blettur nakrastaðni. Og í maskinrúminum var so reint, at til hevði borið at lagt tunguna á allastaðni. Á brúnni var ein føroyingur, sum hevði verið við skipinum til fiskiskap. Tað var Hans Johannesen úr [...] brúnni, men tá roynt varð at fáa eina samrøðu við hann, rýmdi hann, og sást ikki aftur. Sum skiltist hevði hann ongan serligan hug at tosa enskt. Skipið var ógvuliga reint og væl hildið. Og væl var tað eisini [...] flytur teir aftur á reyv, klárar at seta aftur. Línan verður drigin gjøgnum rør aftur á bátadekkið, har hon verður kveylað niður í seks avlang bing. Flotlína er, so nógv pláss kravdist til boyur og flot annars
er heldur ikki bangin fyri, at hon skal dálka so illa, at hon beinir fyri fiskastovnunum. Og heldur enn at síggja oljuvinnuna sum eina hóttan ímóti fiskivinnuni, tí hon stjelur alt fólki, síggi eg hana [...] grái gerandisdagurin byrjar aftur. Tey síggja fyri sær, at at hon fer at dálka havið so illa, at fiskurin rýmir Og tey síggja fyri sær, at hon fer at hita búskapin so heitan í einum nýtslu-rúsi, at vit fara [...] hjá føroyska samfelagnum. Men tey eru eisini mong sum hava fremsta fingur á lofti og ávara um, at hon líka væl kann beina fyri okkum. Tey jarðbundu síggja fyri sær, at oljuvinnan fer at tøma fiskivinnuna
fulltrúa og Súsonnu Danielsen, stjóra á Løgtingsskrivstovuni. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður hevði forfall vegna sjúku. Bjarni Djurholm, Marita Petersen og Signar á Brúnni eru ávikavist 1., 2. og 3 [...] er eisini eitt lítið samfelag, og tí var tað áhugavert at hoyra um tey viðurskiftini eisini, sigur hon. Løgtinsumboðini vitjaðu eisini ríkisgrannskoðanina í Íslandi. Bjarni Djurholm vísir á, at vit í Føroyum [...] hjá okkum at samanbera okkum við Ísland, sum í fólkatali »bert« er seks ferðir størri enn Føroyar. Hon sigur eisini, at hóast AlÞingið hevur sínar formellu reglur at halda seg til, so eru tey ikki so hátíðarlig
úr kappingarár, og sum hevur spælt seg til sáttmála í Noregi, gjørdist tí ársins spælari. Julian hevði týðandi leiklut á B36-liðnum, sum fyri fyrstu ferð í 35 ár, vann FM-heitið, og á landsliðnum var hann [...] fyrstu ferð nakrantíð kappingina hjá kvinnunum, og Rannvá Andreasen havði týðandi leiklut í hesum. Hon skjeyt hópin av málum, og var annars sentral í álopsspælinum hjá KÍ. Rannvá hevur fyri fyrstu ferð [...] Hjá kvinnum varð málverjin hjá aftasta liðnum í deildini, Beinta Lisberg, kosin ársins málverji. Hon hevur havt úr at gera í ár, tí ofta hevur Sumba verið við undirlutan í dystum. Annika Hansen úr HB
eisini var støðan í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp hjá StÍF. Spælið, sum hevði gingið rímuliga væl í fyrra hálvleiki, gjørdist stirvi og stundum rótut. Spælt varð nógv mitt ígjøgnum [...] fyri, og úti frá hava teir serliga Ingu Danberg sum støðuga hóttan. Mildrið Jacobsen var neyv, tá hon slapp ígjøgnum á vonginum, og úti frá royndi Inga Danberg seg fleiri ferðir við skotum, sum góvu mál
Um tað var onkur, sum hevði roknað við og kanska vónað, at tað fór at verða buldur og brak og kanska ein kollvelting, tá umboð fyri kappróðrarfeløgini møttust á aðalfundi leygardagin, so vóru tey vónsvikin [...] dómsnevndin kann ikki kolldøma avgerðirnar hjá dómarunum, sum hava við gongdina í róðrinum at gera, og hon kann heldur ikki taka avgerðir, sum hava við nýtsluna av fasta startinum at gera. Tað er nú latið
nógvir eftir framførsluna og sum heild lótu fólk í steðginum væl at. M.a. varð sagt, at tónaskaldið hevði dugað væl at funnið javnvágina millum tað, sum kann kallast modernað, líkatil, vælljómandi og mjúkt [...] Stantchev Ikki minst átti klaversolisturin Stamen Stantchev sín lut í, at konsertin eydnaðist so væl, sum hon gjørdi. Hóast Ælaveður ikki er ein klaverkonsert burturav, ?spælir? verkið nógv upp á streingirnar [...] men tað er eisini at krevja ov nógv, tí um umstøðurnar til miðvísari venjingar høvdu verið betri, hevði úrslitið ivaleyst blivið enn betri, tí núverandi menniskjansliga tilfeingið er okay. Stuttligt yvirhøvur
50, so hevur hon ein rættiliga stóran lurtaraskara. Í eini lurtarakanning gjørd av ÚF í mars/apríl ?96 sæst, at heili 56% lurta eftir hesi sending. Við eini so stórari lurtarafjøld er torført at meta virðið [...] londum. Hetta er ein øðrvísi sending enn tær undanfarnu nevndu. Hon er løtt at lurta eftir og fellur ivaleyst væl inn í yngra ættarliðið. At hon er øðrvísi merkir í mínum málburði nakað positivt. Vit fáa nakað [...] endursending. At hon so kemur sunnumorgun, tað kann ikki vera betri. Ein sending, ið minnir um »sálmar og sangir« er tíðarbundin til adventina. Hugvekjandi er frásøgnin um adventssálmarnar, og hon fellur væl
arbeiða á landi eitt skifti, men hevði ov lítið at gera. Tí fór hann við Fram, men um okkurt áhugavert arbeiði hevði verið í boðið í landi, so veit hann ikki, um hann ikki hevði tikið av. Í fyrstu syftu fer [...] og um hann helt seg til at fara eitt ørindi yvir á Pelagos, sum lá nærindis. Pelagos hevði júst verið inni, og hevði onkra útgerð, sum Regin og ein annar av manningini á Fram, skuldi fara eftir. Jú,segði [...] var í, fór frá. Av tí at tað var so tung alda, var torført at stýra. Skuldi hann roynt at hjálpt mær, vóru vit riknir ov lagt frá skipinum, og tað hevði bert gjørt støðuna enn verri, sigur Regin. Hann lá
ri. ? Tað er sera trupult at meta um, hvussu eitt møguligt krakk á partabrævabørsinum í New York hevði kunna ávirkað okkum, men av tí at heimsbúskapurin er so mikið væl fyri, var ikki grundarlag fyri einum [...] varandi, so kundi tað merkt, at væntaða rentuhækkingin ikki kom so skjótt, sum væntað. Fyri onkran hevði hetta verið ein fyrimunur, men samanlagt er tað helst størsti fyrimunurinin, at búskapirnir eru væl [...] útsvingini hava verið sera lítil. Higartil er ávirkanin rættuliga avmarkað, og lítið bendir á, at hon verður størri, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri.