22 ára gamli Sámal Joensen úr Gøtu mundi hava eitt ánilsi um, at hann kundi fara at verða ímillum teir fyrstu ellivu, sum venjarin fór at senda í leyvunnar gap leygarkvøldið, men tað var ikki fyrrenn á fundinum, sum Allan Simonsen helt saman við spælarunum tríggjar tímar fyri dystarbyrjan, at Sámal og hinir spælararnir alment fingu at vita, hvørjir skuldu byrja inni og hvørjar uppgávurnar hjá tí einstaka skuldu vera.
? Vit vandu leygarmorgunin, og tá var serligur dentur lagdur á, hvørjar avtalur skuldu galda í sambandi við deyðbóltsstøður. Tá var týðuligt, hvussu venjarin ætlaði, at liðið skuldi síggja út.
Hevði tú roknað við at vera ímillum teir fyrstu ellivu?
? Eg havi verið við nakrar ferðir, og tað er uttan iva galdandi fyri allar, sum eru við, at teir miðja eftir at koma á liðið. Allan Simonsen segði við meg, at hann helt, at tað hevði gingið so mikið væl hjá mær, tá eg kom inn í báðum dystunum ímóti Kekkia, at hann vildi geva mær møguleikan at vera við beinanvegin hesa ferð, og tað var eg sjálvandi glaður fyri.
Og hvussu heldur tú sjálvur, at tað gekk?
? Tað var sera strevið. Magni Jarnskor og eg skuldu tetta í høgru síðu. Eg iðri meg um, at eg akkurát var ov seinur at blokera innleggið, sum hevði síðsta málið við sær, men sum heild haldi eg, at tað gekk væl. Vit fingu loyvi at spæla fótbólt, og sjálvt um teir vóru góðir, so haldi eg ikki, at teir fluttu seg so ógvuliga nógv.
? Tað vóru fyri tað mesta teir somu spælararnir, sum vóru í síðuni hjá okkum, og tað gagnaði okkum í síðsta enda, at teir ikki noyddu okkum at renna uppaftur meiri, enn vit gjørdu.
Besta kappingarárið
Hóast sín unga aldur, so hevur Sámal Joensen nógvar royndir sum fótbóltsspælari. Hann hevur verið við til at vunnið fýra FM heiti og tvær steypafinalur fyri GÍ, og hann hevur verið við í nógvum Europa Cup dystum.
Men kappingarárið 1997 hevur ivaleyst verið tað besta hjá honum:
? Árini frammanundan havi eg verið nógv plágaður av skaðum. Eg eri farin undir venjingina saman við hinum í GÍ, men so er onkur skaðin komin uppí, og tað hevur gjørt, at eg havi verið aftanfyri hinar í venjing. Tíbetur hevur tað ikki verið soleiðis í ár.
Vart tú bangin, tá tú fórt á vøllin leygarkvøldið?
? Eg hevði nógvar nervar, men tað bilaði ikki, tá vit fóru at spæla. Tað var ógvuliga nógvur gangur, men tað havi eg upplivað áður. T. d. vóru tað einir 45 túsund áskoðarar, tá vit í GÍ vóru í Glasgow, og eg spældi ímóti Gasgoigne.