­ Tú byrjar ikki við kvøldsangi og endar við morgunsangi

Nógv kenna røddina, men andlitið aftanfyri sendingina, sum nú í samfull trý ár hevurverið at hoyra hvøja viku bæði vetur og summar, er ikki so kend. Við væl valdum orðum og mildari rødd, sigur verturin frá ymsum í sambandi við tónleikaúrvalið, og tað hevur gjørt sendingina ógvuliga væl umtókta

Millum tær nógvu tónleikasendingarnar í Útvarpinum, er ein, sum øll hava hoyrt onkuntíð, og nógv dáma serliga væl.

Tað er sendingin » Á Sanganna Veingjum» hjá Gunnvør Poulsen, sum nú í samfull trý ár - bæði summar og vetur - hevur verið á skránni hvørt mikukvøld

Hóast røddin er vælkend, so eru tað ivaleyst nógv, sum ikki kenna andlitið aftanfyri røddina.

Gunnvør Poulsen er 43 ára gomul, gift og eigur ein son. Dagliga arbeiði hennara er at starvast á Próvstovuni í Undirvísingar- og mentamálastýrinum

Tað var rættiliga tilvildarligt, at hon fekk uppgávuna at skipa sendingina. Í fyrstuni var tað bert fyri einu ferðina, og hóast hon ikki helt seg til, tá hon varð spurd, avgjørdi hon kortini at royna.

Áðrenn hetta hevði verið ein sending við sama innihaldi, sum kórleiðarar skiftust um at leggja til rættis. Hon kallaðist »Chorus», sum merkir kór.

­ Tað var Ove Olsen, programleiðari í Útvarpinum, sum ringdi til mín. Hann helt, at tað hevði verið áhugavert at vita, hvat kórsangarar høvdu at bjóða í slíkari sending, sigur Gunnvør Poulsen.

Hon hevði onkuntíð verið í útvarpsstovuni, til prát saman við øðrum kórsangarum, og í sambandi við upptøkur av kórsangi, men visti als ikki, hvussu sendingar annars vórðu gjørdar.

­ Eg tosaði við Ova Olsen og spurdi, hvussu og hvat eg skuldi gera. Júst tá høvdu vit verið á kórferð í Riga í Letlandi, og Ove spurdi, um eg ikki kundi greiða frá tí.

­ So fór eg til verka, og fyrsta sendfingin gjørdist tí ein ferðafrásøgn, sigur Gunnvør Poulsen.

Fleiri sum vóru við høvdu keypt fløgur í Riga, og hesar, saman við teimum eg sjálv hevði keypt, gjørdist grundarlagið undir fyrstu sendingini í 1995, sigur Gunnvør Poulsen.

Tað var kortini ikki sum at siga tað, at fáa fyrstu sendingina frá hondini, tí Gunnvør visti ikki, hvussu nógvan tekst hon skuldi skriva, og hvussu nógv tónleikabrot skuldu til, fyri at fylla tann hálava tíman, sum sendingin varir.


Gloymdi heitið

og eyðkennislagið

­ Bjarni Johansen, teknikari í Útvarpinum hjálpti mær. Heitið í sendingini varð avgjørt í síðstu løtu, og eg hevði heldur ikki hugsað um eyðkennislag. Ove Olsen kom við hugskotinu at kalla sendingina »Á Sanganna Veingjum», og eg valdi ?Gloria³, er brot úr messu eftir Bartules, ið varð føddur í 1954. Messuna hevur hann skrivað einaferð í 80 árunum, og er nútíðar tónleikur, meira rútmiskur enn tær gomlu messurnar.

­ Er tað ikki krevjandi at gera slíka sending hvørja viku ár um ár?

­ Tað er ið hvussu so er tíðarkrevjandi. Tú hugsar um tað hvønn dag, lurtar eftir øðrum sendingum, og hevur alla tíðina í tonkunum, hvat tú skalt bjóða næstu ferð, sigur Gunnvør Poulsen.

Hon tekur fram teir føroysku sangirnir, sum tað tekur serliga drúgva tíð at finna, av tí at so lítið er komið úr á fløgu ella plátum.

­ Útvarpið hevur kortini frálíkt savn av eldri og nýggjari upptøkum, og har eru fólk, sum ganga mær til handa, og eru ógvuliga beinasom at heita á.

­ Serliga nógv geri eg burturúr at finna raðfylgjuna í tí, sum skal vera innihaldið í sendingini. Eitt nú byrji eg ikki við einum kvøldsangi og endi við einum morgunsangi, sigur Gunnvør.

Tað mesta av tekstinum skrivar Gunnvør út frá tí, sum er greitt frá á hylkinum, men hon spyr eisini vitandi fólk.

Tað hendir kortini, at okkurt kemur skeivt fyri, og so gera lurtarar vart við tað.

­ Eg segði einaferð skeivan tónaskrivara, men tá ringdi tann rætti og segði, at hann legði einki í tað, men at tað var hann sum hevði skrivað lagið.

