? Tað er ov nógv ferð á føroyska búskapinum. Og tað hevði verið rætt hjá tí almenna at bremsa gongdini eitt sindur.
Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins er samdur við teimum sum halda, at gongdin í føroyska búskapinum er óheppin.
Og hann heldur eisini, at tað hevði verið rætt at sett ymisk tiltøk í verk, fyri at tálma gongdini.
?Men tað, sum hevur allar størsta stýdningin, er, at tað almenna heldur aftur í sínum egnu útreiðslum, bæði í íløgunum og í rakstrinum, samstundis sum stórur dentur eigur at verða lagdur á at gjalda skuldina niður.
Edmund Joensen sigur, at tann óhepnað gongdin í føroyska búskapinum er ein avleiðing av, at tað heilt einfalt er ongin búskaparlig stýring.
? Orsøkin til, at samfelagið er so væl fyri búskaparliga, sum talan er um í løtuni, ertann politikkurin, sum varð førdur frá 1994-1998 og tey tiltøkini, sum vórðu sett í verk tá.
? Tá varð støðið lagt og vit fingu tey amboðini sum kravdust fyri menna vinnuna, og sostatt samfelagið aftur.
Formaður sambandsfloksins hugsar eitt nú um alla lóggávuna, sum varð gjørd av nýggjum, m.a. alilógina og fiskidagaskipanina, men vit fingu eisini nýggja lóg fyri bankar og sparikassar, vit fingu nýggja lóg fyri grannskoðing og vit fingu Framtaksgrunnin, samstundis sum vit fingu skattalættar og fíggjarognaravgjaldið varð tikið av.
? Samstundis skuldi tamarhald fáast á kappingarførinum við at halda aftur í lønunum
? Men so skal heldur ikki gloymast, at natúran hevur verið gávumild ímóti okkum eisini, leggur hann afturat.
?Alt í alt er hetta orsøkin til framgongdina í samfelagnum.
Tað almenna gongur á odda
Edmund Joensen, at nú er føroyskur búskapur aftur á einum vegamóti.
? Tí nú vísir tað seg, at tað er einaferð enn komin ov nógv ferð á búskapin.
? Men tíverri vísir tað seg eisini, at landsins stýrið megnar ikki at varðveita tamarhaldið á búskapinum, so at hann sleppur at vaksa og hitna at kalla ótólmaður.
Formaðurin í sambandsflokkinum sigur, at tað er sjálvsagt, at bæði vinnulív og kommunur gera íløgur sum tíðirnar eru.
? Alt hevur ligið at kalla stilt í fleiri ár, og ongin var førur fyri at gera íløgur, so tað er nógv, sum liggur á láni og tær íløgurnar verða eisini gjørdar.
? Men so ræður um hjá tí almenna at mótvirka gongdini við at halda aftur í sínum egnu íløgunum.
Edmund Joensen sigur, at
tað rætta hevði verið at tað almenna nú drýggjaði sínar egnu íløgur og bíðaði við teimum til tíðirnar fóru at versna aftur.
?Tíðirnar fara at versna aftur, og tá hevði tað verið hent um tað almenna kundi sett íløgur í verk fyri at skumpa undir búskapin aftur og at mótvirka arbeiðsloysinum so at ein líknandi kreppa, sum vit júst eru komin burturúr, ikki tekur seg uppaftur.
? Men tíverri vísir tað seg ístaðin, at tað almenna gongur á odda fyri at seta enn meiri ferð á tað óhepnu gongdina.
? Fyrst var tað harmiligt, at tinglimir skuldi vísa eitt ringt fyridømi við at hækka sína egnu løn.
?Tá varð støðið lagt fyri einum kravið um stórar lønarhækkingar allastaðni í samfelagnum, sum grundarlag ikki er fyri í útflutninginum.
Edmund Joensen sigur, at tað almenna átti heldur at byrgt upp fyri lønarkravinum við einum móttilboði til fakfeløgini um at lækka skattir og avgjøld, so at keypiorkan kundi hækka, uttan at lønin hækkaði.
