Morgunlesturin
Nakað eftir at útvarpið varð stovnað, kom morgunlesturin sum ein føst sending á skránna. Hvønn gerandisdag kemur lesturin kl. 7.15. Hendan sendingin hevur ein stóran lurtaraskara, og nú lesturin verður endursendur kl. 9.05 verður mett, at umleið eini 75% av fólkinum lurtar eftir lestrinum.
At vit hava hendan møguleikan í ÚF er at frøast um. Tað er nógv at takka fyri, at vit í einum almennum loftmiðli hava slíkar sømdir, at kunnu lesa úr skriftini og bera hvørjum øðrum eitt orð um Kristus. Og so teir slitsterku sálmarnir við sínum ríka innihaldi, sum gjørdust fólkaogn í sínum ymiska skapi og sniði alt eftir árstíð og kirkjuári.
Útvarpið hevur á hesum øki gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði. Prestarnir skriva lestrarnar, og fólk ymsastaðni runt um í landinum lesa. Fleiri røddir hoyrast á hendan hátt, og júst hetta hevur sítt virði og vísir á, at so mong eru virkin í hesi felags søk.
Sjálvur formurin av lestrunum liggur í eini fastari legu. Júst hetta tykist mær at vera ein styrki, tí á hendan hátt kann fólkið gera seg til eitt við sendingina. Ein avmarka tíð, eitt kent snið, eitt guðsorð frá morgninum av.
Sjálvt um prestarnir hava tað um hendi at skriva lesturin, so verður torført at finna misljóð tann vegin, at fríkirkjufólk við atliti til innihaldið kenna seg sett uttanfyri. Mær kunnugt hevur ÚF altíð havt ta kós, at ein morgunlestur skal vera so skrivaður, at hann skal vera eitt gott orð til øll tey, ið lurta. Morgunlesturin skal ikki bera brá av ávísari trúarlæru við givnum kirkjuligum atliti. Ein almenn útsøgn um Kristus, ið fevnir øll eins og sjálvt evangeliið. Ein útsøgn, ið við skiftandi orðum fjálgar og fløvar og sigur frá, at Jesus er menniskjum ein góður vinur.
Viðhvørt er morgunlesturin ein stutt ferð inn í tilverunnar skiftandi kor og umstøður. T.d. var tað nú um stundir hugaligt og gevandi at verða mint á lagnu Jobs. Væl skrivað og lagt til rættis, og vit kendu orðini í halgubók ljóða sum bergmál í okkara egnu tilveru og sálardýpi. Og lærdu nakað um lívið - eitt munadygt ískoyti.
Evangeliið
Tá halgan stundar til kemur sendingin »hetta heilaga evangeliið skrivar«. Ein av prestunum greinar evangeliska tekstin til sunnudagin. Hetta er ein góður táttur, og at skilja sum ein fyrireiking til guðstænastuna. Evangeliið verður lisið og nøkur orð tulka tað lisnað. Lurtarin fær nakað at vita, eina ábending um tað, ið prædikan/lesturin kann koma at siga. Eftir guðstænastuna kann so samanberast, og líkleiki og frávik í prædiku økja um kirkjufólksins egna førleika.
Sjálvt um hendan sendingin er at hoyra kl. 21.50, so hevur hon ein rættiliga stóran lurtaraskara. Í eini lurtarakanning gjørd av ÚF í mars/apríl ?96 sæst, at heili 56% lurta eftir hesi sending. Við eini so stórari lurtarafjøld er torført at meta virðið av sendingini nóg høgt. Serliga tey staðbundnu og sjómenn okkara kenna hesa sending kærkomna.
Frá míni tíð sum prestur á útoyggj minnist eg løturnar leygarkvøld á ein serligan hátt. Prát og hugni, útvarp og sjónvarp. Tá »hetta heilaga evangeliið« byrjaði, so var skrúvað niður fyri Svf og andaktsløtan var unnilig við útvarpstólið. Einki orð, friður og kvirra sum gomul siðvenja er her á landi. Andakt og friður um Guðs orð.
