Kristian blak hevur aftur gjørt tað. Givið eina fløgu út, ið er upptikin í eini grottu. Saman við skiparanum á Norðlýsinum Birgir Enni hevur Kristian og hansara lið av tónleikarum verið undir oynni Hestur, og har hava teir siglt inn i Klæmintsgjógv og spælt inn 13 nýggjar kompositiónir eftir Kristian.
Klangurin er heilt serligur og stórur ? beint øvugtur tí vanliga studio-prinsippinum um, at ljóðið skal vera so turt og deytt sum gjørligt undir innspæling. Her er klangur fyri allar pengarnar, og serligu kompositiónirnar hjá Kristiani eru skræddaraseymaðar til høvið.
Upptøkurnar eru gjørdar tíðarskeiðið mai til august í ár, og tað er Kartni Fornagarð úr Útvarpi Føroya, sum hevur staðið fyri upptøkunum.
Tónleikarar á fløguni eru umframt Kristian Blak sjálvan frísk, ung nøvn, sum longu nú eru vælkend: Heðin Ziska Davidsen á guitar, Ólavur Olsen, trompet, Mikael Blak, bass og Heri Jakobsen, naverlur.
Líka sum við »Conserto Grotto« ? upptikin í Líðargjógv í Sandoynni í 1984 av bólkinum Yggdragsil ? er tað plátufelagið Tutl, ið gevur út »Klæmint«.