sjálvan og prýða húsið, so at hann kann útbúgva seg og tjena enn meira pengar. Føroya fólk Tíðin er kmin, at menn og landið mugu geva kvinnum og børnum møguleikar í landinum. Nógvar kvinnur og børn eru [...] landinum, politikarum, monnum og samfelagnum sum heild. Næstan hvør ung kvinna situr einsamøll við børnum. Og um hon er gift, so hevur hon børn frá øðrum manni við í hjúnarbandi, og maður hennara hevur børn [...] góðu menn, sum eru pápar at børnunum, sita og hugna sær einsamallir í egnum húsum, bilum og við nógvum pengum og skattalætta. Teir dansa í luksus meðan kvinnur og børn grulva svong á vegnum púra hjálparsleys
tey trý, Ginna, Teodor og Hilmar Jan, og mala út og inn. Teodor gongur javnan út til faksmaskinuna fyri at vita, um okkurt gott bræv er komið. Hilmar Jan rennur aftur og fram og ansar eftir, at innsløgini [...] Mangur man hava sitið og flent eftir onkrari skemtisøgu, sum hevur verið lisin upp í sendingini, og mangur man eisini hava sitið og grunað yvir, hvat var stuttligt við hasari søguni og so framvegis. Í miðal [...] hava sent inn við ymiskum søgum og líknandi. Tey bæði smoyggja sær oyramikrofonirnar niður um oyrini og bíða eftir, at tíðindakvinnan skal gerast liðug við at lesa tíðindini og siga frá, at nú er Nón á skránni
»Hvussu ung uppfata Gud« og »Hví eru ung so upptikin av óndskapi í fjølmiðlunum?« Annars fer rektarin Eberhard Harbsmeier at prædika við guðstænastuna sunnudagin 30. august kl. 11.00 í Dómkirkjuni, og Birgitte [...] læraraskúla- og pedagog næmingum, kirkjuráðslimum, kirkjutænarum og almenninginum. Folkekirkens Pædagogiske Institut er ein eftirútbúgvingar-stovnur hjá Fólkakirkjuni við tí endamáli at stuðla prestum og øðrum [...] lærararnir á stovninum og gestalærarar halda alt árið skeið á stovninum í Løgumkloster og úti um landið. Hetta er fyrstu ferð, Folkekirkens Pædagogiske Institut heldur skeið í Føroyum, og tað eru rektarin Eberhard
ein góðan og tryggan barndóm og ungdóm við ógvuliga nærum tilknýti til heim og foreldur, og familjuna hjá teimum í bæði borð, og hon var, sum kunnugt, sera stór - 17 mostrar, fastrar, mommu - og pápabeiggjar [...] Hvør skuffa varð vend og mamma fann 2 oyru. Nú skal hetta ikki vera mát fyri, hvussu vit sótu í tí, tí í mun til so mong onnur heim høvdu vit tað sosialt og fíggjarliga gott og trygt. Og hinvegin vóru mong [...] eitt bakland, sum riggar, og við mammu fekk P.M.Dam sín dyggasta stuðul og samstundis eitt sterkt og ótrúliga víðfevnt bakland av mentaðum fólkum við hugsjónum, djørvum tankum og vilja til at stríðast fyri
hesum kórinum. Tað vóru tey gomlu og avvarandi teirra ógvuliga fegin um at hoyra, og tað var eg eisini, tí eg vil hava sendingina so breiða sum til ber. Bæði ung og gomul skulu fáa gleði av sendingini [...] saman við øðrum kórsangarum, og í sambandi við upptøkur av kórsangi, men visti als ikki, hvussu sendingar annars vórðu gjørdar. Eg tosaði við Ova Olsen og spurdi, hvussu og hvat eg skuldi gera. Júst tá [...] Letlandi, og Ove spurdi, um eg ikki kundi greiða frá tí. So fór eg til verka, og fyrsta sendfingin gjørdist tí ein ferðafrásøgn, sigur Gunnvør Poulsen. Fleiri sum vóru við høvdu keypt fløgur í Riga, og hesar