Møguliga kundu vit víðka hesa sending soleiðis, at vit hvørt kvøld í viku høvdu eina stutta andakt, tá útvarpið gavst at senda á kvøldi. Hesin møguleikin burdi verið umhugsaður. Hesar andaktir kundu t.d. verið upplestur úr skriftini og bøn saman við einum sálmi/sangi.
Guðstænastan
Sunnudagurin hevur guðstænastuna sum fastan tátt á skránni. Hetta er eitt stórt framstig, at guðstænastan nú verður send beinleiðis í kirkjutíð. Hetta er ein fyrimunur, tí nú kann heimafólki/sjófólki/arbeiðsfólki verða til guðstænastu saman við tí kirkjuliði, ið savnast í kirkjuni.
At útvarpið sendir beinleiðis styrkir eindarkensluna, at eisini tey, sum ikki eru í sjálvari kirkjuni, eru ein sjálvsagdur partur av kirkjuliðnum. Tí sjálvt um tað er gott at ganga í kirkju, so er tað tó vituligt, at mangar ymiskar umstøður gera seg galdandi. Og so kemur kirkjan út til fólkið, og vit eru í kirkju heima við hús ella á skipsdekki.
Eg kann frá mínari starvstíð sum prestur minnast prátið, tá vit mettu um fyrimunir og vansar við eini beinleiðis útvarpsguðstænastu. Mett var, at hetta møguliga fór at minka um fólkatalið í sjálvari kirkjuni. Hugsi ikki at hesin óttin gjørdist veruleiki. Annars eru korini so nógv broytt innan loftmiðlar, at kirkjan hevur mikið meira enn eina guðstænastu í ÚF at kappast við, nú vit eru farin at síggja óteljandi sjónvarpsrásir yvir fylgissvein.
Ongantíð meira enn nú kemur ein beinleiðis send guðstænasta til sín rætt. So hevur fólk okkara eitt kirkjuligt tilboð í kirkjutíð. Og eg hugsi, at nógv nýta hetta høvið at lurta og syngja við heima við hús.
Áhugavert er eisini at varnast, at ÚF hevur sett sær sum mál at koma út um alt landið. Á hendan hátt varnast vit kirkjuna í síni fjøld og breidd. Hoyra prestarnar prædika, og deknar lesa hvør á sín hátt. Hoyra ymiskar kirkjuklokkur kalla og skiftandi tónar á urgu. Hoyra sálmasangin sungnan úti á smærri bygdum við hóvligari ferð til skjótari tempo og ljómandi tónar undir stórum hválvi.
Lurtaraskarin er stórur. 42% av teim spurdu í áðurnevndu lurtarakanning svaraðu »ja«, at tey høvdu lurtað eftir guðstænastuni í ÚF. Hetta er eitt stórt tal, tí ivaleyst hava mong av teimum, ið svaraðu »nei«, verið til guðstænastu í samkomuni samstundis sum sent varð í útvarpinum.
Sjálvt um vit taka hetta talið við fyrivarni, so er valla nakað at ivast í, at størsta kirkjulið/samkoma sunnumorgun er meinigheitin rundan um útvarpstólið. Tað elektroniska kirkjuliðið er komið fyri at verða verandi.
Havandi í huga sæst høga virðið av sendingini enn sjónskari. So mikið reinmæltari má tøkkin ljóða til útvarpsins leiðslu og manning, at ÚF hevur »guðstænastuna« á skránni sunnumorgun.
Jólanátt sendir útvarpið beinleiðis úr Mariukirkjuni. Katólska kirkjan setur við hesari guðstænastuni sín eyðkenda dám á føroyskt kirkjulív. Sjálvt um kirkjan er ein hin minsta her á landi, so telist hon millum tær elstu í heiminum, - fyndríkar røtur.
Brøðrasamkoman
Umleið eina ferð um mánaðin sendir ÚF frá einum kristnum fundi hjá Brøðrunum. Hendan sending er seinrapart sunnudag. Útvarpið kemur eisini her runt um í landinum, og eg havi varnast, at beinleiðis møti eru útvarpaði í sambandi við størri fundarrøðir.
