Júst sum menn andaðu lættan eftir at tíggju ár vóru liðin síðan børskrakkið í 1987 í New York, var aftur vandi á ferð. Partabrævakursirnir fullu brádliga, og ófriður kom í partabrævamarknaðin.
Men tíbetur rættaðu kursirnir seg aftur, og vandin fyri sama skaða sum í 1987 var burtur aftur.
? Nú var tað ikki gjaldoyrað, sum hetta ávirkaði, men partabrøvini, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri.
? Tað er sera trupult at meta um, hvussu eitt møguligt krakk á partabrævabørsinum í New York hevði kunna ávirkað okkum, men av tí at heimsbúskapurin er so mikið væl fyri, var ikki grundarlag fyri einum rættuligum børskrakki, sigur hann.
Búskapurin betur fyri
Hann ber saman við støðuna í 1987.
? Tá fullu partabrøvini 23% í virði eftir einum degi, men ávirkanin var kortini ikki so stór. Hesaferð var talan um eitt fall upp á 7%, og verður ávirkanin tískil tað minni, vísir hann á.
? Tað hevur leingi verið væntandi, at tað skuldi koma eitt prísfall upp á partabrøv í USA. Men tá marknaðurin longu hevur rættað seg uppaftur, so er helst ikki grundarlag fyri at halda, at marknaður rættuliga kann fara um koll.
? Tá so nógv fólk, ið fáast við hetta, vænta, at partabrøvini skulu fara at falla - og tey falla, men rætta seg so skjótt uppaftur, so er tekin um, at búskapurin er á eini rættari leið.
? Eg trúgvi ikki, at tað ber til at manipulera við hasum, heldur Sigurð Poulsen.
Búskapirnir í heiminum eru í dag betur fyri, enn teir vóru í 1987. Tað eru ikki realbúskaparligar viðurskifti, sum tala fyri einum skrædli, men tað kunnu verða psykologiskir faktorar - eitt nú kreppan í Eysturasiatisku londunum, sum útloysti hatta, heldur Sigurð Poulsen.
? Har er ein verulig kreppa, sum tó vísir seg at vera rættuliga lokal, sigur hann.
Lítil útsving
Sigurð Poulsen sigur, at trupult er at vísa á, hvørjar avleiðingar tað kundi fingið fyri okkum. Um tað vísti seg, at basis var fyri at kursirnir skuldu falla so nógv, so kundi rentan í fyrstu syftu fallið á lánsbrøvum, tí so fluttu pengarnir frá partabrøvum yvir til lánsbrøvini. Men tað sær ikki út til at henda.
Men var hendan støðan varandi, so kundi tað merkt, at væntaða rentuhækkingin ikki kom so skjótt, sum væntað. Fyri onkran hevði hetta verið ein fyrimunur, men samanlagt er tað helst størsti fyrimunurinin, at búskapirnir eru væl fyri.
Í 1987 merktu vit tað ikki so nógv, men tað førdi til rentuhækking í USA.
? Fylgjurnar í 1987 vóru ikki so stórar, og einki í mun til krakkið í 30?unum. Tó er ilt at siga, hvør orsøkin er, men búskapirnir eru hampuliga væl fyri, og altjóða samhandilin er í vøkstri. Tað var hann kortini eisini í 1987, men frá 1913 til 1950 minkaði samhandilin alla tíðina, og síðani er hann vaksin, sigur Sigurð Poulsen.
? At búskaparliga samstarvið kring heimin er vaksandi nú, meðan tað í 30?unum var minkandi, hevur við sær, at tað ikki kemur so stórur panikkur í eina slíka tillaging, sum vit upplivdu nú um dagarnar. Tí skal nógv til, fyri at hetta skal ávirka rentuna munandi, sigur landsbankastjórin.
? Seinastu dagarnar hava vit sæð ein rentuvøkstur í Danmark, men síðan støðan aftur stabiliseraði seg, er rentan lækkað aftur - men útsvingini hava verið sera lítil.
Higartil er ávirkanin rættuliga avmarkað, og lítið bendir á, at hon verður størri, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri.










