Um tað var onkur, sum hevði roknað við og kanska vónað, at tað fór at verða buldur og brak og kanska ein kollvelting, tá umboð fyri kappróðrarfeløgini møttust á aðalfundi leygardagin, so vóru tey vónsvikin.
Umboð fyri virknu kappróðrarfeløgini møttu. Tað varð tosað um kappingarárið 1997, og hvussu óheppið tað hevur verið, at róðrarnir hava fingið eitt eftirspæl á skrivaraborðinum, og tað vórðu gjørdar samtyktir, sum RSF og róðrarfeløgini vóna fara at byrgja upp fyri, at tað so ofta verður talan um eftirspæl.
Jóhannes Joensen var av aðalfundinum afturvaldur sum formaður í eitt tvey ára skeið, og Hans David Hansen í Havn varð afturvaldur í nevndina. Haldan Haldansen úr Vestmanna varð nývaldur. Hann kom í nevndina fyri Eilif Petersen í Havn, sum bar seg undan afturvali, eftir at hann hevur verið í nevndini í ellivu ár.
Dómarin størri heimildir
Mestu viðgerðina og størstu broytingarnar í ásetingunum vórðu viðvíkjandi heimildunum, sum høvuðsdómarin, startdómararnir og dómsnevndin hava havt og skulu hava.
Viljin hjá RSF vísti seg at vera, at dómararnir í einstaka róðrinum skulu hava størri heimildir, og at heimildirnar hjá dómsnevndini skulu minkað. Róðrarsambandið legði upp til eina staðfesting av, at tað eru dómararnir á einstøku stevnuni, sum hava endaliga avgerðarrættin og ábyrgdina av, at alt er farið rætt fram í sjálvum róðrinum, og tað tók aðalfundurin undir við. Hetta ber m. a. við sær, at í framtíðini fer tað ikki at bera til at kæra um startin og mátan, sum róðurin verður avgreiddur uppá. Tá dómararnir á staðnum hava staðfest, at róðurin er farin fram sambært ásetingunum, so er tann staðfestingin endalig.
Kortskipan
Fyri at geva dómarunum betri møguleikar at virka og taka stig, tá teir halda, at bátarnir ikki bera seg at sambært tær ásetingar, sum eru galdandi, samtykti aðalfundurin eftir uppskoti frá nevndini eina reglugerð fyri eina ávaringarskipan.
? Í praksis verður talan um gul og reyð fløgg. Dómarin hevur nú fingið heimild til at geva einum báti, sum ikki ber seg at sambært reglunum eitt gult flagg. Um sami bátur fær tvey gul fløgg í sama róðri, so ber tað við sær, at hann verður burturvístur úr róðrinum. Um sami bátur fær eitt gult flagg á trimum stevnum, so ber tað við sær, at hann fær reyða flaggið beinanvegin, eftir at hann hevur fingið triðja flaggið, sigur Jóhannes Joensen, formaður í RSF. Hann hevur sitið í nevndini frá 1980 og til 1982 og aftur frá 1988. Tvey tey seinastu árini hevur hann verið formaður, og hann heldur, at tað er einki at ivast í, at nýggja skipanin fer at betra um møguleikarnar at fáa róðrarnar betri og skjótari avgreiddar.
? Tað er einki dulsmál, at tað hevur verið ein trupulleiki, at dómararnir ikki hava havt møguleika at sekta bátarnar. Tað hevur m. a. víst seg, at tað ofta hava verið bátar, sum hava havt ilt við at viðra tíðina. Tá dómarin hevur gjørt klárt at leggja bátarnar, so hevur ein bátur manglað, tí hann hevur ikki verið komin út á máli ella tí teir hava hitað upp, og tá dómarin t. d. hevur viljað havt bátarnar at skjóta á, so er tað ofta komið fyri, at tað hevur tikið langa tíð, og tað hevur viðhvørt havt keðiligar avleiðingar við sær. Tað er m. a. í slíkum førum, at dómarin nú hevur møguleika at geva gula kortið, og eg ivist ikki í, at tá bátsmanningarnar fara at vita tað, so verða tær lagaligari at fáast við, sigur formaðurin í RSF. Og vit onnur mugu so vóna, at dómararnir fara at samstarva væl við róðrarfólkið, tí tað hevur ofta verið at hoyrt frá róðrarfólki, at tey hava ikki torað at litið á orðini hjá dómarunum, tí teir hava ofta latið skotið av, tá teir søgdu seg ikki at skula gera tað.
Leikluturin hjá dómsnevndini er broyttur
Tað var serliga í sambandi við 10-mannafararóðurin í Kollafirði, at nógv tos og kjak stóðst í summar. Tá vóru tey fleiri, sum funnust at avgerðini hjá dómsnevndini, sum dømdi umróður og harvið kolldømdi sigurin hjá Havnarbátinum.
Omanfyri nevndu broytingar gera, at tað verður ikki møguleiki fyri at taka slíkar avgerðir í framtíðini.
RSF skeyt upp at velja Hákun Niclassen og Óla Jákup Kristoffersen í dómsnevndina. Tað tók fundurin undir við. Teir eru báðir advokatar. Teir eru valdir í staðin fyri Hans Petur Joensen í Havn, sum tók seg úr nevndini í sambandi við dómin um umróður í Kollafirði og í staðin fyri Louis Houmann í Oyndafirði, sum ikki var í uppskoti hesa ferð. Triðji nevndarlimurin er Tummas Hans Gaardlykke í Miðvági, sum ikki stóð fyri vali. Tummas Hans hevur verið formaður, men nývalda nevndin, sum sambært reglunum skal skipa seg sjálv, hevur ikki havt fund enn.
Vit hava spurt formannin í RSF, um teir við samtyktu broytingaruppskotunum ikki hava tikið allar heimildir frá dómsnevndini. Tað heldur Jóhannes Joensen ikki:
? Dómsnevndin skal taka støðu til brot á reglurnar. T. d. um tað á videoupptøkunum vísir seg, at skeivur bátur er dømdur sum vinnari, um skeivur bátur hevur fingið gula flaggið ella um tað verður kært um, at onkur, sum sambært reglunum ikki hevur rætt til tað, hevur verið við til at manna ein bát. Stóra broytingin er, at dómsnevndin kann ikki kolldøma avgerðirnar hjá dómarunum, sum hava við gongdina í róðrinum at gera, og hon kann heldur ikki taka avgerðir, sum hava við nýtsluna av fasta startinum at gera. Tað er nú latið fullkomuliga upp í hendurnar á høvuðsdómaranum og startsdómarunum, sigur formaðurin í RSF.