At samkoman hjá Brøðrunum hevur hendan møguleikan er at fegnast um. Á hendan hátt verður tann evangeliska breiddin í prædiku og sangi størri. Tað er óneyðugt at skriva, tí tað er sjálvsagt, og tó verður tað sagt: Mær tykir hesar sendingar rættiliga munadyggar. Hjá okkum, ið ikki koma til hesar fundir, er tað serliga áhugavert at lurta eftir sanginum. Nógv frálík løg og góður sangur.
Hjá brøðrunum kennist hendan løtan ivaleyst á sama hátt, sum tá kirkjufólkið sessast at lurta eftir guðstænastuni. Og tað er ein skilagóð avgerð, sum í allar mátar tykist mær røtt og gagnlig, at størsta samkoman uttan fyri fólkakirkjuna fær hendan møguleikan, at bera gleðiboðskapin út til landsmenn á landi og sjógvi.
Í víngarðinum
Nú vetrarskrá útvarpsins er komin, varnast vit eitt nýtt heiti. Sendingin, ið áður hevur itið »meðan hildið verður heilagt« verður nú nevnd »í víngarðinum«. Sendingin verður send sunnudag seinrapart, og dagin eftir - mánamorgunin.
Sum tað liggur í sjálvum heitinum, er hetta ein sending, sum lýsir og sigur frá tí andaliga virkseminum í kirkjum/samkomum. Víngarðurin er alheimskirkjan, Jesu Kristi kirkja, og fevnir sostatt bæði virksemi her á landi og burturi í øðrum londum.
Hetta er ein øðrvísi sending enn tær undanfarnu nevndu. Hon er løtt at lurta eftir og fellur ivaleyst væl inn í yngra ættarliðið. At hon er øðrvísi merkir í mínum málburði nakað positivt. Vit fáa nakað at vita um tað, ið rørir seg bæði heima og burturi. Samrøður við fólk, sum hava royndir frá trúboðaravirksemi. Frásagnir í stuttum vitnisburði um lívi í Kristusi. Lættari tónleikur, ið sjálvdan er at hoyra í einari kirkju ella samkomu. Tónleikur, sum tey yngru spæla heima við hús og fegnast um.
Sndingin verður løgd til rættis av fólki úr brøðrasamkomuni og hvítusunnufólki. At júst hesi fólk skipa fyri gevur eina størri javnvág. Meðan kirkjufólkið leggur tær gjøgnum árini væl kendu sendingarnar til rættis, so fær fríkirkjan hetta høvið at bróta burtur úr nýggjum. Hervið verður tað varðveitt, sum hevur verið, samstundis sum nakað nýtt kemur inn. Lurtarin fær hervið eitt størri tilboð frá útvarpinum at hoyra beinleiðis kristnar sendingar, og breiddin verður væl størri.
Mær rennur í huga eina samrøðu í 5-aranum. Sendingin snúði seg um útvarpið, rís og rís. Ein maður úr brøðrasamkomuni ringdi inn og eftirlýsti fleiri »andaligar/kristnar« sendingar t.d. lagdar til rættis av fríkirkjufólki.
Útvarpsmaðurin spurdi síðani, um hetta merkti, at kirkjufólkið skuldi lata burtur av sínum, víkja pláss fyri øðrum. Tá svaraði maður nøkunlunda soleiðis: »Nei, tað sum er av góðum, skal vera. Men gott var, um nakað kom afturat, - um aðrar samkomur fingu loyvi at senda í størri mun«.
Eg festi mær hesi orðini í minni og meti tey sum vísmanna tala. Hjá okkum, ið ynskja sendingar við kristnum/evangeliskum innihaldi í útvarpinum, eru áðurnevndu orð ein góður vegvísari framá. Uttan at skarva av tí góða, ynskja vit fleiri sendingar, ið umboða størri breidd, so tann samlaða javnvágin millum fólkakirkjur og samkomur samsvarar við føroya fólks andaliga jørðildi.
Sálmar og sangir
Ein av teimum væl kendu sendingunum er »sálmar og sangir«. Ein áhugaverd sending, ið er við til at økja um kunnleikan bæði til skaldið, innihaldið í sálminum og løgini. Á hendan hátt gerast vit betri við sálmarnar, og kunnleikin ger sálmin dýrari og ríkari.
