Eirikur Lindenskov
? Tað er ikki av tilvild, so mong fakfeløg. við ikki minni enn einum 16.000 fólkum í rygginum eru møtt upp í dag at mótmæla tí vitleysa fíggjarpolitikkinum, sum landsstýrið førir og sum hóttir við at køva allan glotta, sum í dag hómast í havsbrúnni, segði formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinn Petersen.
? Vit eru møtt her í dag at rópa varskó og vísa, at vit ætla okkum ikki at standa sum pasivir áskoðarar og hyggja at, meðan landsstýrið forkemur øllum tí viðbrekna framburðinum, sum hevur verið í samfelagnum seinastu árini, og sum skla vera lívsgrundarlag okkara seinni, og lívsgrundarlagið hjá eftirkomarum okkara.
Eyðfinn Petersen segði eisini, at tað tyktist tíverri sum um hetta er einast máti at koma á tal við politikarar okkara.
? Búrskaparfrøðingar hava ávarað um gongdina og fakfeløg hava ávarað um gongdina. Men eingin lurtar. Ja, teir ikki so mikið sum øna okkum svar, segði hann.
Hann segði víðari, at størri háðan kanst tú ikki vísa ímóti nørkum enn at tiga ein burtur.
? Hetta tiltakið skal siga politikarum okkara, at teir eru altso noyddir at lurta.
? Eingin er keddari enn vit av, at vit noyddust at órógva arbeiðsfriðin í dag. Men tíverri skal eitt so drastiskt tiltak til, fyri at fáa politikararnar á tal.
? Eg má viðganga, at eg fegnaðist tá ið eg hoyrdi, at ætlanin var at geva sjómonnum skattalætta. Tí eg helt, at tað hava teir uppiborið, tí teir eru so nógv heimanífrá og fáa tí ikki tikið so nógv lut í vanliga samfelags- og sosiala lívinum.
? Og eg helt eisini, at fáa fiskimenn skattalætta, fer tað at gera tað øom.guligt hjá teimum at hækka skattin hjá okkum øðrum. Tvørturímóti helt eg, at tað fór at geva okkum tey bestu argumentini, hugsast kundi, at lækka skattin hjá øllum øðrum samfelagsbólkum eisini.
Eyðfinn Petersen heldt, at løntakarar hava ikki longur bara ein mótpart at stríðast við, og meinti hann við, at tað nú ikki einans er arbeiðsgevarin, sum er mótparturin hjá arbeiðarastættini - men eisini landsins fólkavalda stýri, sum er tann størsti úlvurin, ið vil skræða okkum sundur, sum hann tók til.
? Nú sjómenn fingu skattalætta, helt eg, at kavablakið var farið á rull, og at tað fór bara at blíva størri og størri.
? Men soleiðis bleiv jú ikki, staðfesti hann.
Eyðfinn Petersen segði, at talan ikki er um ein skattalætta til sjómenn, men ein skattalætti, sum reiðararnir sleppa at umsita.
Síðani spurdi hann m. a., hvussu norskir reiðarar skulu umsita ein slíkan skattalætta, tá teir ikki so frægt usm hava eitt føroyskt p-tal.
Hann vísti eisini á, at talan ikki er um ein solidariskan skattalætta. Av tí at skattalættin er av fiskipartinum, fær yvirmaðurin við teirri góðu lønini størri skattalætta, enn dekkarin.
? Kanska heldur Anfinn Kallsberg, at yvirmaðurin hevur uppiborið størri skattalætta, tí at hann kennir so mikið størri sakn, ella leingist verri, enn dekkarin.
? Og hvat við línuflotanu, spurdi hann.
? Nógvir línubátar hava egningmaskinu umborð, sum eisini fær ein fiskipart - Sig mær, fær egningarmaskina so eisini skattalætta? spurdi Eyðfinn Petersen, sum helt, at skulu sjómenn hava skattalætta, so áttu teir at fingið ein solidariskan skattalætta eftir sama leisti, sum handverkarar, ið starvast uttanlands - t. v. s. ein frádrátt fyri hvønn dag, teir eru burtur.