? Tí so varð kappingarførið varðveitt og enn fleiri nýggj arbeiðsplás kundi verðið skapt. Og so sluppu vit undan tí, sum nú hendi, at lønin hækkaði, kappingarførið versnar, prísirnir hækka og búskapurin hitnar.
Formaðurin í sambandsflokkinum sigur, at talan skuldi verið um tiltøk, sum eisini tey veikastu í samfelagnum høvdu fingið ágóðan av.
? Tvs, at talan kundi verið um at lækka oljuavgjaldið og at hækka botnfrádráttin í skattinum, umframt kanska vanligar skattalækkingar.
? Men tíverri gjørdi landsstýrið onki. ? Tvørturímóti setir tað bæði íløgur ígongd, og økir samstundis rakstrarútreiðslurnar og kyndir sostatt enn meiri uppundir føroyska búskapin.
Drýggja íløgur og spara rakstur
Edmund Joensen sigur, at var nøkur búskaparlig stýring í Føroyum, hevði tað almenna lagt dent á at drýggja landskassans íløgur.
? Men ikki minst skuldi landskassin sett tiltøk í verk fyri at tálma rakstrarútreiðslunum.
? Vit síggja ferð eftir ferð, at landsstýrið biðjur um eykajáttanir til rakstrarútreiðslur av ymsum slag.
? Vit síggja eisini, at tann almenna meginumsitingin bara bólgnar upp. Eitt nú er talið á aðalstýrum vaksið upp í átta.
Formaðurin í sambandsflokkinum sigur, at sum búskaparliga støðan er, eigur landsstýrið bara at brúka pening til tað, sum er avgjørt neyðugt.
? Alt, sum er óneyðugt, eigur at bíða, men tað er umráðandi, at peningur verður settur til síðis í hesum tíðum, heldur enn at brúka hann.
?Harafturat má landsstýrið leggja stóran dent á at gjalda skuldina aftur og annars at leggja pening til síðis til verri tíðir.
? Verður peningur tikin burturúr fíggjarlógini og settur til síðis, hevur landskassin orku til at seta arbeiðir í verk fyri at mótvirka gongdini, tá ið tíðirnar aftur versna.
Men hvørjar almennar íløgur skal tað almenna so bíða við?
? Eg fari ikki at nevna nakrar ávísar íløgur beint nú, sigur Edmund Joensen.
? Tó vil eg siga, at sambandsflokkurin hevur verið heitasti talsmaður at seta pening av til nýtt suðuroyarskip, tí tað er ein íløga, sum eigur at verða raðfest rættiliga frammaliga.
? Tað er nú, peningur skal setast av til íløgur, sum t.d. til nýtt supuroyarskip og mangt annað, sum so kann gerast, tá ið høvi býðst.
? Men vit mugu bara staðfesta, at tað er púra onki samband ímillum fullveldisætlanina hjá samgonguni og tann førda búskaparpolitikin.
? Skulu vit hava fullveldið, skulu vit eisini fyrireika okkum til ein búskap við ongum blokki og at danska tilskotið skuldi minkast so munandi
? Men gongdin er tann beint øvugta, tí tað sæst onki til, at fíggjarlógin verður lagað til fullveldisætlanina.
? Lønirnar hækka, prísirnir hækka og vit hava fingið eykajáttanir, sum kanska merkja at fíggjarlógin hækkar einar 200 milliónir í ár.
? So fer blokkurin at minka omaná tann fíggjarpolikk, sum verður førdur, má tað verða øllum greitt, at tað fer at sansa at av álvara, tí tá verður tað eitt heilt, heilt annað samfelag vit tosa um, enn tað, vit hava ídag.
? Annars er uppskotið sum nú er frammu um kravda uppsparing til pensjón eitt gamalt hugskot hjá sambandsflokkinum. Vit settu eina slíka skipan í verk, men aðrir flokkar tóku hana av aftur
? Eg sigi ikki, at tað er rætt at seta beinleiðis tiltøk í verk beint nú.
Men verður málið reist at seta pening av til pensjónir, fara vit at viðgera tað politiskt, sigur Edmund Joensen.