hjá HF- og studentaskúlalærarunum var í einum drúgvum verkfalli í fjør orsakað av, at harraboð vóru komin úr Tinganesi um, at næmingatalið í einum miðnámsflokki skuldi hækkast meiri enn lærararnir hildu verða [...] viðvíkjandi. So skjótt sum stríðið hjá Yrkisfelagnum var av á hesum sinni, sendi Føroya Lærarafelag skriv til landsstýrismannin í undirvísingarmálum, har heitt varð á hann at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið [...] eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaársbyrjan. Føroya Lærarafelag vil hava greinina broytta til, at næmingatalið í øllum flokkum fólkaskúlans skal ikki fara upp um 24. - Yrkisfelagið hevur ikki fingið
sjálvfylgja, at porkeningar litu honum fleiri álitisstørv til, og tey røkti hann við trúfesti í mong ár. Tá útróðrarmenn og arbeiðarar í Porkeri tóku stig til at stovna handilin »Samvirkið« fyri umleið 60 árum [...] havt áhuga fyri samfelagsmálum, og tað man hava verið orsøkin til, at hann á ungum árum varð valdur í bygdarráðið og sat hann frá 1938 til 1980, tilsamans 42 ár og meginpartin av tíðini sum formaður. Í [...] formanstíð hansara vóru mangan peningaliga trongar tíðir, men hóast tað bar til við skynsemi at fremja útbyggingar og nýskapanir til gagns fyri bygdarfólkið tá og okkum sum nú búgva her. Hann var eisini limur
lina, og hølini til móttøkuna vóru stúgvandi full við viðhaldsfólkunum, sum eru fjølgaði nógv í tali, síðani nýggja Eysturoyingurin sá dagsins ljós. Eingin nýttist at fara svagnur til hús, tí ein rúgva [...] sum í ár, ið skal út um landoddarnar at kappast komandi ár. Tá bátarnir hjá fjarbúgvunum komu aftur til Runavíkar leygarkvøldið varð skipað fyri stórfingnari móttøku í hølunum hjá NSÍ, ið eru í kjallaranum [...] tíðina hevur nógv arbeiðið verið lagt í nýggja neystið á Glyvrum. Nú er tak komið á, vindeygu eru komin í, og tað hevur við sær, at flaggskipið í føroyskum kappróðri ikki stendur í einum kontainara men
avstað, men tað var kortini skjótt, at Ørvur togaði seg framá grannarnar aftur, og harvið var lagt upp til mest spennandi róðurin á vestanstevnu. Ein kapping, sum ikki bara var millum tveir bátar, men harafturímóti [...] vørr og rann so mikið frá kappingarneytunum, at eingin ivi var um, at hann hevði vunnið. Miðvingur lá til næstfremsta plássið, og hevði hann megnað at hildið tørn um tað, so hevði tað havt við sær, at Argjabáturin [...] í hvussu so er mannagongdin í øðrum ítróttargreinum. Søgan Í síðstu viku nevndu vit, at vit vóru komin eftir, at um farið verður nóg langt aftur í róðrarsøguna, so verður ein bátur funnin, sum hevur vunnið
í fíggjarárinum 1999 sett 1,8 mill. krónur av til kontantstuðul, og sostatt hevur kommunan prógvað, at hon hevur ráð til at seta hesa upphædd av, bara til barnaansingina. Kommunan eigur tí at finna út [...] so fáa fleiri útisetar og aðrir tilflytarar, sum flyta til kommununa ansingarpláss til børn síni, fram um okkum, sum hava búð og goldið skatt til kommununa alla okkara tíð! Hetta "argumentið" er sera tunt [...] danir, um vit flyta hagar. Spurningurin er, um land og kommuna hava rætt til at seta hesi fólk til síðis, bert tí at tey vórðu noydd til at fara av landinum at fáa sær útbúgving, tí í flestu førum ikki er møguleiki
