Folkekirkens pædagogiske Institut

-

Í komandi viku koma fólk frá Folkekirkens pædagogiske Institut til Føroya at halda skeið fyri prestum, lærarum, læraraskúla- og pedagog næmingum, kirkjuráðslimum, kirkjutænarum og almenninginum.

Folkekirkens Pædagogiske Institut er ein eftirútbúgvingar-stovnur hjá Fólkakirkjuni við tí endamáli at stuðla prestum og øðrum, sum hava ábyrgd av kristnifrálæru. Føstu lærararnir á stovninum og gestalærarar halda alt árið skeið á stovninum í Løgumkloster og úti um landið.

Hetta er fyrstu ferð, Folkekirkens Pædagogiske Institut heldur skeið í Føroyum, og tað eru rektarin Eberhard Harbsmeier og Birgitte Thyssen, lektari, sum koma hesaferð.

Týsdagin 01. september hava tey skeið við prestunum í Norðurlandahúsinum.

Týskvøldið kl. 19.30 skipar Felagið Fyri Kirkjuráðslimir fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum, har evnið verður »Menighedens pædagogiske ansvar« Mikudagin 02. september hava tey skeið við læraraskúla- og pedagog-næmingum á Føroya Læraraskúla og hósdagin 03. september eru tey á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð. Evnini fyri fyrilestrunum annars eru m.a. »Samarbeiðið millum skúla og kirkju«, »Hvussu ung uppfata Gud« og »Hví eru ung so upptikin av óndskapi í fjølmiðlunum?«

Annars fer rektarin Eberhard Harbsmeier at prædika við guðstænastuna sunnudagin 30. august kl. 11.00 í Dómkirkjuni, og Birgitte Thyssen, lektari fer at prædika í Haldarsvíkar kirkju kl. 11.00