Næmingatalið eigur ikki at fara upp um 24

- Tað er altíð óheppið, at næmingatalið í flokkunum fer upp um 24, men eg kann ikki lova Føroya Lærarafelag annað enn eina orðing, sum sigur, at miðað eigur at verða ímóti, at talið ikki fer uppum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður

Hvussu stórt talið á næmingum í hvørjum flokki sær skal vera í føroysku skúlunum, er eitt afturvendandi vandamál. Yrkisfelagið hjá HF- og studentaskúlalærarunum var í einum drúgvum verkfalli í fjør orsakað av, at harraboð vóru komin úr Tinganesi um, at næmingatalið í einum miðnámsflokki skuldi hækkast meiri enn lærararnir hildu verða ráðiligt. Og í sáttmálasamráðingunum hesa ferð varð hesin spurningurin aftur á borðinum.

Føroya Lærarafelag hevur fylgt væl við, hvussu gingist hevur Yrkisfelagnum hesum viðvíkjandi. So skjótt sum stríðið hjá Yrkisfelagnum var av á hesum sinni, sendi Føroya Lærarafelag skriv til landsstýrismannin í undirvísingarmálum, har heitt varð á hann at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broyting í grein 20 í Løgtingslóg um fólkaskúlan.

Í hesi grein stendur, at næmingatalið í grundskúlans flokkum eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaársbyrjan. Føroya Lærarafelag vil hava greinina broytta til, at næmingatalið í øllum flokkum fólkaskúlans skal ikki fara upp um 24.

- Yrkisfelagið hevur ikki fingið lovað, at næmingatalið ongantíð skal fara upp um 24, men hinvegin, at miðað verður ímóti, at tað ikki skal uppum. Tað er altíð óheppið, at næmingatalið fer upp um 24 í hvørjum flokki, lærarin missir yvirlitið og tað er sera trupult at undirvísa í ov stórum flokkum. Hinvegin er heldur ikki so heppið, at flokkurin er ov lítil, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.

Hvat ætlar tú tær at gera við áheitanina frá Lærarafelagnum?

- Eg eri púra samdur við formanninum í Føroya Lærarafelag um, at næmingatalið ongantíð eigur at fara upp um 24, men eg kann ikki lova teimum eina orðing, sum sigur, at talið ongantíð skal uppum, men heldur sum hjá Yrkisfelagnum, at miðað eigur at verða ímóti, at talið ikki fer uppum. Tað er trupult at verða so konsekventur, at talið ikki kann fara upp um 24, tí vit vita, at ein flokkur kostar rættiliga nógv, sigur Signar á Brúnni.

Reglan í fólkaskúlalógini um, at næmingatalið í flokkunum kann fara upp um 24, varð broytt í kreppuárunum.