venjing meini eg, at tit mugu seta yngru leik-arunum krøv. Krøv til venjing, krøv til matvanar, halda teimum frá rúsevnum og eisini krøv til frítíðina. Tað ljóðar av nógvum, men gera tit tað, so fáa tit [...] bæði hava útbúgvingina og royndirnar, at FSF ikki so frægt, sum vendir sær til teirra fyri at vita, um teir eru áhugaðir. Tak til dømis Ion Geolgau í HB og Tony Paris í KÍ. Teir eru báðir framúr góðir venjarar [...] neyðugu menningarætlaninar, sum mugu til um føroyskur fótbóltur skal koma longri fram á leið. Tað hevur Allan Simonsen púrt einki gjørt við. Púrt einki! Menningarætlan má til Tomislav vísir á, tá føroysk ungdómslið
provokera nakran, men váttar samstundis at plaseringin av lýsingunum er rættiliga góð nú Tórsvøllur er komin. Men er tað ikki áfallandi, at tit hava lýsarar, sum eru í somu vinnugreinum, sum teir, sum lýsa á [...] hevur einki við hvørt annað at gera. Men eru lýsingar tykkara ikki meira verdar nú Tórsvøllur er komin? ? Tað haldi eg ikki at tær eru, sigur Kristian á Neystabø. Yngsti grannin setir treytirnar Annars [...] Gundadali eru so, at lýsingarnar hjá hvørjum øðrum síggjast næstan alla staðni, og tí ber hatta ikki til, sigur formaðurin í B36. Tí heldur hann, at um B36 skal taka sínar lýsingar niður, so skulu báðar hallirnar
ein grov provokatión móti Tórsvølli. Hann sigur, at B36 við vilja hevur bíðað til Tórsvøllur var komin so langt, at tað bar til at selja lýsingarplássini, men at tað serliga er tað, at teir hava valt júst [...] orðatakið verður brúkt á hesum sinni. Tí tað er eftir øllum at døma komin kinkur í samstarvi millum B36 og Grunnin Tórsvøll Orsøkin til ósemjuna eru tær lýsingarnar, sum B36 hevur fest á takið á tí síðuni [...] júst fyritøkur, sum kappast við tær, sum lýsa á Tórsvølli, sum gera tað til eina provokatión. Til dømis kunnu vit nevna, at Føroya Sparikassi er við í sponsorhópinum á Tórsvølli, og hevur spýtt rættiliga
skuldina aftur og annars at leggja pening til síðis til verri tíðir. ? Verður peningur tikin burturúr fíggjarlógini og settur til síðis, hevur landskassin orku til at seta arbeiðir í verk fyri at mótvirka [...] talsmaður at seta pening av til nýtt suðuroyarskip, tí tað er ein íløga, sum eigur at verða raðfest rættiliga frammaliga. ? Tað er nú, peningur skal setast av til íløgur, sum t.d. til nýtt supuroyarskip og mangt [...] fyrireika okkum til ein búskap við ongum blokki og at danska tilskotið skuldi minkast so munandi ? Men gongdin er tann beint øvugta, tí tað sæst onki til, at fíggjarlógin verður lagað til fullveldisætlanina
er ein venjari komin úr Rumenia. Talan er um venjara á altjóða støði, so útlitini fyri góðum úrslitum á oyggjaleikunum á Ynnys Mun eru góð. Harumframt hava 4 føroyskir venjarar hjálpt til í venjingini og [...] Eitt fylgi, ið telur 15 føroyskar fimleikarar, stevnir tann 22. juli avstað til Ynnys Mun. Frammanundan ferðini hava tey vant miðvíst. Á Ynnys Mun verða oyggjaleikir í fimleiki. Á oyggjaleikunum á Gotlandi [...] so spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga hesa ferð. Nýggj kapping fyri juniorar Í mun til kappingarnar á vanligum oyggjaleikum, verða eisini juniorkappingar við hesa ferð. Vanligt er, at f