Eisini á hesum øki hevur útvarpið gjørt eitt stórt og gagnligt arbeiði. Upptøkur runt um í landinum. Sálmar sungnir inn av nýggjum við teim gomlu kendu løgunum. Nýggjari løg sungin inn. Nýggj løg og nýggir sálmar. Við hesum er bandasavnið hjá útvarpinum væl útbygt bæði við atliti til kirkjuliga nýtslu og sangsendingar sum heild.
At hendan sendingin verður skipað og løgd til rættis av skiftandi fólki í samstarv við útvarpsmanning, gevur sendingini ein sigandi fyndríkan dám. Eitt úrval av sálmum/sangum, har samanrenningin - millum vitan og tokka, orð og lag - gevur sendingini ein slitsterkan og altíð viðkomandi dám.
Tað er tað við einum sálmi, at hann slítist ikki. Slitstyrkin er eyðkenni fyri ein góðan sálm. Ein gamal sálmur ella eitt gamalt lag tekur einki frá nútíðini. Ein góður sálmur er omanfyri tíðina, tíðarbundin í sínum upphavi, men leysur av tíðini við atliti til nýtslu.
Hendan sendingin hevur eisini verið við til at víst á yngri listarfólk bæði innan skaldskap og tónasmíð, og júst hetta er av týdningi, at vit ikki steðga upp men geva rúm fyri tí, ið hevur varandi virði nú og í komandi tíðum.
»Sálmar og sangir« verður send mánakvøld og endursend sunnumorgun. Hetta er av sonnum eitt »kirkjuligt« framstig, at sunnumorgunin kemur til orðanna sum Harrans dagur.
Aftanfyri slíkar sendingar liggur eitt rímiliga tíðarkrevjandi arbeiði, og nú ÚF sendir frá 7-22 er hóskandi við eini endursending. At hon so kemur sunnumorgun, tað kann ikki vera betri.
Ein sending, ið minnir um »sálmar og sangir« er tíðarbundin til adventina. Hugvekjandi er frásøgnin um adventssálmarnar, og hon fellur væl inn í kirkjuárið. Annars er tað ein vøkur siðvenja, at ÚF endar dagin við einum sálmi ella einum sangi úr t.d. Føroya Fólks.
Føroyskir sangir
Ein afturvendandi sending sunnudag er »føroyskir sangir«. Hendan sending hevur ein rættiliga stóran lurtaraskara. Sjávlt um hon er á skránni ár um annað, er hon altíð áhugaverd og kveikjandi.
Til hetta eru eftir mínum tykki trinnar orsøkir. a) Útvarpsmaðurin er væl fyrireikaður og kennir sítt tilfar til lítar. b) Sendingin er føroysk og ber brá av tokka til fólk, náttúru og umhvørvið. c) Hon er ankrað í gamlari kirkjuligari siðvenju, har guðstrúgvin er støði alt annað hvílir á.
Sendingin spennir víða alt frá gomlum til yngri yrkjarum og lagasmiðjum. Nýggjar upptøkur, spennandi upptøkur. Ein arvur havdur á orði, ið sermerkir fólk og land.
Útgangur
Kundi hugsa mær at trivi í fleiri tættir, tí nógv annað gott liggur á ljóði í ÚF. Valdi á hesum sinni at taka nakað burtur úr rúgvuni. Og tilgongdin til valið liggu rí gjøgnum eitt felag, ið kallast »Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag«.
Sum heild eri eg sum aktivur lurtari væl nøgdur við útvarpi. Lívið er ikki bara ein prædika ella sálmasangur, - men tað er gott, at eisini hetta rúmas tí ÚF.
Áhugaverdar eru so mangar sendingar: siðvøga, frásagnir, frítíð, og náttúra, ti, sosial- og fólkslig mál.
Vóni einaferð seinri at fáa stundir at taka til pennin, og bera fram umrøðu av tí, ið má bíða á hesum sinni. Inntil ta tíð vil eg vegna meg sjálvan og vegna Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag takka fyri manga ríka løtuna við útvarpstolið heima í stovuni, bili og báti.
Gjarnes, 21. oktober ?97
Jógvan Fríðriksson