Kristian og hansara lið av tónleikarum verið undir oynni Hestur, og har hava teir siglt inn i Klæmintsgjógv og spælt inn 13 nýggjar kompositiónir eftir Kristian. Klangurin er heilt serligur og stórur ? beint [...] vanliga studio-prinsippinum um, at ljóðið skal vera so turt og deytt sum gjørligt undir innspæling. Her er klangur fyri allar pengarnar, og serligu kompositiónirnar hjá Kristiani eru skræddaraseymaðar [...] tíðarskeiðið mai til august í ár, og tað er Kartni Fornagarð úr Útvarpi Føroya, sum hevur staðið fyri upptøkunum. Tónleikarar á fløguni eru umframt Kristian Blak sjálvan frísk, ung nøvn, sum longu nú eru vælkend:
verða flogterna. Tú kemur í samband við nógv fólk, og so kemur tú eisini runt til fleiri lond. Tó so, tey hava lítla tíð og onga orku til at fara og hyggja seg um, tá ið tey steðga á í einum landi eina [...] kravdur. Enskt skal dugast, og tað er ein greiður fyrimunur í vinnuni, um ein dugur okkurt annað mál. Haraftrat skal ein duga at svimja, tí hetta verður kravt í samband við neyðstøður og bjargingararbeiði. Tað [...] seg væl Nýggju flogternurnar og flogskarvurin hjá føroyska flogfelagnum stóðu seg væl í summar frættist. Ikki stóðu tey nakað aftan fyri tær heldur royndaru flogternurnar, og ferðafólkið hevur bara havt
javnt millum hesi bæði og Foki við Súsannu í Búðini. Bæði rossini komu á mál í tíðini 33,2, og triðja rossið á mál var Kambur við Búa Holm, sum hevði tíðina 33,5, so her var lítil og eingin munur. Góð he [...] hjá VR, og avgerðin fellur so á Heystkappríðingini hjá FR. Bæði ognarsteyp, 1., 2. og 3. prógv umframt ferðasteyp verða latin. Aftan á seinastu kappríðingina var sum vanligt heystveitsla, og veitslan [...] seinastu av teimum fimm FM-kappríðingunum í ár. Sólin skein í Marknagili, og nógv fólk nýttu henda møguleikan til at njóta tað góða veðrið og samstundis hyggja eftir kappríðingini. Serliga børnini stuttleikaðu
verða lukkulig saman við tínum børnum. Fáa tær útbúgving og arbeiði, har tú við vissu kann trívast og mennast. Og skapa fyri alt í verðini lukku og gleði rundan um teg«. Um tú ikki fært hetta í Føroyum, [...] eisini er tað ringt hjá kvinnum, sum hava gingið leingi heima og tikið sær av børnunum. Ofta hava hesar kvinnur heldur onga útbúgving, og eru tí ikki kvalifiseraðar til nógv av arbeiðinum sum finst í dag [...] urin blivin ógvuliga spesialiseraður. Ein og hvør kann ikki arbeiða eitt hvørt arbeiði. Kvinnur eru tí ofta noyddar at hava útbúgving fyri at arbeiða. Um ung kvinna ikki kemur á arbeiðsmarknaðin, áðrenn
alheims áhugaleikararfelagnum, EATA, hann er dani og kallast Thomas Haugen. Føroyar hevur søkt um limaskap í hesum felag, og er saman við hinum norðurlondunum og baltisku londunum í NEATA, sum er norðurlendska [...] tilfari, og Laura Joensen greiddi m. a. frá um leikin, hon gjørdi um Johonna Mariu Skylv Hansen, »Logi, logi eldur mín«. Laura Joensen, Rachel Helmsdal og Jón Thorsteinsson hava júst verið í Finnlandi og hildið [...] aldrinum 9-11 og 12-13. Hetta verður gjøgnum frítíðarundirvísingina í Havn, og verður tað Hedvig Vesterlund úr Finnlandi, sum fer at undirvísa. Hon hevur rikið ein sjónleikaraskúla í Belgia og var annars