Agurk
? Vit fingu 10 filmar inn, og teir tríggir, sum blivu nr. 1,2 og 3, vóru avgjørt í betra endanum. Uttan at fornerma nakran, halda vit, at tað var rímuliga stórt útsving í dygdini á filmunum, greiða Jákup og Jan frá.
Teir hava í eina tíð staðið fyri sendingini Agurk á svf, har føroyingar kunnu gera stuttfilmar, senda teir inn og fáa ummæli av filmunum.
Men hetta var so fyrsta ferðin, at ein veruliga kapping varð útskrivað. Vinningurin var eitt upptøkutól frá LM-handlinum, við einum virði áljóðandi 12.000 kr. Eitt gott ískoyti hjá øllum filmsgerarum.
3 reglur
? Undan kappingini vistu vit ikki rættiliga hvat vit skuldu vænta okkum. Vit hava allatíðina fingið nógvar filmar, men nú var tað so ein kapping, og tað er jú nakað annað. Men tá freistin at melda til var farin, høvdu vit lyfti um 13 filmar. Tá alt kom til alt, fingu vit 10 og tað vóru vit rættiliga vælnøgdir við, siga teir báðir vertirnir í Agurk.
Teir valdu at seta 3 reglur á kappingina. Fyri tað fyrsta skuldi filmarnir vera ímillum 3-5 min. Í øðrum lagi skuldi hvørki skotvápn ella morð vera í filmunum, og at enda skuldi filmurin hava minst 20 klipp.
? Reglurnar vóru gjørdar, tí vit hava sæð nógvar sonevndar »one-take« filmar, sum als ikki eru kliptir, men bert tiknir út í eitt. Og tað vísir seg, at tá dreingir gera filmar, so snúgva teir seg ræðuliga ofta um morð og vápn og jagstranir. Og tað vildu vit ikki hava, siga Jan og Jákup.
Av tí, at filmarnir ikki kundu vera um kríggj, snúu nógvir av filmunum seg um sálarligar støður, har fólk fara inn í seg sjálvi.
Teir siga, at tað eru nógv flestir dreingir, ið hava sent filmar inn. Gentur hava verið við í nøkrum av filmunum, men tað hava verið undantøkini.
Filmarnir eru serliga komnir úr Havnini, men onkur er eisini komin av Skála, Strondum, Leirvík og Klaksvík.
3 vald út
Av teimum tíggju filmunum, vóru tríggir filmar valdir út, sum verandi teir bestu. Á lítlari samkomu hóskvøldi í farnu viku var so kunngjørt, hvussu fyrsta, annað og triðjaplássið fullu.
Nr. trý gjørdust Osvald Hansen, Bjarni Petersen og Martin H.O. Hansen. Teir eru allir úr Havn, og gjørdu ein film um ein mann, ið keddi seg, men sum so fann útav, at Agurk kom á svf. So var kvøldið bjargað.
Nr. tvey gjørdust Janus Rasmussen og René Bischoff. Teir eru havnarmenn, og gjørdu ein film um sinnisstøðuna hjá einum manni. Filmurin var rættiliga sýrutur, og uttan siga nakra ávísa søgu.
Vinnarin av Agurk-kappingini gjørdust Katrin Winther og Anton Petersen. Tey eru somuleiðis úr Havn, og høvdu gjørt ein film um ein mann, ið vaknar við timburmonnum, og sum spakuliga í flash-backum minnist hvat hendi kvøldið fyri.