meg, tí at eg hevði fornermað danska forsætisráðharran. Eg segði, at hann var vælkomin sjálvur at gera tað hann hótti við, men eitt skuldi hann vita, og tað var, at eg sló ikki aftur. Varð eg sundursoraður [...] Hósdagin tann 8. januar 1998 var eg á Káta Horninum. Har møtti eg einum góðum sambandsmanni, sum eg havi havt mangt áhugavert prátið við. Men henda dag var hann sum hamskiftur, og sigur við meg, at onkur [...] sett á stovn, so tók eg tað sum eitt av ofrunum, sum ikki slepst undan í frælsisstríði okkara. Er danska stýrið lógligt? Eg royndi at spyrja hann, hvat ið var skeivt í tí, sum eg hevði sagt um forsæti
á tal. ? Eg má viðganga, at eg fegnaðist tá ið eg hoyrdi, at ætlanin var at geva sjómonnum skattalætta. Tí eg helt, at tað hava teir uppiborið, tí teir eru so nógv heimanífrá og fáa tí ikki tikið so nógv [...] samfelagsbólkum eisini. Eyðfinn Petersen heldt, at løntakarar hava ikki longur bara ein mótpart at stríðast við, og meinti hann við, at tað nú ikki einans er arbeiðsgevarin, sum er mótparturin hjá arbeiðarastættini [...] - men eisini landsins fólkavalda stýri, sum er tann størsti úlvurin, ið vil skræða okkum sundur, sum hann tók til. ? Nú sjómenn fingu skattalætta, helt eg, at kavablakið var farið á rull, og at tað fór
m. Og tað eru ikki bara vit á landi, sum halda hetta vera skeivt. Frá fleiri havi eg hoyrt, at eisini nógvir sjómennir eru argir inn á tað nýggju lógina, sum ber við sær, at sjómenn ikki skulu hava somu [...] heldur ikki verið rætt. Tað ber ikki til at taka ein starvsbólk burturúr. Men nakað annað er at geva frádráttarmøguleikar fyri tann serliga kostnað, sum tað er at røkja sína vinnu. Tað er ikki rætt, við [...] lønarskerjingum. Og tann tøka reallønin er nógv minkað av øðrum búskaparligum inntrivum hesi seinastu árini. Og tí hevur tað verið, og tí er tað framvegis ilt hjá mongum at bjarga sær. Eg vil vísa á, at tað
Orsøkin er tann, at øll hesi feløgini eru farin í part við sær destruktivu kreftirnar í føroyskari fakfelagsrørslu, har tað bert ræður um at vera ímóti stórt sæð øllum millum himmal og jørð. og har tann størsti [...] ngu, har eg sjálvur samb. »Dimmalætting« var ein av høvuðsskurkuum. Tað er eyðkent fyri hesa forsamling, at hon skiftir grundgeving eins ofta sum onnur skifta hosur. Nú var tað knappliga ikki skatturin [...] Hetta man vera eindømi í heimssøguni! Nú aftan á kunnu øll hesi feløg staðfesta, at hóas tallar tær ómetaligu kreftir, sum eru brúktar í hesum máli við hóttanum av ymsum slag, so hava tey ikki fingið broytt
norðmenn eisini av álvara uppi í kappingin um at sleppa framat trognum. Men eg veit ikki, hví teir skulu halda tað vera so sjálvandi, at norskar fyritøkur skulu sleppa framat oljuni í Føroyum, samstundis [...] teir. Og tann møguleika eiga vit at brúka. Sjálvur hevur hann onkuntíð borið hetta fram tá ið hann hevur hitt norðmenn privat. Men hvørja viðmerking hann hevur fingið frá norðmonnum, vil hann ikki út við [...] vit eiga at gera norðmonnum greitt, at taka teir ikki betri partar fyri seg í fiskivinnusamstarvinum við føroyingar, skulu norskar fyritøkur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serligar sømdir frá føroyingum
