Ungar kvinnur í Føroyum

Unga føroyska kvinnan, hvussu hevur tú tað? Ert tú glað og nøgd við lívið? Hevur tú arbeiði? Og fært tú stuðul og kærleika frá tínum manni og landi, so at tú klárar teg, eisini sjálvt um tú ert einsamøll við tínum børnum?

Nógvar ungar føroyskar kvinnur hava ongantíð fyrr verið so illa fyri, sum tær eru í dag. Tær eru púrasta sviknar av landinum, politikarum, monnum og samfelagnum sum heild.

Næstan hvør ung kvinna situr einsamøll við børnum. Og um hon er gift, so hevur hon børn frá øðrum manni við í hjúnarbandi, og maður hennara hevur børn við aðrari konu. Alt í einum ruðuleika, men kvinnan og børnini gjalda rokningina.

Tað byrjaði fyri nøkrum árum síðani, at ótrúliga nógvar ungar kvinnur blivu við barn, har pápin at barninum ikki stóð við hennara lið. Hesar kvinnur kundu ikki fáa tikið fosturtøku uttan víðari, men hava ístaðin baksast fyri lívinum, fyri at »megna« at taka sær av sær sjálvari samstundis við at taka sær av barninum. Páparnir sleppa, sum vit vita, ofta snikkaleysir uttan ábyrgd.


Kvinnur klára seg ikki

Kvinnurnar, sum standa einsamallar og berjast fyri lívinum, hava ógvuligar ringar møguleikar fyri at klára seg í Føroyum. Tað er kalt millum manna, dýrt at liva, ringt at fáa bíligan bústað, ringt at fáa arbeiði, ringt at útbúgva seg og ógvuliga lítið er av peningi. Tann einasti »góði« er Almannastovan, ALS og barnaverndin, sum herja á hesar ungu kvinnur sum ófaklærdir mafiamenn og alfonsar ella villir hermenn - til stóran skaða fyri hesa neyðars ungu kvinnur.

Nú skulu tær saman við teirra børnum eisini undirleggjast tvangsarbeiði fyri lítið og ongar pengar, undir heitinum »Aktivering av ungum og arbeiðsleysum«. Hetta fyri at børn og arbeiðsleysar ungar einligar kvinnur kunnu brúkast sum bílig arbeiðsmegi, júst sum tær fátøku kvinnurnar og børnini í Amerika, Afrika o.s.v. Og kortini koma hesar kvinnur ikki at klára seg fíggjarliga. Hvar er moralurin - ikki í hjartanum í hvussu so er.

Hesir góðu menn, sum eru pápar at børnunum, sita og hugna sær einsamallir í egnum húsum, bilum og við nógvum pengum og skattalætta. Teir dansa í luksus meðan kvinnur og børn grulva svong á vegnum púra hjálparsleys. Hvat er hetta fyri eitt land vit liva í - er tað mandsdominerað?

Ja, Føroyar er eitt mandsdominerað samfelag og hevur altíð verið tað. Men í dag leggur tann føroyski maðurin ikki petti í, at taka sær av, æra og elska kvinnuna og síni børn. Um maður fær sær kvinnu í húsið, so er tað við »medgift« pr. mdr. fyri at pleyga seg sjálvan og prýða húsið, so at hann kann útbúgva seg og tjena enn meira pengar.


Føroya fólk

Tíðin er kmin, at menn og landið mugu geva kvinnum og børnum møguleikar í landinum. Nógvar kvinnur og børn eru tyngd, troytt og ólukkulig. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit fáa gott arbeiði og útbúgvingarmøguleikar, men eisini at vit fáa tann stuðul og kærleika frá monnum, so vit klára okkum.

Um ikki, er best hjá kvinnum at fara til frægari støð at búgva. Staðir, har kvinnur og børn kunnu fáa møguleikar og verða eydnurík. Menn vaknið upp - kvinnur hava brúk fyri tykkum.


Ann Rós