­ Tá vísti tað seg, at skeivt navn var skrivað á bandið hjá Útvarpinum, men so fingu vit rættað tað, sigur Gunnvør brosandi.

Hon fær nógvar viðmerkingar frá lurtararum um sendingina, og oftani eisini hugskot um, hvat skal takast fram í sendingini, eins og fólk koma til hennara við fløgum, sum tey halda eru áhugaverdar at taka við.

Bert einar tríggjar- fýra fløgur eru útgivnar við føroyskum kórsangi, men so er stóra bandasavnið í Útvarpinum til at taka.


Gomul upptøka vakti áhuga og gleði

Hóast nógvar eru gamlar og als ikki á sama tekniska støði sum tónleikur í dag, so hevldur Gunnvør, at hesar upptøkur hava stórt viði, og eisini stóran áhuga millum lurtarar.

Fyri ólavsøku hevði Gunnvør eina sending, sum í innihaldi hóskandi var um gamlar ólavsøkusangir. Hon sendi m.a. eina gamla upptøku av Havnar Manskóri. Henda er so gomul, at bert nøkur fá eru á lívi, sum sungu í hesum kórinum.

­ Tað vóru tey gomlu og avvarandi teirra ógvuliga fegin um at hoyra, og tað var eg eisini, tí eg vil hava sendingina so breiða sum til ber. Bæði ung og gomul skulu fáa gleði av sendingini, eisini fólk, sum annars siga, at tey ikki hava skil fyri kórsangi, sigur Gunnvør Poulsen, sum eisini vil tosa um størsta áhuga sín - nevniliga - at syngja í kóri.

­ Við sangi er tað sum við øllum øðrum: Tað broytist við tíðini, og onnur og nýggj krøv verða sett.

Hon hevur sungið í nógvum kórum frá barnsbeini av. Tá hon var 11 ára gomul leitaði Ólavur Hátún eftir børnum at syngja í Barnaútvarpskórinum, og hon slapp upp í part.

Síðani hevur kórsangur verið størsta ítriv hennara.

Síðani hevur hon sungið í Havnar Sangfelag, har mamman eisini var við. Kórið hevði tá einamest eldri sangarar, sum vildu tí hava ungfólk við.

­ Tá var eg ov ung at fara í Útvarpskórið, men so varð kvinnukór stovnað, tá eg var 15 ára gomul, og har slapp eg við, sigur Gunnvør.


Við í kórum við breiðum tónleikainnihaldi

17 ára gomul fór hon at syngja í Útvarpskórinum, og síðan hava nógv kór og serframførslur fingið stuðul frá Gunnvør. Eitt nú »Cantus Borealis», Havnarkórið, Eisini var Gunnvør limur í Suðuroyar Swingkvartett, fyri nøkrum árum síðan, og sum var ógvuliga vælumtókt. Seinast hevur hon luttikið í »Carmina Maritima, sum er blandað kór hjá Paulia í Sandagerði stjórnar. Kórið hevur júst givið út fløgu.

­ Vit hava seinast luttikið á Festival í Tivoli í Keypmannahavn, og har vísti tað seg, at vit vóru væl á hædd við tað, sum donsk kór hava at bjóða, sigur Gunnvør Poulsen.

Viðvíkjandi áhugan fyri kórsangi, heldur Gunnvør attað er enn meira stuttligt at luttaka í dag, av tí nú verður meira undirvíst enn áður gjørt fyri at undirvísa sangarar.

­ Munur er á kórum í Havn og á bygd. Her eru fleiri kór til at taka, og tí eru krøvini í summum kórum strangari enn í øðrum, sigur Gunnvør.

Serliga áhugavert heldur hon tað vera, at útlendskir kórleiðarar seinastu árini eru komnir hendavegin at stjórna. Teir læra kórsangarar nógv, sum teir annars ikki hava møguleika at fáa kunnleika til.


Útlendskir kórleiðarar

mennandi fyri sangin

­ Fremmandafólk eru eisini meira krevjandi, men úrslitið hevur verið, at vit væl kunnu vera við uttanlands.

­ Eitt nú var tað hugtakandi at arbeiða saman við m.ø. Willy Gohl, og í Verdi Rekviem, sum Yacow Bergmann stjórnaði, eins og Johannes Rahe. Hesir hava allir gagnað kórsanginum í ríkiligt mát.

­ Fyri at taka nakað fram um annað, so vil eg nevna Karl Clausen, kórleiðara, sum hevur serlig evnir at fáa okkum at syngja. Einaferð græt hann av gleði, so væl sangkórið ljóðaði, sigur Gunnvør Poulsen.

­ Hvussu leingi ætlar tú tær at skipa fyri sendingini » Á sanganna Veingjum»?

­ Eingin hevur spurt meg, sigur Gunnvør brosandi.

­ Ber tað til frameftir at finna nýtt tilfar?

­ Jú, tað kann saktans lata seg gera, tí eg syngi í kóri, og ferðist eisini, keypi fløgur o.s.fr., eins og fólk geva mær hugskot, so tað stendur ikki á at finna tilfar, sigur Gunnvør Poulsen.