gildi. Í 1979 var tí ikki neyðugt at skeita eftir grundlógini, í tann mun spurningurin snúði seg um, hvørt Fólkatingið hevði rætt til at seta heimatýri á stovn í Grønlandi ella ikki. Hesin spurningur var [...] heldur. Tað er hetta, sum Zaharias Wang ikki vil viðganga. Hann krevur at lógarinnar tekstur verður fylgdur orð fyri orð. Hann krevur at lógin ræður. Lógin er ikki fullkomin Danski løgfrøðingurin Peter Høilund [...] lógarinnar bókstav vera avgerandi fyri hvussu vit skipa okkum, so enda vit í einum fullkomnum tóma, har okkara menniskjansligu eginleikar eru burtur. Lógin er til fyri okkara skyld og ikki øvugt. Peter Høilund
Nú eg siti frammanfyri skerminum, við deyðsboðunum enn sjongrandi í oyrunum, eru tankarnir so fløktir. Eg veit ikki rættuliga, hvussu eg skal byrja, tí tú og deyðin hoyrdu líkasum ikki saman og eg vil siga [...] verða skiltur. Eg takki tær fyri hendan eginleikan. Tín líðingarsøga gjørdist stutt og svár, og eg luttók slettis ikki í henni eins og familjan og hinir starvsfelagarnir á Sosialinum. Ikki fyrr enn ein [...] kemur fram í tonkunum, nú tú er farin. Eg kendi teg sum starvsfelaga, og seinastu mongu árini hevur tú verið ein partur av mínum gerandisdegi. Ein ikki so lítil partur. Eg eri fegin um at hava lært teg at kent
seinur dagur. Eg haldi, eg tori at sláa fast, at sitandi samgonga kemur ikki longur við málinum. . Tey hava so samstundis slept einum sunnum og skilagóðum prinsippi, um at grunnar ikki longur skulu stýra [...] til, at blaðsamrøðan, sum eg hevði við Sosialin mánadagin 5. jan. 1998, ikki er fallin í góða jørð hjá formanninum í Vága Javnaðarfelag Hans Jørgensen og møguliga heldur ikki hjá stórum tali av vágafólki [...] .. Størstur tykist skelkurin verða, tí eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki gjørdist heitur talsmaður fyri tí loysn, sum samgongan kom við. Men eisini tí eg í samrøðuni nevndi aðrar íløgur , sum liggja
fær tað svar, at Danir ikki halda, at teir einvíst kunnu broyta heimastýrislógina, men at stjórnin vil rætta seg eftir, hvat løgtingið samtykkir, so er hann ikki nøgdur. Hvat vil hann. Skal hann trútta [...] men ikki kunngjørd í Føroyum og tí heldur ikki galdandi her, og ein føroysk, samtykt av Løgtinginum, staðfest av amtmanni og kunngjørd í Føroyum og tí galdandi her. Hann hevði tá eisini sæð, at tann danska [...] Føroyum. Hetta er tað, sum vit eiga at halda okkum til, og eg kann ikki við mínum besta vilja skilja hvat tað er, sum hesin fólkafloksmaðurin vil við sínum spurningi til donsku stjórnina annað enn at gera
myndugleikarnir ikki hava verið rætt kunnaðir. Sigurð Poulsen vil ikki beinleiðis siga, at danir hava givið føroyingum rangar upplýsingar, men heldur hetta vera eitt dømi um, at vit ikki sjálv høvdu nóg [...] áhugamálum, sigur hann. Í fimtiárunum var eisini kreppa. Var støðan tann sama tá? ? Tað tori eg ikki at siga, men tá var uttanlandsskuldin ikki so stór, sigur Sigurð Poulsen. Men hann leggur afturat, at nógv [...] tiltrúgv til danskar myndugleikar, at vit ikki longur vilja lurta eftir ráðgevingini frá danska Fíggjareftirlitinum. ? Funktiónin hjá Fíggjareftirlitinum verður tann sama sum higartil, men vit mugu sjálv hava