tey ymisku plássini. Næsta ár koma sløkkiliðsmenn úr Ólafsfirði til Vestamnna at hava brandvenjingar.

Sigurjón Magnússon hevur renoverað fleiri ellisakfør, sum til dømis tveir Buick árg. ´48 og ´60, ein Ford Lincoln árg.´47, ein Ford Comet árg.´63, tveir Ford Mustang árg.´65 og ´69, ein Volvo B45 árg ´63, tveir Willys Jeep árg ´47 og tveir Chevrolet Bel Air árg.´57, harav Schumann Hjaltalin í Havn keypti annan.


Ford F550 MT 2000


Motorurin: 8 syl. Turbodiesel Intercooler 295 hk


Bremsur: ABS skipan, (skivur aftan og framman)


Gear: 6 gear høg / lág


Eginvekt: 6000 kg (við fullum tangum)


Totalvekt: 8000 kg


Pumpa: 2250 l/min


Hátrýst: 40 bar