Jákup Dahl próstur yriki eisini um tað og rópar tað ein kærkomnan summargest.
Eins og føroyingar vóru góðir við fuglin tjaldir, vóru teir tað eisini við skipið hjá Skipafelagnum Føroyum við sama navni. Teir stóðu saman um tað sum ein maður. Hóast annað skipafelag hevði lægri prísir, fluttu handilsmenninir var sína til landið við Tjaldrinum, og fóru føroyingar burtur í lond at ferðast ella í ørindum, so fóru teir við Tjaldrinum. Tað var vanlig mannahugsan, at tað var so heimligt umborð.
Tey 21 árini, tað røkti skipasambandið millum Keypmannahavn og Føroyar, fór tað mangan brattan.
Í fjør vóru 50 ár síðan, tað fórst á Mjóvanesi, í ár eru 70 ár síðani sumbingar og aðrir vóru tiltiknu dansiferðina í Keypmannahavn, og næsta ár eru 60 ár síðani, at fleiri enn hundrað føroysk skúlabørn vóru til tað stóra minningarhaldið á Bellahøj í Keypmannahavn til minnis um, at tað vóru 150 ár síðani, at »stavnsbandið« varð avtikið.
Tí helt eg, at tað var kanska ikki heilt burturvið, at festa hesar tilburðir á blað, og soleiðis er henda bók vorðin til, sigur Erling Poulsen.
Hann takkar øllum, sum hava verið so avbera beinasom at hjálpt honum at savna tilfarið og serstakliga at læna honum myndir.
Tað var eitt tungt hoyggj at fáa tey røttu nøvnini á myndirnar, og eg vóni, at tey eru bein. Tað hevur fløvað meg um hjartað at merkja tann stóra áhuga, ið fólk hava víst hesum tiltaki, sigur Erling Poulsen at enda í formælinum.