eisini um tað og rópar tað ein kærkomnan summargest. Eins og føroyingar vóru góðir við fuglin tjaldir, vóru teir tað eisini við skipið hjá Skipafelagnum Føroyum við sama navni. Teir stóðu saman um tað sum [...] hundrað føroysk skúlabørn vóru til tað stóra minningarhaldið á Bellahøj í Keypmannahavn til minnis um, at tað vóru 150 ár síðani, at »stavnsbandið« varð avtikið. Tí helt eg, at tað var kanska ikki heilt [...] tungt hoyggj at fáa tey røttu nøvnini á myndirnar, og eg vóni, at tey eru bein. Tað hevur fløvað meg um hjartað at merkja tann stóra áhuga, ið fólk hava víst hesum tiltaki, sigur Erling Poulsen at enda í
var orðsskiftið um fíggjarlógina í tinginum av tí sama sett at byrja mikudagin. - Sjálv fólkatingsetanin var fyrrapartin, og tí var møguleiki at sleppa heimaftur, áðrenn orðaskiftið um fíggjarlógina byrjaði [...] norska starvsbrøður sínar Stórtinginum, um viðurskifti við komandi oljulóggávuni hjá føroyingum. Vinnunevndin til Noregs - Vit hava tosað við teir um at fáa vitan um, hvussu teir arbeiddu, tá oljulóggávan [...] sigur Jógvan I. Olsen. Hann hevur onga viðmerking til atfinningarnar hjá løgmanni um, at tað var óhoyrt at hava orðaskifti um fíggjarlógina, tá Fólkatingið lat upp og løgmaður var burturstaddur. Vil ikki í
Fyribils er avtala gjørd við hetta nýggja felagið, sum eitur Sp/f F.I.S.K. um at leiga virkið í tríggjar mánaðar. Talan er nú um eina svenska fyritøku, sum saman við onkrum føroyingi hevur stovnað felag [...] Eitt nýtt felag við heimstaði í Oyndarfirði ætlar undir fiskaarbeiði í húsinum hjá P/F Nósa. Hetta er sama virkið, sum íslendska felagið Ísbú leigaði seinasta vetur. Men Nósi fekk ikki allar pengarnar fyri [...] bendir á, at leiðslan í Ísbú í Reykjavík meinar hetta í álvara, tí felagið í Føroyum er framvegis til. »Um so var, at teir bara høvdu hug at stinga av frá tí heila, høvdu teir koyrt felagið í likvitatión, og
føroyskur politikkur áðrenn Javnaðarflokkin, hevði rent seg fastan í eitt kekl um samband ella loysing, meðan rættuligur politikkur um livikor borgaranna, lá djúpt niðri í fikkuni hjá føroysku politikarunum. [...] uttanum tos. Undanførðslan, at ríkistuðulin er orsøkin til at so illa er stýrt, er sama tvætli. Hetta er at líkna við, um ein arvar móðir sína og drekkur peningin upp. Hvør hevur tá skuldina fyri at ein [...] rórið. Javnaðarflokkurin hevur fyrr víst, at samráðingarloysnin er einasta loysnin úr naggatódnini, og um føroyingar høvdu møtt samdir til samráðingarnar í 1946, so høvdu vit helst fingið eitt enn betri úrslit
snúð seg um sjálvstýri ella samband, men við javnaðarflokkinum fekk politiska orðaskiftið størri innihald fyri tann einstaka borgaran. Nú tók politiska kjakið seg upp um kor fólksins ? ja um sonn lívsvirði [...] Føroyum fyrst í hesi øldini, og einki er at dylja yvir, at í niðursetubygdini mundi vera sera smáligt mangan. Petur Mohr Dam mundi kenna hesa støðuna betur enn mangur annar eisini á sínum egna kroppi sum [...] doyðu í bestu árum, mangan frá stórum barnaflokki. Tað, at Petur Mohr Dam kendi hesi vána kor so væl, mundi vera høvuðsorsøkin til, at hann vígdi sítt politiska lív saman við øðrum samsintum at berjast fyri
sum hevur eina illusión. Ein dreym um, at teir ein dag skulu taka loysing frá Danmark. Men sum áður hevur verið sagt, so ynskir flokkurin ikki at viðgera spurningin um loysing á einum realistiskum grundarlag [...] tá javnaðarflokkurin legði fram uppskot um setan av einari stjórnmálanevnd, og tí verður eingin loysing av teirra ávum. Og innast inni er loysingin jú tað sama, sum at forkoma flokkinum ? at forkoma dreyminum [...] sláast fyri? Tí renna teir undan málinum. Men við millumbilum hava teir eitt hugnaligt prát um hesi viðurskifti, um ikki annað so fyri at boða fólki frá, at teir framvegis eru til. Heini O. Heinesen hevur
mangt áhugavert at vísa fram. M. a. ber til at fáa ráð um telduvirus og um koppseting, har er ein spurnarkapping og har eru annars nógvar upplýsingar um fyritøkurnar »Norna« og »Vit«, sum tilsamans eru KT-Húsið [...] lýsingar. Lýsingafyritøkan Sansir hevur eina sera áhugaverda lýsing, fyri tann, ið vil vita meira um internet og um marknaðarføring á internetinum. Ovast á lýsingabreddanum hjá Sosialinum kanst tú klikkja teg [...] á Sosialinum sjálvandi allar upplýsingarnar, sum skulu í Internetútgávuna, og snýr tað seg tí bara um at umseta hetta tilfar, so tað er atkomiligt á Internetinum. Tað er FarCom, sum hevur ment ta skipanina
kom í sama bólk sum Føroyar. Leygarkvøldið góvu teir Týskalandi, sum var á heimavølli, ein skarpan gang. Undir øllum umstøðum er tað hugaligt at staðfesta, at nú verður ikki tosað um, um Føroyar skulu taka [...] nir høvdu staðið seg í Gijón leygarkvøldið. Í leygardagsútgávunum varð ikki tosað um, hvør fór at vinna, men heldur um, hvussu nógv Spania fór at vinna. Og tey vóru fleiri, sum roknaðu við, at metið, ið [...] fingið Kypros í sama bólk sum Føroyar í komandi EM undankapping. Teir vunnu báðu ferðirnar ímóti Føroyum í HM undankappingini, sum var í 1992 og í 1993. Og avbjóðingin hevði eisini verið stór, um Albania kom
22 ára gamli Sámal Joensen úr Gøtu mundi hava eitt ánilsi um, at hann kundi fara at verða ímillum teir fyrstu ellivu, sum venjarin fór at senda í leyvunnar gap leygarkvøldið, men tað var ikki fyrrenn á [...] Eg iðri meg um, at eg akkurát var ov seinur at blokera innleggið, sum hevði síðsta málið við sær, men sum heild haldi eg, at tað gekk væl. Vit fingu loyvi at spæla fótbólt, og sjálvt um teir vóru góðir
Fleiri av kvinnuliðunum í 1. deildarkappingini í hondbólti halda fram við sama venjara sum í seinasta kappingargári. Hjá meistaraliðnum Neistanum verður tað aftur Sigrun Mikkelsen, sum skal standa fyri [...] fjør var liðið leingi tað einasta, sum kundi kappast við Neistan í oddinum, men eisini tær duttu aftur um, tá kappingin leið móti endanum. Skála er tað einasta felagið, sum seinasta 15 árini hevur tikið m [...] grannunum í Neistanum, og seinast Kyndil vann eitt meistaraheitið var í 1981. Kyndlaliðið heldur fram við sama venjara sum í fjør, Sofus Dal-Christiansen, og liðið hevur fyrireikað seg væl til kappingina. Fyri