Tá tað verður kappast á eitt túsund metrum hevur tað ofta víst seg, at starturin hevur serliga nógv av siga. Í Sandavági reyk Argjabáturin avstað, men tað var kortini skjótt, at Ørvur togaði seg framá grannarnar aftur, og harvið var lagt upp til mest spennandi róðurin á vestanstevnu. Ein kapping, sum ikki bara var millum tveir bátar, men harafturímóti millum tríggjar og onkuntíð fýra bátar.
Miðvingur, sum hevur verið drúgvur á øllum stevnunum, sjálvt um hann enn ongantíð hevur vunnið, gekk so mikið væl eina løtu, at hann tók bæði Argjabátin og Ørv, og Sjóriddarin úr Sunda Róðrarfelag, sum ikki hevur verið í toppinum higartil, hevði eina løtu hug at blanda seg uppí.
Tá bátarnir komu inn móti málinum gjørdi Argjabáturin ein øgiligan vørr og rann so mikið frá kappingarneytunum, at eingin ivi var um, at hann hevði vunnið. Miðvingur lá til næstfremsta plássið, og hevði hann megnað at hildið tørn um tað, so hevði tað havt við sær, at Argjabáturin kundi vunnið FM á ólavsøku, sjálvt um teir ikki vunnu róðurin og bara vóru eitt pláss frammanfyri Ørv. Men havnarmenninir áttu ein góðan endaspurt, teir fóru framum Miðvingin á sjálvum málinum, og harvið er Ørvur framvegis best fyri í FM kappingini, men tað er ikki stórur munur á.
Víkarbáturin stóð seg ikki so væl, sum hann hevur gjørt á undanfarnu stevnum. Tað kemur ikki so ofta fyri, men hesa ferð vóru púra ómøguligt at finna mun á Víkarbátinum og Gullbrandi, tá teir fóru um málið, og harvið endaðu báðir á fimta plássinum. Fríggjarin var sambært yvirlitinum frá RSF skrásettur sum nummar seks. Rættari hevði verið at skrásett hann sum nummar sjey, tá tveir bátar vunnu fimta plássið. Hetta er í hvussu so er mannagongdin í øðrum ítróttargreinum.
Søgan
Í síðstu viku nevndu vit, at vit vóru komin eftir, at um farið verður nóg langt aftur í róðrarsøguna, so verður ein bátur funnin, sum hevur vunnið fleiri ár á rað, enn Eysturoyingurin hevur gjørt, um hann vinnur á ólavsøku og harvið vinnur allar róðrarnar í fjør og í ár.
Talan er um Miðvingin, sum vann allar róðrarnar í 1957, 1958 og 1959. Jógvan Arge nevndi í frásøgnini frá vestanstvnu róðrinum, at Fríggjarin úr Miðvági er gamli Miðvingurin, sum var fyrsti kappróðrarbáturin, sum Niclas í Koltri smíðaði. Vit kunnu tískil leggja tvey og tvey saman og staðfesta, at báturin, sum hevur vunnið allar róðrarnar trý ár upp í slag framvegis luttekur í kappingini. Sum vit eisini søgdu í síðstu viku, so skal undirstrikast, at í fimti árunum vóru færri róðrar, enn tað eru nú, og sigrarnir hjá Miðvingi vórðu vunnir, áðrenn tað í 1964 var farið undir FM í kappróðri og tískil væl frammanundan at tað í 1973 varð farið undir FM kappingina í tí líki, sum hon er nú.
Í fjør og í fyrraárið var Argjabáturin FM vinnari. Ørvur hevur ikki vunnið FM síðani 1987. Miðvingur vann FM í 1993 og í 1988.