Eyðfinn Petersen helt, at tað uttan iva eru mong, sum spryrja, hvat Havnar Handverkarafelag vil í hesum selskapinum.
? Men okkara endamál at taka lut í hesum tiltakinum er púra greitt. Vit vilja við hesum vísa okkara solidaritet við meginpartin av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
? Tí vísa vit ikki solidaritet nú, hvussu kunnu vit tá vænta, at onnur fara at vísa solidaritet við okkum, tá ið tann dagur kemur, at Anfinn Kallsberg sveiggjar svørðið yvir høvdið á okkum?
Tí tað, sum fær okkum at gera vart við okkum í hesum politiska skilaloysinum er, at vit stýra stórlgia fyri, at Anfinn Kalsberg & Co hava onkra fjalda politiska ætlan um at skerja lønirnar, eisini hjá okkum handverkarum, segði Eyðfinn Petersen.
Hann segði eisini, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands, fingu á sinni ein skattalætta fyri at viga eitt sindur upp ímóti tí sakni, teir kenna á sær at vera heimanífrá.
? Hendan skattalættan hevur Anfinn Kallsberg skert.
? Samstundis hevur verið frammi, at ætlanin er eisini at geva frammandaarbeiðarum, sum koma hendanvegin skattalætta.
? Hetta síggi eg sum eina miðvísa roynd at trýsta lønirnar á landi niður, m. a. handverkaralønirnar.
? Tí tað eru jú útboð og eftirspurningur, sum stýra lønini. Og tað vil siga, at fleiri fólk eru til taks á arbeiðsmarknaðinum, betri liggur fyri at trýsta lønirnar niður.
Hetta helt Eyðfinn Petersen skjótt kann vísa seg sum eitt tvíeggjað svørð. Tí hægri lønin er, hægri er skatturin - og so høvdu vit kanska havt ráð at betalt okkara egnu fólkapensjón.
? Kristian Magnussen hevur jú alment sligið fast, at tað er tað yngra ættarliðið, sum betalir fólkapensjón fyri tað eldra ættarliðið.
Eyðfinn Petersen helt, at betur var, um gjørdu sum fyrr, at vit betaltu okkara egnu fólkapensjón - at tað beinleiðis stóð á sjálvuppgávuni at pengarnir vóru markaðir til fólkapensjónina.
? Tað er eitt slag í andlitið á øllum lønmóttakarum nú at fáa at vita frá sjálvum landsstýrismanninum í almannamálum, at fólkapensjónin er alt annað enn trygg, og at tað ikki eru vit, sum betala okkara egnu fólkapensjón, men at tað eru eftirkomarar okkara, sum skulu betala hana, segði Eyðfinn Petersen.
Hann harmaðist eisini um, at vit samstundis ásanna, at vit ikki hava ráð at betala til okkara sjúku á sjýkrahúsi, men mugu stjala 12 milliónir frá pensjónistunum fyri at sleppa undan ringastu skommini.
? Samstundsi fær ein annar landsstýrismaður, John Petersen, 12 milliónir at tveita í Skopunarfjørð. Tað tykist ikki sum um hann gevst, fyrr enn hann hevur fingið fast á Glyvursnes.
? Men tað, sum er allarmest merkiligt er, at allur hesin ørskapurin fer fram meðan flokkar sita í Tinganesi, sum hava í sínum skjaldramerki, at almenn um siting er yvirhøvur av tí ónda, at almenn umsiting er óneyðugt formyndaríð og skal vera so lítil sum møgulig, fyri ikki at skapa eitt »sosialistiskt eftirlitssamfelag«, sum tikið verður til.
Hesir flokkar, sum siga seg vilja skerja almenna umsiting, hava gjørt tað beint øvugta, tí teir hava ikki gjørt annað enn at økt hana munandi, ja í Tinganesi er talaið á starvsfólki tvífaldað.
- Her er okkurt, sum ikki samsvarar, og tað er tað, vit vilja vísa í dag, segði Eyðfinn Petersen at enda í røðu síni á mótmælisfundinum á Vaglinum í Havn fríggjadagin.










